Parlag og heimalív

Parlag og heimalív

Er hetta tykkara fyrsta barn, fara tit kanska at síggja heilt nýggjar síður hvør av øðrum og parlagnum. Eiga tit onnur børn, so hava tit roynt tað fyrr og skulu nú til at geva hesum nýggja barninum rúm og samstundis hava umsorgan fyri tí eldra barninum.

Í eina tíð fer barnið at fylla mest í tykkara gerandisdegi, og tað verða færri stundir til frítíðaráhugamál o.a.

At vera góð og ymislig foreldur

Barnið hevur tørv á tí, ið tit, hvør í sínum lagi, kunnu koma við og geva tí sum foreldur. Tit skulu ikki royna at vera eins.

Sum mamma hevur tú undandragið, tí tú hevur verið við barn og merkt barnið í móðurlívi. Gevur tú bróst, hevur tú barnið nógva tíð í fanginum, og kennir skjótt tekini, tað sendir.

Sum pápi kemur tú heilt tætt at tínum nýfødda barnið, tá ið tú skiftir blæu á tí, troystar og rurar tað í svøvn. Barninum dámar væl at nerta við húðina og kenna kropshitan av tær, tí er tað gott hugskot at opna skjúrtuna og halda barninum tætt inn at kroppinum. Roynir tú frá fyrsta degi at vera nógv saman við barninum, ert tú skjótt líka nær tí sum mamman, sum gevur at súgva. Tað er ein stórur fyrimunur fyri tykkum øll trý – og ikki minst sambandið millum foreldrini, at tú soleiðis vísir familjuni stóran áhuga og mammuni samanhald, eisini tá ið tað ikki gongur so væl, og øll eru troytt.

Er tað tú sum mamma, ið er mest saman við barninum, royn so at geva nakrar av tínum fyrimunum frá tær, tá ið pápin er heima. Tað verður til gagns fyri bæði teg, barnið og pápan. Halt fram við at geva barninum kærleika og umsorgan, men tak eisini pápan við, sum er fullbúgvin til at troysta og geva tí umsorgan.

Sum pápi skal tú ikki kenna tað sum ein ósigur, um tað lítla barnið í tíðarbilum dámar betur mammuna enn teg. Støðan broytist, og barnið fer skjótt at síggja teg sum ein spennandi valmøguleika. Ansa eftir, um barninum tørvar okkurt, og "lurta" teg fram til, hvat tú kanst gera fyri at geva tí umsorgan.

Virð eisini tað, at barnið skal fáa ró. Tá ið barnið hyggur burtur, geispar, blundar ella fer at gráta, kann tað verða tekin um, at tað vil hava frið eina løtu – bæði fyri pápa og mammu.

Parlagið

Nógv pør uppliva, at kærleikin teirra millum broytist, eftir at barnið er føtt. Nøkur pør fáa djúpa samhoyring, trúfesti og takksemi sínámillum, tí tey síggja og gleðast um alt tað, hin parturin hevur við sær til ta lítlu, nýggju familjuna. Kærleikin fær nýggja dýpd og týdning.

Onnur pør uppliva tað, at kærleikin, ið gongur báðar vegir, hevur hug at drála á eitt sindur, tí at kenslurnar fyri tí lítla barninum fylla alt. Kærleikin tykkara millum er ikki burtur, men hevður ein steðg, meðan báðir partar eru fult upptiknir av barninum. Seinni, tá ið dagliga lagið kemur aftur, finna tey kærleikan sínámillum aftur.

Og aftur onnur uppliva nýggjar og óvæntaðar kenslur sum t.d. einsemi og nakað av øvundsjúku mótvegis barninum, ið hevur fingið fyrstapláss hjá pørtunum.

Ver opin um tínar egnu kenslur og vís virðing fyri teimum hjá hinum partinum.

Stundum kann tað vera trupult

Familjulívið kann eisini gerast eitt vónbrot, samsvarar væntanin til hin partin ikki við veruleikan. Tað kann tyngja parlagið, serliga um tit ikki eru opin um málið.

Ov lítil svøvnur er vanligur hesa tíðina, nú barnið skal fáa at súgva og skiftast á um náttina. Og ov lítil svøvnur kann gera tykkum meira erkvisin og ilsk og verða orsøk til deilingar.

