Pinkubarnarøkt

Pinkubarnarøkt

Kanska hava tit ongantíð áður hildið á einum nýføðingi. Ella skift blæu. Takið barnið inn at tykkum. Kennið tann fína angan og ta bleytu húðina á tí. Tit fáa av tykkum sjálvum størri tryggleika at gera tað, barnið hevur tørv á, tá ið tit eru tætt saman. Og hvussu tit skulu bera tykkum at, ber til at lesa á heimasíðuni.

Halda barninum
Halda barninum

Í byrjanini eru hálsvøddarnir á barninum ov veikir, at teir sjálvir kunnu halda høvdinum. Tá ið barnið er á arminum, og tá ið tað fær bað, er tað heilt umráðandi at styðja høvdið.

Hugsið eisini um, at barnið sissast við at verða tikið í føvningin ella húð móti húð og við at hoyra hjartasláttin á tær. Halt barninum væl og róliga, kanska sveipað inn í eitt lítið teppi.

Sova við barninum
Sova við barninum

Tað tryggasta staðið hjá einum pinkubarni at sova í er í egnari song í sama rúmi sum foreldrini, sí tekningarnar:

Legg barnið helst næst fótalagnum í sínari song. Brúkið helst ikki leys teppi o.a, sum barnið kann fløkja seg uppí í svøvni. Barnið skal sova undir síni egnu, løttu pinkubarnadýnu.

Vilja tit hava barnið at sova við tykkum, latið tað so sova millum annað tykkara og barnasongina – so at eingin vandi er fyri at detta niður ímillum tær báðar sengurnar, sí tekningina.

Songin skal vera nóg breið, so at barnið hevur líka so gott rúm at sova á, sum lá tað í síni egnu song, og so at eingin vandi er fyri, at tað verður kleimt av tykkum í svøvni. Madrassurnar skulu vera fastar og liggja væl at, best er ein stór madrassa. Eldri systkin og kelidýr skulu ikki sova saman við pinkubarni.

Byrgja fyri vøggudeyða
Byrgja fyri vøggudeyða

Fylgið altíð hesum ráðum, sum minka munandi um vandan fyri vøggudeyða:

  • Leggið altíð barnið á ryggin at sova.

  • Latið ikki barnið fáa tubbaksroyk í seg.

  • Síggið til, at barnið ikki hevur tað ov heitt, tá ið tað svevur.

  • Barnið skal ikki sova millum foreldrini um náttina.

Byrgja fyri at fáa flatt ella skeivt høvd
Byrgja fyri at fáa flatt ella skeivt høvd

Bleytu beinini í pinkubarninum verða ávirkað av, hvussu høvdið liggur á undirlagnum. Liggur barnið alla tíðina í somu støðu, kann høvdið fáa skeivt skap ella flatan nakka.

Venjið eisini barnið at liggja á búkinum, tá ið tað er vakið. Tað styrkir vøddarnar í nakka og ryggi og byrgir eisini fyri, at barnið fær skeivt høvd. Tá ið barnið liggur á rygginum, hevur tað týdning at ansa eftir, at andlitið vendir við hvørt til høgru og stundum til vinstru. Tað byrgir fyri, at bara onnur síðan á skallanum verður trýst ov nógv móti undirlagnum.

Lappar, bummullarlappar og vætulappar
Lappar, bummullarlappar og vætulappar

Nýtið skúm- ella bummullarlappar og lunkað vatn, tá ið barnið skal vaskast. Nýtið bara sápu og krem, tá ið tað gerst neyðugt. Brúkið helst bara vætulappar, tá ið tit eru og ferðast.

Fáið tykkum, ber tað til, vætulappar við ongum luktilsi ella íblandingarevnum í.

Skifta blæu
Skifta blæu

Nýtið blæuskiftið sum høvi "at tosa við" barnið, hava eygnasamband, smílast og hjúkla um barnið. Fortel barninum, hvat tú gert ella, hvat tú kanst finna uppá. Røddin á tær sissar barnið og ger tað trygt.

Tað liggur væl fyri at skifta blæu á barninum í framhaldi av máltíðini. Tá ið barnið hevur "ropað seg liðugt", er tíð at skifta blæu.

Blæan skal skiftast, tá ið hon er vát, ella skarn er í.

Vanliga er tað um 6-8 ferðir um samdøgrið. Tað er umleið triðjahvønn tíma um dagin, meðan tit um náttina kunnu hjálpast við at skifta, hevur barnið pissað ígjøgnum ella havt opning.

Fáið tykkum altíð blæur og annað til barnarøktina við ongum luktilsi í. Takið svanamerkið, liggur tað fyri.

Ikki fyrr enn barnið er um 2-3 ár, byrjar tað at fáa tamarhald á bløðru og tarmum.

