Bróstageving
Tað kunnu koma trupulleikar í byrjanini. Og kanska vita tit ikki reiðiliga, um bróstagevingin er tað rætta fyri tykkum. Men bróstagevingin fer ætlandi at ganga betur, tá ið mamma og barn hava lært tað.
Tað er enn meira sannlíkt, at bróstagevingini fer at eydnast, um mamman er vís í, at hon vil geva bróst og er sannførd um, at hon kann – og um pápin stuðlar henni í hesi avgerð.
Móðurmjólkin er besta føðin fyri nýføðingin, og móðurmjólkin inniheldur júst tað, sum barnið skal fáa til tess at vaksa sum best og hava so góða heilsu sum gjørligt. Tað er galdandi fyri bæði føðsluevni, vitaminir og miniralir, samansetingina av fiti og tey andevni, sum skulu verja barnið fyri fleiri sjúkur í pinkubarnaaldrinum. Mjólkin sløkkir eisini tostan og er trygd fyri vætutrot.
Eisini í longdini hevur bróstagevingin týdning fyri heilsuna bæði hjá barni og mammu.
Umframt teir heilsuligu fyrimunirnar kunnu vera veruligar orsøkir til at geva bróst: í longdini krevur bróstagevingin minni arbeiði enn fløskan, tí har skulu bæði fløska og tátur vaskast, matur blandast og hitast. Móðurmjólkin er altíð høglig og tøk, tá ið barnið er svangt. Hon hevur altíð rætta hitan.
Tað hevur týdning at tosa saman um fyrimunir og vansar við bróstagevingini, fara tit at ivast í, hvørja mjólk tykkara barn skal fáa. Tosið helst við heilsufrøðingin tær fyrstu ferðirnar, tit hittast. Hon hevur nógvar royndir og ítøkiliga vitan, sum hon kann lata tykkum njóta gott av, og hon er til reiðar at lurta eftir tí, tit halda.
Tað er bara rúm fyri einum lítlum sindri av mjólk í maganum á nýføðinginum, sum er til støddar sum ein valnøt. Tí hevur tað tørv á at súgva ofta, men lítið í senn. Legg barnið til bróstið hvørja ferð, tað biður um tað – eisini um náttina.
Tær fyrstu vikurnar skal barnið fáa bróst í minsta lagi 8 ferðir um samdøgrið fyri at metta tað og stimbra bróstagevingina. Seinni kann barnið ofta hjálpast við at fáa bróst eitt sindur færri ferðir og ein dropa at sløkja tostan við av og á.
Heilsustjórnin mælir til, at pinkubørn fáa fulla bróstageving, til tey eru um seks mánaðir.
Lutvís bróstageving verður viðmælt til tólv mánaðir ella longur, trívast mamma og barn við tað.
Børn, ið ikki verða havd á brósti, skulu fáa eftirgjørda móðurmjólk alt tað fyrsta árið.
Lat barnið sjálvt vísa, nær tað vil verða lagt at brósti, og hvussu leingi tað vil súgva. Á tann hátt fer mjólkin av sær sjálvari at laga seg eftir tørvinum hjá barninum – bæði í samanseting og nøgd.
Samansetingin í mjólkini broytist, hvørja ferð meðan barnið sýgur. Tann fyrsta mjólkin sløkkir tostan, seinni mettar hon meira. Legg tí barnið til sama bróst fleiri ferðir, til tað vísir bróstið frá sær. Á tann hátt fær barnið ta feitu mjólkina, sum bróstið ger síðst í súgvingin. Fyrsta ið barnið vísir tað fyrra bróstið frá sær, kann tað verða lagt til hitt bróstið og verða heilt mett.
Longdin á einari súgving og steðgirnir ímillum kunnu vera ymiskir til longdar. Stundum sýgur barnið leingi og fær sær eisini langar steðgir – og aðrar ferðir eru millumbilini stutt. Serliga um kvøldarnar hevur barnið hug at súgva oftari. Fylg við rútmuni hjá barninum. Ansa eftir, at tað fær nóg mikið, og hygg í blæuna. Barnið skal hava minst 6 “tungar” blæur um samdøgrið.
