Matur 4-8 mánaðir

Matur 4-8 mánaðir

Nøkur børn skulu smakka nýggjan mat heilt upp til einar 8-10 ferðir, áðrenn tey hava vant seg við smakkin, øðrum dámar alt beinanvegin.

Barnið hevur tørv á at byrja við morli og greyti, tá ið tað er um seks mánaðir – og í fyrsta lagi tá ið tað er fýra mánaðir. Alt tað fyrsta árið skal tað fáa móðurmjólk ella eftirgjørda móðurmjólk.

Pinkubørn kunnu aloftast vaksa og mennast væl av berari móðurmjólk ella eftirgjørdari móðurmjólk, til tey eru um 6 mánaðir, og síðani skulu tey byrja at fáa morl og greyt.

Nøkur børn hava tó tørv á at fáa aðra føði enn mjólk, áðrenn tey verða 6 mánaðir – tó ikki fyrr enn tey eru 4 mánaðir. Tað er tørvur og tilbúgvingarskapur barnins, ið ger av, nær tit skulu fara at geva morl og greyt.

Mjólk – t.e. móðurmjólk ella eftirgjørd móðurmjólk – er týdningarmesta føðslan fyri barnið hesa tíðina, tá ið tað lærir at eta mat, t.e. heilt fram til tað er 9-10 mánaðir.

Ført fyri at eta

Soleiðis vísir barnið, tá tað er ført fyri at eta:

  • Tað sýnist áhugað í tí, tit eta, og hyggur forvitið at matinum, tá ið tit fáa tykkum.

  • Barnið kann taka ímóti eini skeið og sleikja henni við vørrum og tungu.

  • Barnið gerst skjótari svangt og vil hava bróst ella fløsku oftari enn áður.

  • Tað er í heilum misnøgt eftir at hava fingið at súgva. Tað tykist ikki mett.

Tað kann eisini vera, at tað fer ikki nóg nógv fram (í vekt) - tað er m.a. tað, heilsufrøðingurin kannar, tá ið hann vitjar.

Fær barnið, sum er 4-5 mánaðir, fløsku, men hevur tørv á meira, enn stendur á innpakkingini, er skilagott at fara undir at fáast við mat, heldur enn at geva ískoytisblandingar úr fløsku til tess at metta barnið betur.

Fyrsta fasta føðin

Tann fyrsta fasta føðin er ella kann vera tunt og kremkent grønmetismorl. Brúkið helst eina plast- ella hornskeið. Hon kennist ikki so hørð mót tanngarðinum. Latið barnið sjálvt "seta ferðina", noyðið tað ikki at eta.

Kemur maturin bara út aftur, er muður og tunga á barninum ikki búgvin at fáa fasta føði, og tá er tað best at bíða eitt sindur. Tykist barninum ikki at dáma matin, minst so til, at tað er bara vant við mjólk, og at tað gjarna má snerkja at hesum "løgna" smakki.

Royn aftur næstu ferð, tá ið barnið er væl fyri og ikki ógvuliga svangt. Summum børnum dámar bananmorl, fyrsta tey smakka tað, onnur snerkja leingi.

Nøkur børn skulu smakka nýggjan mat heilt upp til einar 8-10 ferðir, áðrenn tey hava vant seg við smakkin, øðrum dámar alt beinanvegin.

Føði við ongum evnafrøðiligum evnum
Føði við ongum evnafrøðiligum evnum
  • Gev barninum mat, har framleiðslan hevur verið sproytað við so fáum evnafrøðiligum evnum sum gjørligt.

  • Skolið frukt og grømeti, áðrenn etið verður.

  • Borðreiðið við ymiskum mati, og nýtið egnar køksbúnyttur.

  • Melamin (plast)borðiskar tola aloftast ikki meira enn 70 stig. Bara um búnytturnar eru merktar við Glas og gaffil-tekninum, eru tær egnaðar til heitan mat.

Soleiðis byrja tit við matinum
Soleiðis byrja tit við matinum

Tit kunnu byrja við bleytum og jøvum morli. Beinanvegin barnið hevur lært at hava "elta" matin í munninum, verður morlið gjørt grovari og bleytir klumpar latnir í.

Finnið eina løtu um dagin, tá ið barnið er væl fyri og ikki alt ov svangt. Byrjið við at geva tí eina máltíð um dagin, t.d. morgunmat. Haldið helst fram við sama slagi av morli og greyti í nakrar fáar dagar, og skiftið so til ein annan smakk. Hevur barnið góðan matarlyst, og magin virkar væl, kunnu tit lata tað fáa tvær máltíðir um dagin. Tit kunnu byrja við grønmetismorli og síðani mjólk afturvið ella omaná og øvut – so leingi barnið bara fær eina máltíð. Tá ið tað fær tvær máltíðir, er tað gott at geva tí bæði fastan og flótandi mat.

  • Sit við barninum í fanginum. Gev tí bringuklút.

  • Lat barnið fyrst smakka matin við skeið og vatn ella eftirgjørda móðurmjólk úr koppi.

  • Lat tað síðani sleppa at súgva ella fáa fløsku, til tað er mett.

Barnið skal enn hava seks tungar blæur um samdøgrið sum tekin um, at tað fær nóg nógva vætu.

Í fyrstuni er hetta at rokna sum smakkroyndir, men fara tit fyrst í gongd, tá ið barnið er um seks mánaðir, skal tað skjótt venja seg við nýggjar matvørur og størri verðir. Tað er barnið búgvið til júst tá.

Næsta føðin

So líðandi fær barnið so mikið tamarhald á vørrum og tungu, at tað kann fara at tyggja matin og drekka úr koppi og ikki stoyta niður.