Soleiðis skiftir tú blæu:

  • Tak ta brúktu blæuna av barninum. Legg hana saman um innihaldið og bein hana í eina blæuspann við loki.

  • Vaska barninum við vatti, sum er vundið upp, serliga meðan tað er heilt nýføtt ella hevur reyða rumpu.

  • Annars kanst tú nýta einnýtislappar ella bundnar bummullarlappar.

  • Brúka lunkað vatn við ongari sápu. Brúka bara sápu til skarn. Sápan skal vera mild við ongum luktilsi.

  • Minst til at skola sápuna væl og virðiliga burtur aftaná.

  • Turka húðina varisliga turra við eini toyblæu ella einum bleytum handklæði.

  • Legg nýggja blæu á og lat barnið í aftur.

  • Enda við at vaska tær um hendurnar.

Nalvarøkt
Nalvarøkt

Eftir føðingina verður nalvastrongurin kvettur, og eftir situr ein lítil stumpur, sum eftir fáum døgum tornar upp og at enda dettur av. Ongar nervar eru í stumpinum, og tí fær barnið ikki ilt, nerta tit við hann.

Best er at lata nalvastumpin fáa frið, til hann dettur av. Lat vera at hylja hann við blæuni, og síggj til at halda hann turran. Tað kann bløða eitt sindur, tá ið hann dettur av. Tað hevur einki at siga.

Fer tað at seyra úr stumpinum, ella luktar tað eitt sindur, kunnu tit vaska hann við kókaðum, lunkaðum vatni t.d. á einum vattpinni, men annars skulu tit einki gera. Flestu foreldur eru eitt sindur ósikkur viðv. nalvanum. Heilsufrøðingurin hjálpir gjarna til á fyrstu vitjanini, er tørvur á tí.

Ropa
Ropa

Tá ið barnið sýgur mammuna ella fær fløsku, svølgir tað samstundis nakað av luft. Kemur luftin ikki uppaftur sum rop, kann tað geva magapínu, ella barnið kann klíggja mjólkina uppaftur. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógv børn ropa, og nøkur børn hava lætt við at ropa eftir máltíðir, onnur skulu bara læra tað.

Tú kanst t.d. halda barninum upp móti økslini og klappa tí varisliga á ryggin ella halda barninum framman fyri teg og vagga tí eitt sindur aftur og fram, meðan tit "práta saman" og bíða eftir ropinum. Roynið bara sjálv. Tað er eingin røtt ella skeiv ropistøða.

Bað og vask
Bað og vask

Tað er ikki neyðugt at baða einum pinkubarni ella vaska tí um allan kroppin dagliga. Tað er óneyðugt og turkar eisini ta eymu húðina upp.

Tá ið barnið av og á skal fáa bað, kunnu tit bera tykkum soleiðis at:

  • Verið tvey um at baða barninum tær fyrstu ferðirnar. So kann annað halda barninum, meðan hitt tekur sær av baðnum, klæðum at skifta við o.ø. Vaskið hendurnar, áðrenn tit byrja.

  • Síggið til, at rúmið er fjálgt og hóskandi heitt, latið vindeygu og hurðar aftur, so eingin gjóstur verður.

  • Finnið alt fram, ið skal brúkast: baðikar til pinkubarn, bleytt baðihandklæði, klæði at skifta við, reina blæu o.s.fr.

  • Gerið baðivatnið klárt: Vitið við alboganum ella baðivatnsmátara, at vatnið er 35-37 stig. Kennist vatnið væl á alboganum, er hitin í lagi.

  • Latið barnið úr, tá ið alt er til reiðar. Barnið skal ikki liggja nakið og bíða. Greiðið barninum frá í róligum tóna, hvat skal henda.

  • Halt barninum trygt: Lat høvdið á barninum hvíla á tínum undirarmi, meðan tú heldur um yvirarmin á tí, ið vendir burtur frá tær.

  • Set barnið varisliga niður í vatnið. Vatnið má gjarna koma upp á búkin. Síggj til at fáa vatnið inn í húðarfaldirnar á barninum. Nýt annaðhvørt hendurnar ella ein lappa at vaska barninum við. Ikki brúka sápu, tí hon turkar húðina.

  • Ansið alla tíðina eftir, hvussu barnið letur við seg koma. Tað skal ikki vera ringt ella ræðandi. So er betri at gevast við baðnum og royna seinni.

  • Pjátrið við barnið, meðan tað fær bað.

  • Takið barnið skjótt upp úr baðnum, og áðrenn vatnið kólnar. Tey fyrstu baðini vara kanska bara einar tveir minuttir.

  • Balla barnið inn í mjúkt baðihandklæði og turka tí væl.