Heilsufrøðingurin og læknin fylgja við, hvussu barnið tyngist samsvarandi einari ritmynd. Tað er heilt vanligt, at vektin ikki økist javnt alla tíðina, tí skulu tit ikki vænta, at vektin á barninum liggur neyvt á ritmyndini. Er tørvur á, fara læknin og heilsufrøðingurin at geva ráð og hava eyka eftirlit.
Fyri at fáa greiðu á spurninginum, um tit skulu geva bróst ella fløsku, kann tað vera gott at tosa um hesar spurningarnar og skriva svarini niður.
GEVA BRÓST - FYRIMUNIR
Vitið, um tit kunnu koma í tankar um 4-5 góðar grundir at geva bróst.
GEVA BRÓST- VANSAR
Hvørjir vansar, halda tit, kunnu vera, at barnið heldur fram at fáa bróst?
FLØSKA – FYRIMUNIR
Eru nakrar góðar grundir fyri at geva barninum eftirgjørda móðurmjólk?
FLØSKA – VANSAR
Standast nakrir vansar av, at barnið fær eftirgjørda móðurmjólk?
Hevur barnið fingið væl um vørtuna og sýgur væl, kann tað byrgja fyri nógvum trupulleikum við bróstagevingini.
Tað er umráðandi, at barnið fær væl um vørtuna:
- Barnið skal liggja heilt tætt inn at mammuni.
- Muðurin á barninum skal fáa væl um ta brúnligu húðina rundan um vørtuna.
- Varrarnar, serliga undirvørrin, skulu vera tandar úteftir.
- Høkan skal nerta við bróstið, nøsin skal ikki nerta við.
- Rørslurnar við at súgva og svølgja skulu vera rútmiskar.
- Vita eftir, um tað kennist rætt. Tað má ikki pína, tá ið barnið hevur fingið væl um.
Varrrnar eru tandar úteftir, og barnið fær væl um ta brúnu húðina rundan um vørtuna.
Tess meira barnið sýgur, tess meira mjólk kemur í bróstini. Tað ber ikki til at goyma mjólkina til næstu bróstageving.
Vil barnið súgva í heilum, kann tað tó vera tekin um, at tað hevur ikki nóg væl um vørtuna, og tí fær ikki nóg nógva mjólk, meðan tað sýgur. Ein onnur orsøk kann vera, at barnið fær ikki sogið fyrra bróstið nóg leingi, so at tað bara sløkkir tostan, men fær ikki ta feitu og mettandi mjólkina síðst í súgvingini. Spyr helst heilsufrøðingin til ráðs, ert tú í iva, hví barnið vil súgva alla tíðina.
1. Afturáhellandi støðan
Legg barnið á tín búk við munninum fram móti bróstvørtuni. Hell teg afturá og lat frið falla á teg. Nú er lætt hjá barninum at fáa um vørtuna og at halda fram. Ansa eftir at kroppurin verður væl styðjaður, so tú fært hvílt teg ímeðan. Støðan styðjar uppundir tey viðføddu afturbrøgdini (refleksini) hjá barninum at leita og súgva.
2. Klassiska støðan
Tú situr við barninum í fanginum og høvdið á tí hvílir á tínum armi. Búkurin á barninum vendir móti tínum, so at tað skal ikki snara høvdinum fyri at fáa um vørtuna. Halt helst í hondina á barninum, meðan tað sýgur – tað kann fremja súgvingina.
3. Liggjandi støðan
Tú kanst liggja niðri og geva. Ansa eftir, at vørtan er beint framman fyri munnin á barninum, so at tað skal ikki benda høvdið nógv afturá. Halt um barnið við leysu hondini.
4.Tvíburastøðan
Bulur og bein liggja aftur og fram undir hondini á tær. Tú styðjar høvdið á tí við hondini. Hendan støðan kann eisini nýtast, tá ið tvíburar skulu fáa at súgva samstundis – og haðani navnið.
5. Krossstøðan
Barnið liggur tvørtur um búkin við høvdinum hvílandi á hondini á tær.
Fært tú ikki bróstagevingina at bera til, kanst tú byrja heilt av nýggjum. Tá ið tú fert í gongd av nýggjum, roynir tú at fáa tað at líkjast teirri fyrstu ferðini, tá ið barnið lá nakið á tínum nakna yvirkroppi. Tað kann t.d. hjálpa barninum at fáa væl um bróstið, so at tað kann súgva dúgliga og ikki skaða vørtuna.
Gev tær góða tíð og náðir.
