Matur 9-12 mánaðir

Matur 9-12 mánaðir

Nú kann barnið sum heild eta sama mat sum hini í húskinum. Barnið hevur tørv á 6-7 máltíðum um dagin fyri at vaksa, sum tað eigur.

Um gjørligt, etið so saman. Barnið nýtur at eta saman við tykkum og fáa tað sama, tit fáa, og sum hóskar til barnið. Gevið tí møguleika at eta sjálvt við eini lítlari skeið ella fingrunum.

Maturin á borðiskinum hjá barninum

Til hvørja máltíð eigur hetta at vera við:

  • breyð, grýn, epli ella pasta

  • grønt og/ella frukt

  • móðurmjólk ella eftirgjørd móðurmjólk í koppi

Til morgunmatar og nátturða:

  • kjøt ella fiskur

Blandið ikki matin saman á borðiskinum, men latið barnið læra at kenna tær ymisku matvørurnar. Góðtakið um okkurt er, ið barninum ikki dámar, men haldið fram við at geva tí tað av og á, og ansið eftir, um matarlysturin er nakað broyttur. Gevið nógv ymisk sløg av grønmeti og frukt, so at barnið lærir, at matvørur smakka ymiskt. Tað er við til at byrgja fyri kræsni.

Matarlysturin hjá barninum kann vera ógvuliga óstøðugur hesa tíðina. Gevið bara góðan og føðsluríkan mat – so fær barnið tey føðsluevni, sum tí tørvar.

Fiti í matinum

Lat eina tsk. av olju, smøri ella blandingsúrdráttum í fyri hvønn verð av heimagjørdum greyti ella grønmetismorli, til barnið er ársgamalt. Brúka fyri tað mesta plantuolju og blandingsdúrdráttir, av tí at barnið frammanundan fær nakað av dýrafiti úr mjólkini, men síggj til eisini her at skifta ímillum.

Keypt morl og keyptur greytur skulu ikki fáa eyka feitt latið útí; vørurnar hava ta røttu samansetingina.

Barnið skal hava eitt sindur av eyka fiti í matin, tí tað hevur tørv á nógvari orku (joule/kaloriur) fyri at vaksa og røra seg (t.d. grulva). Samstundis kann tað enn ikki eta serliga stórar verðir. Feitt gevur mestu orku, so við at síggja til at nóg nógv feitt er í matinum, vissa tit tykkum um á lættan hátt, at barnið fær nóg nógva orku

Tægrar í kostinum

Tað lítla barnið kann fáa leyst lív av ov tægraríkum kosti. Serliga tey, sum fáa nógvan greyt, fullkornsbreyð ella ríviligt av grønmeti og frukt. Eisini músli, rosinur, rís, pasta og bjølgfrukt eru tægrarík. Gevið barninum breyð við ongum sjónligum kjarnum.

Rosinur – men ikki ov nógvar

Barnið má gjarna fáa rosinur, men ikki meira enn 50 gramm um vikuna, sum svarar til ein lítlan rosinupakka. Rosinur innihalda eitt slag av soppaeitri, ið barnið bara tolir í smáum mongdum, men sum ikki er skaðiligt, er nøgdin avmarkað.

Fruktviðskeri og onnur turkað frukt innihalda ikki hetta soppaeitrið.

Mjólk

Til barnið er ársgamalt, skal tað fáa antin móðurmjólk ella eftirgjørda móðurmjólk. Henda mjólkin er týðandi partur av føðini hjá barninum, sjálvt um tað eisini fær fasta føði. Fyrsta, ið barnið hevur fylt eitt ár, kunnu tit geva tí millummjólk.

Tað verður viðmælt, at barnið lutvíst fær bróst, til tað er ársgamalt og gjarna longur, trívast mamman og barnið við tað.

Fær barnið eftirgjørda móðurmjólk, skal tað helst venjast frá fløsku í seinasta lagi, tá ið tað er ársgamalt, tá ið tað hevur tørv á at fáa síni føðsluevni úr veruligum mati.

Tá ið barnið er níggju mánaðir, skal tann samlaða mjólkarmongdin minka úr umleið ¾ litri um samdøgrið og niður í 3,5-5 dl um samdøgrið, tá ið barnið er ársgamalt.

Mjólkarúrdráttir

Tit kunnu geva jogurt, rómastamp ella A 38 sum er grundað á nýmjólk og inniheldur lítið av eggjahvítaevnum. Soltnir úrdráttir úr súrgaðari mjólk við nógvum eggjahvítaevnum – t.d.hvíta, lættihvíta, fromasja, frais, skyr og kultura – kunnu tit í fyrsta lagi geva, tá ið barnið er tvey ár til tess at sleppa undan, at tað fær ov nógv eggjahvítaevni.

Fruktsopar og frukt í klemmipakkum

Klemmipakkar við frukt innihalda ógvuliga nógvar kaloriur. Helst man tað vera so, tí at væta og tægrar í fruktini eru fingnar burtur, og frukt við høgum kaloriuinnihaldi verður nýtt. Tað kunnu vera dupult so nógvar kaloriur í einum klemmipakka sum í einum súrepli og einum sukurinnihaldi millum 84% og 95%.

Klemmipakkarnir mugu tí metast sum ein biti (snack), ið smá børn ikki hava tørv á. Hesin bitin kann taka matarlystin frá tí rætta matinum og sostatt elva til, at barnið hevur ikki rúm í maganum, tá ið máltíðirnar koma fyri.