Tað verður minni tíð til at vera sum fríggjarafólk og hava eitt kynslív. Broytingar í kvinnukroppinum kunnu eisini hava týdning, serliga ta fyrstu tíðina. Møði, deilan og ótrygd viðvíkjandi kropsligum og kensluligum broytingum kunnu geva minni hug til kynsliga samveru eina tíð.

Sita tit ikki væl í tí og hava kanska fíggjarligt ella arbeiðsligt høvuðbrýggj, so eru tað eisini avbjóðingar, sum kunnu gera heimalívið truplari fyri tykkum eina tíð, til tit vita, hvar tit standa sum familja.

Áhugamál í frítíðini o.a. saman við vinum hevur nú kanska ikki sama áhuga sum fyrr – serliga ta fyrstu tíðina við barninum, tá ið alt er nýtt, og tíðin knøpp. Best er at fyrreika seg til at vera í bíðistøðu eina tíð, og so njóta, um tað við hvørt kortini ber til.

Síggið til at tosa opið saman. Komið hvør øðrum til møtis og vísið álit og samstarvsvilja, troytið møguleikarnar, tit hava, og leggið gerandisdagin til rættis í felag. Kanska kunnu tit fara lættligari um reingerð og at keypa inn, ella hvussu nógv arbeiðið skal fylla í tilveruni. Kanska kann familjan hjálpa tykkum ella fáa lønta hjálp uttanhýsis?

Tit kunnu kanska biðja abbar og ommur ella vinir hjálpa tykkum at passa tað lítla, tá ið tørvur er á tí?

Halda tit, at tit eru komin í eina ónda ringrás og ikki sjálv megna at koma burtur úr henni, tosið so við heilsufrøðingin, familjuna ella góðar vinir um, hvat kann gerast.

Húski eru so ymisk

Tá ið henda kunningin tekur støði í kjarnuhúskinum við einari mammu, einum pápa og einum ella fleiri børnum, so er tað tí, at hetta slagið av familju enn er tað vanligasta. Men kunningin vendir sær til øll foreldur, sama hvat kynið er, og um tit hava felags bústað ella ikki. Í tekstinum verður skift ímillum "tú" og "tit" alt eftir, hvat ið er natúrligast í samanhanginum.

Í grannalondunum er mangir ymiskir familjuhættir. Í Danmark eru t.d. 37 ymiskir familjuhættir, og heruppí eru roknað støk foreldur og pør við samanfluttum børnum.

Hava tit samanflutt børn

Umleið fjórðahvørt barn í Danmark undir 17 ár livir í samanfluttum húski við hálv- ella stjúksystkjum. Fyri at fáa familjuna at trívast, hevur tað týdning at fata og geva seg undir tær kenslur, sum kunnu vera í samanfluttari familju við einum lítlum, nýggjum barni – eisini teimum truplu kenslunum. Verið áhugað, havið tol við børnunum og hvør við øðrum. Tosið saman um, hvussu tit kunnu fáa tað at bera til.

Ert tú einsamøll um barnið
Ert tú einsamøll um barnið

Tú kanst vera einsamøll um barnið, antin tí tú frá byrjan hevur gjørt av at fáa barnið einsamøll, ella tí at parlagið helt ikki. Sama um tú kennir pápan ella ikki, er tað eitt gott hugskot at hugsa um, hvussu tú vilt umtala hann. Barnið fer at spyrja eftir honum, tá ið tað er nóg stórt og sær, hvussu ymsu húskini eru samansett. Fá gjarna pápan við frá byrjanini, ber tað til. Tak annars støðu til, hvussu hann skal verða umtalaður, so at barnið kennir søguna um sítt upphav.

Nýggj stúran

Foreldraskapur letur upp fyri nýggjum evnum at gleðast um og at stúra fyri, sum ikki er vitað um fyrr, ella stúran av øðrum slag. Har kveikjast eymar og heitar kenslur, men eisini stúran um framtíðina, barnsins menning og trivnað og um viðurskifti í nærumhvørvinum, sum kanska ikki fyltu so nógv fyrr, t.d veðurlagsbroytingarnar.

Eisini kunnu pína, angist og sorg standast av at fáa eitt barn. Barnið kann gerast sjúkt ella ófullført, og tankarnir um, at tit kunnu missa tað, kunnu fylla nógv, sjálvt um tað hendir ógvuliga sjáldan her á landi.