Legg teg á songina ella set teg væl til rættis. Síggj til, at tað er fjálgt í rúminum. Hav okkurt drekkandi við hondina.
Far úr um yvirkroppin. Legg tað nakna barnið inn at tínari beru húð. Barnið kann bara vera í blæu, men legg helst eina dýnu yvir tað, so tað ikki kólnar.
Halt um barnið, tosa við tað. Lat frið falla á teg, og njót húðarsambandið.
Lat barnið sjálvt finna vegin til bróstið. Fyrst liggur tað kanska heilt stilt og snoddar, so fer tað at krúpa móti vørtuni. So byrjar tað at gera súgviljóð – stingur hondina í munnin, - gníggjar bróstið við knýttari hond – hyggur og leitar eftir bróstinum – og hvílir seg av og á. Endiliga finnur tað kanska bróstið og fer at smaska og sleikja vørtuni, tað gapar nógv og fær væl um vørtuna og fer at súgva.
Kanska skal barnið royna hetta fleiri ferðir, áðrenn tað eydnast at fáa væl um vørtuna og súgva dúgliga.
Kanska eydnast hetta ikki fyrstu ferð. Men so hevur tú roynt, og hevur tú hug, kanst tú royna aftur seinni.
Minnist til at geva barninum D-vitamindropar.
Barnið skal fáa D-vitamindropar hvønn dag, frá tí tað er 2 vikur gamalt til tað fyllir 4 ár. Børn, sum fáa 800 ml ella meira av eftirgjørdari móðurmjólk um døgnið, skulu ikki taka D-vitaminir. Eftirgjørda móðurmjólkin skal tá innihalda 1,3 mikrogram vitamin D per 100 ml.
Tá barnið hevur fylt 4 ár, skal tað halda áfram at taka D-vitaminir vetrarhálvuna. Hetta er eisini galdandi fyri hini í familjuni. D-vitaminir eru neyðugar fyri at byggja knoturnar (beinini) upp.
Tit kunnu keypa D-vitamindropar í apotekinum og aðrastaðni. Tað eru ymiskir D-vitaminúrdráttir. Ansa væl eftir at fáa úrdráttir, sum eru til pinkubørn, og les altíð tað, sum stendur um innihaldið, eisini um tú skiftir til annað merki.
Barnið skal hava 10 mikrogram (400 IE) um dagin. Hygg at innpakkingini, og vita, hvussu nógva dropar um dagin. Les eisini, hvussu ílatið við dropunum skal goymast. Summir D-vitminúrdráttir skulu goymast í køliskápi.
Barnið skal fáa D-vitamin-styrk heilt til fýra ára aldur -og allan barndómin, er tað myrkt í húðini ella gongur í nógvum klæðum, so at tað fær onga sól hvørki á armar ella bein um summarið.
D-vitaminir verða framleiddar í húðini, tá ið vit eru úti í sólini um summarið. Men pinkubørn mugu ikki vera beinleiðis í sólini, og tey fáa ikki nóg mikið av sólarljósi til tess at gera nóg nógvar D-vitaminir.
Í natúrligum líki eru D-vitaminir í feitum fiski, toskarognum, kjøti, avroðum, eggjareyðum og feitum mjólkarúrdráttum, men barnið kann ikki eta seg til ta neyðugu mongdina av D-vitaminum.
Goymið bæði D-vitamin- og jarndropar, so at barnið ikki kann koma at teimum. Barnið kann verða eitrað, fær tað stórar nøgdir í seg.
Bróstageving tryggjar ikki heilt fyri at vera við barn aftur. Hjá kvinnum, sum geva bróst ofta og títt, kann eggloysnin sanniliga koma seinni, men tað er eingin vissa í tí. So tað hevur týdning, at tit nýta fyribyrging, vilja tit ikki hava eitt barn afturat so beinanvegin.
Hevur barnið arvaligar fyritreytir fyri at fáa ovurviðkvæmi, kann full bróstageving fýra teir fyrstu mánaðirnar minka um vandan at mjólkarovurviðkvæmi mennir seg. Tá ið barnið er meira enn fýra mánaðir, skal tað fáa júst somu føði sum børn, ið ikki so lætt gerast ovurviðkvæm, t.e. móðurmjólk ella vanliga eftirgjørda móðurmjólk, morl, greyt o.s.fr.