Høvuðkeldurnar

Pinkubarnaskallin er enn ikki heilt samanvaksin, men er í beinplátum, sum í føðingini verða trýstir saman, tá ið høvdið fer gjøgnum burðarliðirnar. Millum pláturnar eru teir "bleytu blettirnir", keldurnar (fontanellur). Barnið hevur heilar seks keldur – tann størsta er ovast á skallanum og verður ofta nevnd tann bleyti bletturin. Hann veksur saman av sær sjálvum og lokast, tá ið barnið er um 1-1½ ár. Yvir høvuðkeldunum liggja sterkar hinnur, ið eru undir húðin, so tykkum nýtist ikki skýggja tær, tá ið tit turka um hársvørðin á barninum við vátum lappa.

Skónir

Hárskónir eru grátt /brúnligt flus í hársvøðinum, sum skriðar og er óbehagiligt fyri barnið. Skónir kunnu fyribyrgjast við at gníggja, massera hársvørðin væl dagliga og greiða barninum við tættkambi. Eru skónir fyrst komnar, skulu tær fáast burtur við olju, ið loysir skónirnar. Latið oljuna vera á nakrar tímar, og greiðið síðani barninum við tættkambi, so at skónirnar verða tiknar burtur. Viðgerðin kann verða endurtikin, fáa tit ikki alt burtur beinanvegin. Nøkur børn fáa eisini skónir í pannuna og niður á eygnabrýrnar, verða tær ikki fingnar burtur, meðan tíð er.

Negl
Negl

Ta fyrstu tíðina eru neglinar á barninum so bleytar, at tær kunnu fáast stuttar við at narrast. Seinni skulu tær verða kliptar við lítlum saksi. Klippið neglinar beint tvørturum. Nýtið møguliga eina sandfíl at runda hvøssu hornini, sum kunnu klóra barnið.

Hár

So leingi barnið bara hevur eitt lítið sindur av hári, er eingin orsøk at brúka sápu og sjampo. Turkið bara hársvørðin við einum vátligum lappa, tá ið tit annars vaska barninum. Er barnið føtt við nógvum hári, er gott at vaska tí við einum sindri av sjampo av og á. Men tær flestu ferðirnar kunnu tit bara skola hárið á barninum við baðivatni, fyrsta tit fara undir baðið, áðrenn barnið hevur pissað í vatnið.

Eitt gott inniumhvørvi

Eitt gott inniumhvørvi í heiminum við t.d.ongum royki, blámusoppi, fukti og evnindum (kemikalium) hevur týdning fyri barnið.

  • Roynið at sleppa undan angagevarum, máling, ymiskum sproytidósum o.t., avmarkið brúkið av stearinljósi og ovnsroyki. Lærið at kynda rætt.

  • Gerið tað til ein góðan vana at lufta út tvær ferðir um dagin í 5-10 minuttir – og altíð fyri songartíð. Síggj til at fáa veruligan gjóstur, so at luftin verður skift.

  • Haldið innandurahitanum á 20-22 stigum.

  • Haldið luftvætuni niðri við at nýta roykhettuna til matgerð og turkið tey vaskaðu klæðini uttandura ella í vaskikjallara.

  • Gerið vanliga og vandaligt reint. Nýtið so fá vaskievni sum gjørligt. Keypið umhvørvismerktar vørur, og haldið tykkum frá vørum við ávaringum. Vaskið seingjarklæðini í 60 stigum.

  • Lufta og vend madrassuni hjá barninum tíðum – eisini henni í barnavogninum. Tað er til tess at fyribyrgja blámusoppi. Sí eisini heimasíðuna hjá Miljøstyrelsen.

https://mst.dk/

Royking

Barnið tolir ikki at vera í tubbaksroyki. Roykið tí ongantíð innandura. Tað er ikki nóg mikið at lufta út, tendra roykhettuna ella opna eitt vindeyga – tað fær ikki tey heilsuskaðiligu evnini í roykinum burtur. Evnini seta seg í inniumhvørvið og fara við innandingini víðari um allan kroppin. Tað er tí ikki bara roykurin, tú sært og luktar, sum er vandamikil. Eisini gamal roykur er heilsuskaðiligur.

Børn, sum fáa tubbaksroyk í seg, verða oftari sjúk, og tey verða harðari rakt av fleiri ávísum sjúkum enn børn hjá foreldrum, ið ikki roykja.

  • Tey hava minni mótstøðumegi móti virusum og bakterium.

  • Tey fáa oftari krím og fáa ígerðir í andaleiðina, t.d. smábarnaastma, og verða oftari løgd inn fyri hetta.

  • Tey fáa oftari miðoyrnabruna. Tað pínir og kann skerja hoyrnina. Harvið kann tann málsliga menningin verða seinkað.

  • Tey eru í størri vanda at fáa meningitis og sukursjúku.