Angist og tregar eru tungar kenslur, sum tað kann hjálpa at tosa við onnur um. Sama er at siga um óttan fyri ikki at vera nóg góð til at røkta og ala barnið. Foreldur kunnu styrkja sjálvsálitið við tað, at tey frammanundan hava fingið sær kunnleika um, hvussu barnið mennist í stigum. Tað kann vera hent at venda sær til familju, vinir, heilsufrøðingin, námsfrøðingin, læknan ella onnur, tit hava álit á.

At brúka annara royndir beinleiðis kann tó vera trupult. Kanska hava tit eina aðra hugsan um t.d. uppaling, sum ger, at tit fara at nýta tann mátan, tykkum tykir best. Brúkið tykkara fatan, so fáa tit skil á, hvat hóskar tykkum best.

Hevur tú ella tit bæði ilt við at kenna nakra gleði ella samleika við barnið, so hava tit møguliga brúk fyri hjálp at viðgera tær nógvu kenslurnar. Tað kann vera burðartunglyndi, sum nógv, bæði mammur og pápar uppliva – og tað kann nakað gerast við. Tosa við heilsufrøðingin ella læknan um, hvussu tú hevur tað. Teir vita, hvar møguleiki er fyri at fáa hjálp.

Systkin
Systkin

Hevur barnið eldri systkin, hava tit har eina serliga uppgáva at styðja sambandið millum børnini, so at tað kann mennast og styrkjast. Sambandið millum systkin skal verða bygt spakuliga upp.

Tað hevur eisini týdning at skilja kenslur og atburð (reaktión) hjá eldru systkjunum. Tilvera hjá eldru systkjunum broytist fullkomuliga, tá ið tey skulu vera uppi í umsorganini hjá foreldrunum fyri tí lítla, nýggja barninum, sum øll eru so burtur í. Flestu eldri systkin verða við hvørt øvundsjúk. Tit kunnu styðja barnið og geva tí møguleika at greiða frá sínum kenslum. Sig, at tað er í lagi onkuntíð at vera óður við tað lítla, royn ikki at skelda, og sig við tað stóra barnið, at tað er frálíka gott at hava eitt stórt barn, sum kann spæla o.s.fr. Vís tí stóran samhuga og ans. Fá tað stóra barnið við upp í ansingina av tí lítla.

Pápin kann kanska passa tað lítla, so at mamman eisini fær tíð til tað eldra barnið - og øvut. Barnið kemur ígjøgnum øvundsjúkuna, tá ið tað sær, at tað lítla barnið er ikki bara ein kappingarneyti men eisini ein spælibróðir, og at kærleiki og umsorgan foreldranna er ikki horvin.

Abbar og ommur

Í mongum barnahúski hava abbar og ommur ein stóran og týðandi leiklut, og serliga um tey búgva nærindis. Tey gomlu kunnu t.d. vera góð at heita á at ansa børnunum og veita aðra hjálp. Eitt gott og tætt samband við gamla ættarliðið kann eisini vera til stóra gleði fyri barnið, sum fær størri familju og fleiri ættarlið at kenna. Heimalív tvørtur um ættarliðini kann gerast eitt rættiliga týðandi grundarlag fyri barnið og tykkum.

Summi kunnu hava eitt sindur fjart samband við foreldrini, og tá kann koman av einum nýggjum barni í familjuni ofta knýta ættarliðini betur saman. Tey flestu uppliva tá at hoyra saman av nýggjum við tað eldra ættarliðið, tí kærleikin og áhugin fyri barninum knýtir tey saman. Nøkur nýggj foreldur kunnu tó kenna tað sum ov mikið av tí góða, tá ið tey eldru so fegin vilja vera nógv uppií hjá teim ungu.

Tosið tykkara millum og við tey gomlu, um tey ynski, tit hvør í sínum lagi hava til heimalívið. Greiðið frá, hvørjum tit hava tørv á, og lurtið eftir tí, tey gomlu siga, og tá kunnu bondini millum ættarliðini styrkna.

Hvussu nýta tit tíðina?

Roynið at gera eina talvu. Fyllið út tíma fyri tíma í eitt samdøgur við tí, ið hendir. Hvat ger barnið? Hvat gera mamma og pápi? Hvørjar uppgávur skulu loysast?

Tosið so um, hvussu tit býta uppgávurnar, so at tit bæði eru so nógv sum gjørligt saman við barninum, men at eingin verður ovbyrjaður. Ert tú eina um barnið, kann tað hjálpa tær at fáa greiðu á, hvørjum tú serliga hevur brúk fyri hjálp til.