Í móðurmjólkini eru evni frá øllum tí, sum mamman fær. Tí er vert at hugsa um, hvat mamman etur, drekkur og roykir, meðan hon hevur barn á brósti
Bera teg undan royking. Kanst tú ikki leggja av, royk so eftir bróstagevingina.
Ger lítið við tað váta slagið. Barnið tolir nógv verri rúsdrekka enn vaksin. Drekk í mesta lagi 7 snapsir um vikuna, best bara eitt glas eftir eina geving, so at rúsdrekkað verður niðurbrotið undan næstu bróstageving.
Drekk í mesta lagi tríggjar koppar av kaffi um dagin. Avmarka eisini annað drekka, sum inniheldur kaffievni. Ov nógv kaffievni kann gera, at barnið fær órógv og pínu í magan.
Et góðan og ymisligan mat, sí www.altomkost.dk
Kom tær helst ikki í samband við kemisk evni frá máling, smyrsli, hárliting o.s.fr., sí www.mst.dk
Royn ikki at taka óneyðugan heilivág. Tekur tú óneyðugan heilivág, spyr so læknan, hvussu tú skalt bera teg at, meðan tú gevur bróst.
Eg fái ilt í vørtirnar, tá ið barnið sýgur - hvat skal eg gera?
Í fyrstu tveimum vikunum er vanligt, at vørturnar eru eymar. Nakrar kunnu uppliva, at tað pínir, beint tá ið barnið fær um vørtuna. Men ilskan hvørvur sum oftast eftir einum tveimum minuttum, tá ið mjólkin setur til.
Pínir tað enn í vørtunum – og síggjast kanska sár ella rivur – kann orsøkin vera, at barnið ikki hevur fingið nóg væl um vørtuna.
Síggj til, at barnið fær væl um vørtuna, og vita, um tað kennist rætt. Tað má ikki pína eftir einum tveimum minuttum, men tað kann væl vera eitt sindur eymt.
Hevur barnið ikki væl um vørtuna, kann tað hjálpa at lata barnið byrja av nýggjum at súgva, sí meira kunning undir evninum "Byrja umaftur".
Legg barnið at bróstinum so ofta sum til ber. Tað linkar spenningin í bróstunum, so at barnið lættari fær um vørtuna, og tað verður lagaligari hjá tær at geva tí. Legg barnið fyrst til tað bróstið, ið er minst eymt. Tá ið mjólkin fyrst setur til, er tað minni ófjálgt at geva av tí eyma bróstinum.
Ver í afturáhellandi støðuni, tí tá togar barnið ikki so nógv í vørtuna, sí meira kunning undir "Súgvistøður".
Skift eisini til aðrar støður, tá ið tú gevur at súgva,so at barnið liggur ymiskt fyri og sýgur. Á tann hátt tømast bróstini javnast.
Ansa væl eftir, tá ið barnið sleppir vørtuni: Stikk fingurin í munnvikan á barninum og lat eitt sindur av luft koma til fyrst – tað er besti mátin fyri vørtuna.
Halt bróstini heit og turr millum gevingarnar. Nýt t.d. ullintar lanolinhavnar bróstaskeytar.
Tosa við heilsufrøðingin, hjálpir omanfyristandandi ikki, og vørturnar framvegis eru ógvuliga eymar.
Pínir tað alla tíðina í vørtunum, tí har eru sár ella rivur, kann tað hjálpa at steðga einar tveir dagar at geva bróst, meðan húðin lekist. Er tað bara onnur vørtan, kanst tú lata barnið súgva hitt bróstið og so mjólka fyrra bróstið turt, tí so fer mjólkin ikki at minka.
Tú kanst mjólka turt við hond ella fáa tær eina bróstapumpu.
Eg havi harðar og eymar spenningar í bróstunum, – hvat kann eg gera?
Tað eru tvey sløg av spenningum í bróstunum. Annað slagið fært tú av troti (tá brósti er hovnað) og kemur fyri teir fyrstu dagarnir (2-4 dagar) eftir føðingina, tá mjólkaframleiðslan broytist og økist. Her er týdningarmikið, at barnið fær væl um vørtuna og fær bjóðað bæði bróstini ofta. Gevur mamman ofta, verður spenningurin í bróstunum sjáldan so ógvusligur. Ikki er neyðugt at mjólka út, tí orsøkin er fyrst og fremst trot og vætustúving í bróstavevnaðinum/eitlunum. Spenningarnar minka so líðandi av sær sjálvum.