  • Tey eru í størri vanda fyri vøggudeyða

Tit kunnu tosa við tykkara lækna ella heilsufrøðing um, hvar tit kunnu fáa hjálp til at leggja av at roykja. Fáa tit hjálp til eitt skifti við ongari royking, tvífalda tit møguleikan fyri at fremja ætlanina.

Klædnabúni
Klædnabúni

So leingi barnið er heilt lítið, kann tað ikki sjálvt stilla likamshitan - hann skulu tit stilla við at lata tað í klæði, sum hóska til hitan. Barnið má hvørki gerast ov kalt ella heitt.

Gevið eisini gætur, at klæðini mugu ikki liggja ov nógv at, at húðin skal anda (nýtið ull ella bummull) og at klæðini skulu vera løtt at fara í og úr.

Brúkið ikki klæði við bondum, tí tað kann koma barninum upp í rasshaft við vanda fyri at kvalast.

Alt toy skal vaskast, áðrenn tað verður tikið í brúk. Í nýggjum toyi kunnu vera evnindi eftir, til tað er vaskað fyri fyrstu ferð. Tað er eisini best at vaska brúkt klæði, áðrenn tit lata barnið fara í tey.

At sova úti
At sova úti

Latið barnið í eftir veðri og hita, og vitið regluliga, at barnið hvørki hevur tað ov heitt ella kalt.

Lættið dýnuni og/ella latið barnið úr yvirklæðunum, fara tit inn, t.d í handil.

Barnið kann fara at sova úti, tá ið tað byrjar at tyngjast eftir føðingina og annars trívist væl. Pinkubørn tola hvørki kulda ella sterkan varma, og tí er tað umráðandi at lata barnið í eftir veðrinum og kanna hitan fleiri ferðir, meðan barnið svevur. Tað gera tit best við at nerta við og vita, um hitin á bringu ella nakka á barninum, kennist hóskandi.

  • Summar og sól: Lat barnið hóskandi lætt í, og legg dýnuna ella eitt teppi lætt yvir barnið, sum hitin nú er. Set barnavognin í skugga og flyt vognin, hvørvur skuggin, meðan barnið svevur. Breið mýggjabitanet yvir vognin. Hong ikki toyblæu fyri opið á vogninum. Hon skerjir luftskiftið og kann vera orsøk til, at tað gerst ov heitt inni í vogninum.

  • Vetur og kuldi: Bjálvið botn og síður í vogninum, t.d. við einum lagi av bløðum. Latið barnið væl í og ballið tað inn í heita dýnu, setið vognin í lívd fyri vindi. Tað verður frárátt at lata barnið sova úti, fer hitin niður um 10 kuldastig, og tá ið tað er rímtoka og támmikið veður.

Barnavognur

Minnislisti, tá tit keypa barnavogn

  • Málið við kassanum: Hvussu leingi skal barnið brúka hann?

  • Dygdin á kassanum: Vatntættur, bjálvaður, kann hava sela? Kann kassin takast av?

  • Stell: Kann leggjast saman, hevur sikring, innkeypskurv?

  • Stýri: Hóskar hæddin til tykkara? Kann tað stillast?

  • Trygd: Hvussu eru bremsur, standfesti og lás?

  • Hjól: Stór hjól rulla betur enn smá.

  • Litur á barnavogni: Myrkt verður heitt í sólini, ljóst kann blinda.

Nakrir vognar eru bæði vanligir vognar og slagvognar í einum. Les meira um trygd og barnavognar á www.sik.dk.

Regnslag til barnavognin

Til summar barnavognar, ið hava varufakta-eyðkennismerki, hoyrir eisini eitt góðkent regnslag, sum er mett um og góðkent at tryggja barninum nóg nógva luft. Onnur regnsløg kunnu ikki verða viðmæld. Hyggið javnan eftir elastikkinum í regnslagnum. Er tað ov leyst, kann sjálvt eitt lítið barn hála regnslagið inn og koma í vanda fyri at kvalast. Nýtið tí bara regnslag, tá ið tit fara túr við barninum í regni. Ansið eisini eftir, um regnslagið "andar", so at døgg ikki legst á innsíðuna.

Set barnavognin undir eitt hálvtak, um tað regnar, tá ið barnið skal sova úti, og brúkið ikki regnslagið tá.

Sólverja

Heilt smá børn eiga als ikki at vera í sólini. Tað gerst skjótt ov heitt fyri tey, og teirra viðkvæma húð kann skjótt skáldast. Síggj til, at eitt sólskjól ella okkurt annað alla tíðina skuggar fyri barninum. Verj barnið fyri afturskini av havinum ella frá hvítum sandi á túrum á sandstrond við at smyrja sólkrem við høgum faktori á kinnar, nasar og handarbak.

Tá ið barnið eldist og kemur út í sólina, skal tað verjast við sólhatti, løttum klæðum og sólkremi við høgum faktori.