Tá ið barnið er meira enn seks mánaðir, skal maturin vera bleytur og morlaður við gafli. Hann skal skjótt gerast grovari, so at barnið venist við at tyggja. Samstundis sum barnið fær ymiskan mat, gera tit verðirnar størri, so at nú er talan um smáar máltíðir og ikki bara smakkroyndir. Bjóðið tí mong ymisk sløg av grønmeti og frukt saman við ymsum sløgum av greyti. Frá tí at barnið er seks mánaðir, skal tað fáa jarnríkan mat, t.e. kjøt og fisk dagliga til tær flestu máltíðirnar. Skiftið kanska við hvørt ímillum heimakókaða greytin og jarnríkaðan handilsgreyt.

Tá ið barnið er 6-8 mánaðir, skal tað fáa at eta 3-5 ferðir dagin. Skerjið so líðandi talið av fløskumáltíðum, so hvørt sum barnið fær meira og meira mat og fleiri máltíðir. Bróstageving um náttina kann minka, lata tit barnið fáa morl og greyt um dagin.Tá ið barnið er um átta mánaðir, kann tað tyggja m.a. rugbreyðsbitar, og maturin skal ikki longur vera morlaður.

Nøkur børn fáa trekan maga, tá ið tey byrja at fáa fasta føði. Hendir tað, kunnu tit lata tað fáa meira vatn og eisini havragreyt ella breyðsuppu við nógvum tægrum. Tosið við læknan ella heilsufrøðingin um trupulleikan, hevur barnið framvegis trekan maga.

Ført fyri at drekka úr koppi

Tá ið barnið er 5-6 mánaðir og fer at eta, kunnu tit samstundis læra tað at drekka vatn úr koppi. Tað er ikki longur neyðugt at kóka vatnið. Roynið gjarna eisini at lata eitt sindur av eftirgjørdari móðurmjólk í koppin, so tað venist við mjólkarsmakkin í koppi.

Tá ið barnið hevur fingið, skal tað framvegis fáa bróst ella fløsku við eftirgjørdari móðurmjólk, til tað er um ársgamalt.

At frysta og tiðna matin hjá barninum

Tit kunnu frysta smáar veðrir av mati hjá barninum og tiðna teir aftur eftir tørvi. Nýtið altíð pakkitilfar, sum er ætlað at goyma frystan mat í. Lesið vegleiðingina ella hyggið eftir Glas- og gaffil-tekninum.

  • Kølingin og frystingin av matinum hjá barninum skal fremjast skjótt fyri at minka um bakteriuvøksturin í matinum.

  • Bakkar við ísterningum eru góðir, men kanna, um teir eru ætlaðir til matvørur.

  • Matur kann goymast í ein mánað í 18 stiga frosti.

  • Pinkubarnamatur, sum hevur verið tiðnaður, má ikki frystast aftur. Leivdir skulu burtur.

  • Kjøt- og fiskakendur matur skal tiðnast í eini skál í køliskápinum – ella í plastposa í køldum vatni, skal tað ganga skjótt (ikki í heitum vatni, tí vandi er fyri bakteriuvøkstri).

  • Vita fyrst, hvussu smakkar. Nýt aðra skeið enn barnið.

  • Greytur kann eisini frystast í smáum verðum, men bíða við at lata eftirgjørda móðurmjólk útí, til hann er tiðnaður.

Pakkitilfar til heimagjørdan mat
Pakkitilfar til heimagjørdan mat

Tá ið tit gera mat, skulu tit altíð nýta innpakking, borðbúna og køksbúnyttur, ið eru ætlað til matvørur.

Hyggið eftir Glas- og gaffil-tekninum og fylgið leiðbeiningini.

D-vitaminir

Minnist til at geva barninum D-vitamindropar. Sí her.

Jarn

Tit skulu bara geva barninum jarnískoyti, um tað er føtt ov tíðliga, ella um tað vigaði undir 2500 gramm, tá ið tað var borið (sama um tað var føtt ov tíðliga ella rættstundis, termin). Tosið við heilsufrøðingin um hetta, eru tit í iva.

Setur barnið í hálsin
Setur barnið í hálsin

Setur barnið okkurt í hálsin og fær ikki hosta tað upp:

  • Legg barnið sum víst á tekningini og gev tí 5 duk við flatari hond millum herðabløðini.

  • Kemur fremmandalikamið ikki upp, legg so barnið á ryggin og trýst 5 ferðir á niðasta 1/3 á bringubeininum.

  • Skift millum 5 duk á ryggin og 5 trýst á bringuna, til fremmandalikamið kemur upp.

Dregur barnið ikki anda:

  • Ring 112
Sleppa undan at fáa nakað í rangastrúpan

Gevið ikki barninum harða føði, fyrr enn tað er 3 ár. Tað geldur peanuts, nøtir, popcorn, ráar gularøtur – heilar ella bara smáar kubbar – og tílíkt. Tey kunnu seta seg føst í hálsin og kvala barnið, ella tey kunnu koma í rangastrúpan og verða orsøk til ringan lungnabruna.

Nøtir, ráar gularøtur o.t. kunnu bara brúkast, um tær eru blendaðar, rivnar ella karvaðar.

Gev tær far um, at víndrúvur skulu skerast í petti eftir longdini, tí tær kunnu, um illa vil til, setast í hálsin og kvala barnið. Bein allar víndrúvukjarnar burtur, tí teir kunnu vera orsøk til herviligan lungnabruna, fær barnið teir í rangastrúpan.

Ansa eftir, at maturin annars er skorin sundur í hóskandi bitar, so at barnið framvegis hevur nakað at tyggja, uttan at tað kann seta í hálsin. Sit altíð saman við barninum, meðan tað etur