Hitt slagi av spenningum kemst av samanstúgving av mjólk í bróstunum orsaka av upphópan av mjólk vegna ovurframleiðslu ella vánaligari tøming. Ein onnur orsøk kann vera smalar ella tiptar mjólkagangur, tí bróstini ikki verða so væl tømd ella tí okkurt forðar fyri frárenslinum. Hetta kann kennast sum "knyklar" í bróstunum. Sí kunning um: "Harðir og eymir "knyklar" í bróstunum – hvussu fái eg teir burtur?"
Í báðum førum er týdningarmikið, at barnið hevur væl fatur um vørtuna og sýgur rætt. Lat tað súgva so ofta og leingi, sum tað vil. Legg hita á bróstini beint ÁÐRENN barnið verður lagt til, og legg kulda á bróstini AFTANÁ, at barnið hevur sogið og lat liggja á í einar 10-20 min. Um barnið ikki sýgur, er neyðugt at mjólka út. Ver varug við ikki at mjólka meira út enn tørvin hjá barninum. Sí meira kunning undir "Mjólka út.
Spyr heilsufrøðingin um tú ivast.
Harðir og eymir "knyklar" í bróstunum – hvussu fái eg teir burtur?
Mjólkarknyklar kunnu koma av smølum ella tiptum mjólkagangum orsaka av millum annað troti í mjólkagangunum, sum forðar mjólkini í at renna. Harvið hópast mjólkin upp í bróstunum, og ov lítið setur frá. Eyðkenni fyri ein mjólkarknykil er trot (hovin) og eymleiki í bróstinum, húðin kann kennast ósløtt við fleiri smáum mjólkaknyklum, kanska við eitt sindur av roða í húðini og kanska nakað av hita. Ofta er talan bert um tað eina bróstið.
- Halt áfram við at leggja barnið til bróstið, tá tað vísir tekin til at vilja súgva, og lat barnið súgva so leingi tað hevur tørv á tí.
- Legg hita á bróstini beint ÁÐRENN barnið verður lagt til, tí tað kann viðvirka til at betra mjólkafrárenslið.
- Bjóða tað ávirkaða bróstið fyrst.
- Legg barnið, so at høkan á tí vendir móti tí staðnum, har húðin er eym og ósløtt. Tømingin verður best beint framman fyri høkuni á barninum.
- Mjólka eitt sindur út við hond, áðrenn barnið verður lagt til, um bróstini eru ógvuliga spent, og barnið hevur trupult við at fáa nóg væl um vørtuna.
- Vita, um barnið hevur væl um vørtuna og sýgur lítarliga.
- Skift millum ymsar gevistøður, tá ið tú gevur barninum at súgva. Afturáhellandi gevistøðan kann minka um vansan at fáa bruna (inflammatión/uttan bakteriur og infektión/við bakterium).
- Legg kulda bak (omslag) á bróstið AFTANÁ at barnið hevur sogið, og lat tað liggja í 10 – 20 min. Hetta kann viðvirka til at minka trotið og linna møguliga pínu.
- Tað kann hjálpa/linna at fáa sær heitt bað ella at strúka bróstunum varisliga út ímóti vørtuni, men ver varug við IKKI at massera ov hart.
- Royn at leggja barnið til eftir tørvi, og hav ikki sum endamál at tøma bróstið.
- Mjólka út við hond ella nýt mjólkimaskinu um neyðugt, og ansa eftir ikki at mjólka meira út enn tørvin hjá barninum fyri at fyribyrgja ovurframleiðslu.
- Royn at fáa hvíld, mat og vætu.
- Tað hevur týdning at pápin/makin er stuðlandi.
- Gev ikki barninum tátu ella boppufløsku - tað er tørvur á, at barnið nýtir súgvievnini til bróstini.
Tosa við heilsufrøðingin um tú ivast. Um tú hevur roynt omanfyristandandi í umleið eitt døgn og einki av hesum hjálpir, ella mamman fær tað verri, so kann tað vera bróstabruni. Tosa við læknan. Mamman skal kanska fáa antibiotika.
Ov lítil mjólk – hvussu fái eg meira?
