Matur í skiftistíðini

Matur í skiftistíðini

Greytur

Greytur

Tit kunnu geva greyt kókaðan av maismjøli, bóghveitimjøli ella hirsiflykrum. Hetta eru góð kornsløg at byrja við. Skiftið millum ymiskar úrdáttir av greyti, og hann skal vera tunnur tær fyrstu ferðirnar, so at barnið fær hann lættari av skeiðini.

Gevið ikki rísgreyt hvønn dag, tí rís inniheldur ólívrunnið arsen, ið kann økja um vandan at fáa krabbamein.

  • Síggj til, at barnið ikki fær greyt, sum rís er í, hvønn dag.

  • Latið ikki barn undir trý ár fáa rísdrykk ella rískeks.

Liðuggjørdir úrdráttir úr greyti

Tit kunnu saktans nýta teir lidnu úrdráttirnar úr greyti ta fyrstu tíðina, tá ið barnið m.a. skal læra, at maturin smakkar øðrvísi enn tann søta móðurmjólkin. Greytaúrdráttirnir hava ofta søtan smakk og eru sum bleytt deiggj. Brúkið heldur heimakókaðan greyt, tá ið barnið er komið væl á lagið, hava tit ikki kókað hann longu frá byrjanini. Bæði smakkur og tjúkd eru meira skiftandi, tá ið tit sjálv kóka greytin – tað byrgir fyri kræsni. Tit kunnu halda fram at nýta teir jarnríkaðu, liðuggjørdu greytaúrdráttirnar til skiftis við tann heimakókaða greytin.

Grønmetismorl

Í staðin fyri at geva greyt sum ta fyrstu føstu føðina, kunnu tit byrja við bleytum kremkendum grønmetismorli. Epli, gularót, blómkál og brokkoli eru góð at byrja við. Tit kunnu eisini geva góða morlaða avokado, sum hevur mildan smakk. Epli kunnu tit morla við einum gafli. Tað kókaða grønmetið kunnu tit morla og blanda við eplamorli. Maturin skal skjótt gerast grovari, so at barnið fær nakað at tyggja. Og skjótt kunnu tit seta tey ymisku sløgini av grønmeti á borðið hvørt fyri seg á borðiskinum, so at barnið kann læra at kennna smakkin av hvørjum slagi.

Frá tí at barnið er seks mánaðir, kann tað eta øll sløg av grønmeti. Men verið pírin við spinati, reyðrót, sellarí og fennika, sum innihalda nitrat, og tí mugu tey í mesta lagi vera 1/10 av morlinum. Barnið má gjarna sjálvt eta við fingrunum, tá ið tað vísir áhuga fyri matinum – samstundis sum mamma ella pápi hjálpa til við skeiðini.

Fruktmorl

Flestum børnum dámar tann søta fruktsmakkin. Tit kunnu geva fruktina morlaða, rivna ella kókaða. Hesar mildu fruktir eru góðar til tann fyrsta matin: banan, ferska, melón, súrepli og pera. Hesar seinast nevndu kunnu eisini kókast til morl. Gott fruktmorl skal etast við tað sama. Kókað fruktmorl heldur sær einar tveir dagar í køliskápi. Kókað súrepla- ella perumorl ber væl til at frysta og kann gerast til í størri nøgdum.Tað er gott at geva frukt saman við greyti ella sum ”omaná” eftir grønmetismáltíð við kjøti ella fiski. Tað fremur upptøkuna av jarni í matinum.

Kjøt

Tá ið barnið er seks mánaðir, skal tað fáa kjøt ella fisk dagliga til tess at fáa nóg nógv jarn. Latið at byrja við heilt smátt skorið kjøt upp í grønmetismorlið. Skiftið millum ymisk sløg av kjøti og síggið til, at tað verður væl gjøgnumhitað og ikki rátt innan. Tá ið barnið tyggir væl, skal kjøtið bara skerast í hóskandi smáar bitar.

Fiskur

Tað er gott fyri barnið at fáa fisk, tí í honum eru mong týðandi føðsluevni. Tað besta er, um barnið fær skiftandi bæði av feitum fiski sum laksi, sild og makreli og av soltnari fiski sum, seiði, skrubbu, reyðsprøku og toski. Børn undir trý ár mugu ikki fáa tunfisk, hvørki sum búff ella úr blikki. Tey skulu heldur ikki fáa aðrar rovfiskar. Orsøkin er vandin fyri kyksilvureitran.

Drekka

4-5 mánaðir

Móðurmjólkin ella eftirgjørda móðurmjólkin er týdningarmesti ”maturin” fyri barnið hetta tíðarskeiðið. Barnið kann nú eisini fáa vatn úr kalda krananum, t.d. um heitt er í veðrinum. Tá ið tað er fimm mánaðir, kann tað fara at venja seg við at drekka úr koppi.

6 mánaðir

Til máltíðirnar kann barnið fáa vatn ella eftirgjørda móðurmjólk í koppin. Bróst ella fløska verður givin eftir tørvi, t.d. eftir máltíðirnar og seint seinnapartin. Tíðliga á morgni og fyri songartíð kann barnið fáa bróst ella eftirgjørda móðurmjólk.

Brúkið bara suttufløsku til vatn, eftirgjørda móðurmjólk ella áður mjólkaða móðurmjólk. Roynið at sleppa undan at geva saft, djús og aðrar søtar drikkir, tí tey sløgini kunnu fáa tenninar at brenna og innihalda nógvar kaloriur við ongum føðsluevnum. Tey kunnu har afturat eisini forða fyri tí rætta matinum, drekkur barnið seg mett av søtum drekka.