Vil barnið brádliga súgva oftari ella er ikki heilt nøgt eftir eina súgving, kann tað vera tekin um, at tørvur er á meira mjólk, helst tí barnið er vorðið størri og betri hug at súgva. Tað ber til at mjólka meira.
Jú meira barnið sýgur – og jú oftari – jú meira mjólk kemur í bróstini.
Hetta kann mamman gera:
Legg barnið oftari at bróstinum og helst húð móti húð. Gev barninum eisini um náttina.
Gev av báðum bróstum hvørja ferð. Lat barnið gera seg heilt liðugt við annað bróstið, áðrenn tú leggur tað at hinum bróstinum. Tú kanst eisini mjólka turt eftir gevingina.
Avmarka nýtsluna av tátu (ella boppufløsku).
Fá nóg nógva hvíld. Nýt møguliga ta afturáhellandi støðuna, tá ið barnið fær at súgva, og tú samstundis fært hvílt teg.
Tosa við heilsufrøðingin, hugsar tú um at geva eftirgjørda móðurmjólk. Ert tú longu farin undir tað, gev so ta mjólkina altíð eftir súgvingina. Og síggj skjótt til at minka niður í einki, ætlar tú at halda fram við bróstagevingini.
Ov nógv mjólk – hvussu fái eg minni?
Er meira mjólk, enn barnið hevur tørv á, kann mjólkin hópast upp í bróstunum og geva mjólkarknyklar og bróstabruna.
Gevur tú oftani at súgva og sært til, at eingir harðir knyklar eru í bróstunum eftir súgving, fer mjólkarmongdin ivaleyst at laga seg eftir tørvinum hjá barninum. Tosa við heilsufrøðingin, heldur tað á at plága teg.
Hvat skal gerast við avlopsmóðurmjólkina?
Set hana í frystaran í ílat, sum er ætlað til matvørur (vita, um har er eitt Glas og gaffil-tekn á).
Mjólkin skal frystast beint eftir, at hon er mjólkað, og kann halda sær einar seks mánaðir í minus 18 stigum.
Hvaðani fæst meira hjálp til bróstagevingina?
Spyr heilsufrøðingin til ráðs, fært tú onkursvegna ikki bróstagevingina at rigga. Hon veit alt um teir trupulleikarnar og hevur førleika at ráðgeva tær.
Ver vandin um tey ráð, tú finnur á alnótini ella ráðini, tú fært frá familju og vinkonum.Tey kunnu byggja á "søgur" og egnar (ringar) royndir – og tey kunnu stundum gera meira skaða enn gagn, sjálvt um tey eru givin í bestu meining.
Met um, um ráðini hóska til tín, áðrenn tú fert undir at royna tey. Tú kanst harafturat lesa meira um bróstageving í smáritum og bókum, t.d. Kort og godt om amning.
Skal eg halda uppat at geva bróst? Eg fái tað ikki at bera til, hóast eg havi roynt ALT
Tú kanst halda uppat, gevur bróstagevingin tær fleiri trupulleikar enn gleði, sjálvt um tú hevur fylgt tínum hugskygni og ráðunum frá heilsufrøðinginum.
Gevst tú, ger tað so við góðari samvitsku. Tað eru aðrir mátar at nøkta tað, ið barninum krevst. Ein góð mamma heldur uppat at geva, verða trupulleikarnir ov nógvir. Kærleiki og umsorgan fara altíð at hava størstan týdning.
Greið heilsufrøðinginum frá gongdini – tað kann hava týdning at finna orsøkina til, at tað gekk ikki eftir vild, so at tú ikki ber upp á hesa ringu uppliving til møguliga eitt komandi barn.
Ert tú kedd av at gevast við bróstagevingini, kanst tú tosa við heilsufrøðingin um at halda á við lutvísari geving møguliga saman við fløsku. Tað er altíð gott at geva barninum tína mjólk sum longst, so lutvís geving er eisini ein møguleiki. Tú kanst eisini hugsa um, um tú vilt mjólka teg turra eitt skifti og byrja av nýggjum at geva bróst, tá ið tú og barnið eru til reiðar til tað.
Tað kunnu vera mangar grundir fyri, at tú hevur tørv á at troyta ella mjólka út: Barnið er kanska føtt ov tíðliga ella er innlagt av øðrum orsøkum og orkar ikki sjálvt at súgva. Tað kann eisini vera, at tú hevur spenningar í bróstunum ella sár á vørtunum og tí skal mjólka út eina tíð.
Óansæð um tú skalt mjólka út í styttri ella longri tíð, er tað ein fyrimunur, um tú kanst mjólka út við hond. At mjólka út við hond fer betri við bróstinum og vørtini, tí tá verður bróstið bert trýst saman. Tú kanst mjólka út við hond, snýr tað seg bara um eina stutta tíð – lat heilsufrøðingin vísa tær tað.
At goyma móðurmjólk
Í frystara við -18 stigum kann mjólkin goymast í upp til seks mánaðir.
Í køliskápi við 5 stigum heldur hon sær í trý samdøgur (set hana aftast í køliskápið, tí har er kaldast)
Upphiting
Bæði nýggj og fryst móðurmjólk kann hitast upp til likamshita í heitum vatni. Rist fløskuni nakrar ferðir og vita, um hitin er 37 stig, aðrenn barnið fær mjólkina. Upphiting í mikrobylgjuovni gevur ójavna upphiting av mjólkini, sum kann merkja, at nøkur av innihaldsevnunum kunnu spillast. Lat nakrar dropar á handarbakið at vita. Hon skal kennast flógv – hvørki heit ella køld.
Bróstapumpa/mjólkimaskina
Tú kanst eisini skaffa tær eina mjólkimaskinu.
Mjólkimaskina kann vera hondvirkandi, battarírikin ella elektronisk, og tað ber til at mjólka út eitt bróst ella bæði bróstini samstundis alt eftir hvørja maskinu tú velur og hvat tørvurin er. Mjólkimaskina virkar á tann hátt, at hon ger eitt undirtrýst (vakuum), sum hálar bróstvørtuna inn í traktina.
Velur tú at mjólka út við mjólkimaskinu er tað av alstórum týdningi, at hon bæði er lítarlig og hóvlig:
- Traktin skal hava røttu støddina. Ein trakt, sum er ov lítil, kann elva til trupulleikar við eymum vørtum ella geva sár á vørturnar, bruna í bróstini og geva ov lítið av mjólk.
- Vakuum skal kunna stýrast. Um vakuum er ov ógvusligt, er størri vandi fyri at skaða vørturnar.
Óansæð um tú mjólkar út við hond ella nýtir mjólkimaskinu, kann úrslitið betrast við at stimbra niðurleypsrefleksi beint áðrenn tú mjólkar út. Hetta kann m.a. gerast við at strúka varisliga við flatari hond eftir bróstinum ímóti vørtuni.
Valið um antin at mjólka út við hond ella at nýta mjólkimaskinu er sostatt tengt at støðuni hjá hvørji einstakari mammu og barni. Tað er týdningarmikið, at tú kennir teir ymisku hættirnar, so tú kanst taka støðu til, hvat er skilabest fyri teg.
Les leiðbeiningina, áðrenn tú byrjar, og fylg leiðreglunum at gera teir ymisku lutirnar í maskinuni reinar.
Ver varug við ikki at stimbra til ovurframleiðslu, tí tað kann elva til mjólkafebur og bruna í bróstunum. Spyr heilsufrøðingin um tú ivast.
Hevur barnið sopp í munninum, so sæst hann sum hvít skón á tunguni, tanngarðinum og innanvert á kinnunum. Skónin hvørvur ikki millum bróstagevingarnar. Soppurin kann koma yvir á vørturnar á mammuni, sum verða reyðar, skínandi og eitt sindur skrubbutar, og har kemur kanska brennandi, stingandi pína, sum strálar inn í bróstið – eisini millum gevingarnar. Barnið kann eisini fáa trøsku í rumpuna. Tað krevur viðgerð við einum serligum kremi, ið fæst í apotekinum. Spyr læknan ella heilsufrøðingin til ráðs, ivast tit í, um barnið hevur sopp.
Bæði muðurin á barninum og vørturnar á mammuni skulu viðgerast, sjálvt um bara annað hevur tekin um sopp.
Annað, sum mamman kann gera:
Skift bróstaskeytan eftir hvørja bróstgeving.
Vaska undirklæði, seingjarklæði og handklæði í minst 60 stigum.
Vaska og kóka tátur, fløskur og súgvistykki o.t. í 5 minuttir í vatni, sum er 100 stig heitt.