Sjúkur og sjúkueyðkenni
Tær vanligastu sjúkurnar og sjúkueyðkennini standa í bókstavaraði
Afturrensl er tá ið innihaldið í maganum rennur upp aftur í vælindið. Orsøkin eru linir vøddar millum vælindið og magan. Hjá alraflestu børnum er hetta eitt heilt vanligt fyribrigdi, og serliga hjá pinkubørnum, sum fáa rívan at eta. Tey flestu vaksa frá hesum vansanum, tá ið tey eru um 6 mánaðir gomul.
Hjá einum lítlum parti av børnum fer tað súra magainnihaldið at nerva tað niðasta av vælindinum. Barnið tykist pínt, grætur, svevur illa, og nøkur børn vilja ikki eta. Tað kann hjálpa nakað upp á støðuna at leggja eitt sindur undir høvdalagið at forða fyri, at innihaldið rennur uppaftur. Barnið skal fáa frið og í fyrsta lagi hjúklast um eina góða løtu eftir máltíðina.
Tá ið støðan er ring, skal barnið kannast betur og møguliga fáa viðgerð við heilivági.
Tað fríska barnið dregur andan ljóðleyst og róliga. Er fepur, verður andadrátturin nakað títtari. Eru sjúkur á andaleiðini verður andingin bæði títtari og tyngri. Ofta hoyrast pípandi ella hvæsandi ljóð í útandingini. Orsøkin til tað er, at at andaleiðin hjá tí lítla barninum er trong, og ígerðin fær andaleiðina at hovna eitt sindur.
Viðvíkjandi astma og lungnabruna sæst ofta, at andingin er tung fyri barnið. Húðin niðantil á hálsinum og tindini verður sogin inn, tá ið barnið andar inn. Tosið altíð við læknan, um so er.
Umleið 20% av øllum børnum fáa ein ella fleiri tilburðir av astmatiskum bronkitis, ella smábarnaastma, áðrenn tey eru fylt 2 ár. Í flestu førum koma sjúkueyðkennini ikki av ovurviðkvæmi, men av eini ígerð, sum hevur við sær, at barnsins tronga andaleið trútnar, og tí sleppur luft illa ígjøgnum
Hevur eitt barn astmatiskt bronkitis, so er tað kortini als ikki vist, at tað hevur astma. Hjá børnum undir 2 ár er orsøkin til astmatiskt bronkitis oftast virussmitta og/ella fylgjur av passivari royking, meðan tað hjá størri børnum við afturvendandi astmatiskum sjúkueyðkennum, altso veruligt astma, har kann ovurviðkvæmi ofta verða ávíst. Í umleið helvtini av førunum er talan um ovurviðkvæmi fyri húsdustmottu, heldur sjáldnari er tað ovurviðkvæmi fyri loðdýrum.
Sjúkueyðkennini fyri astma hjá børnum kunnu vera ríkjandi og hvæsandi andadráttur og/ella trongd. Har kann í langa tíð vera áhaldandi hosti við ongum krími – hetta er serliga um kvøldarnar, tá ið barnið skal leggjast. Vánaligur svøvnur og náttarhosti kunnu eisini vera tekin um astma.
Hjá nøkrum børnum síggjast sjúkueyðkennini bara, tá ið barnið er í likamligum røringi, nevnt møðielvt astma, men møðielvt astma kann eisini vera tekin um, at barnið fær ikki nóg mikið av fyribyrgjandi astmaheilivági. Havið tí eyguni við barninum í spæli og leiki. Astmasjúkan kann tá sýna seg á tann hátt, at tað er trupult at vera líka dúlig(ur) og virkin í spælinum sum hini børnini.
Í dag hevur fyribyrgjandi viðgerðin av astma so góð úrslit, at flestu børn síggjast ikki at hava sjúkueyðkenni. Men tað hevur týdning at vissa sær, at barnið framhaldandi fær ta røttu fyribyrgjandi viðgerðina. Flestu børnini við astma kunnu hava eitt heilt vanligt virkisstig, bara tey fáa ta røttu fyribyrgjandi viðgerðina við astmaheilivági.
Smábørn kunnu fáa hoyfepur og notusótt (nældefeber), men síggjast sjáldan fyrr enn í skúlaaldri.
Barnaeksem (atopiskt eksem ella astmaeksem) sæst hjá 18-20% av øllum børnum undir 7 ár. Helvtin av tilburðunum koma, áðrenn tey eru ársgomul, og umleið 90% áðrenn børnini fara í skúla. Barnaeksem kann hava ógvuliga ymiska útsjónd. Vanliga byrja sjúkueyðkennini við reyðum, turrum og flusnandi eksemi í andliti ella hálsi, og møguliga sæst tað ymsastaðni á kroppinum. Seinni sæst eksemið serliga í innvikunum fyri framman á albogaliðunum og knæsbótunum. Barnið hevur skriða og kláar sær nógv. Í summum førum kann ígerð (infektión) koma í eksemið. Tað er ikki ovurviðkvæmið, ið elvir til eksemið, men ovurviðkvæmið kann gera støðuna verri.
Eksem kann viðgerast við góðum úrsliti við kremi, sum inniheldur hjánýrabarkhormon. Viðgerðin skal fara fram í samráð við læknan. Smyrjingin av kreminum kennist væl hjá barninum. Umframt tað hevur tað heilt stóran týdning at smyrja ta turru húðina væl og virðiliga við vætukremi dagliga. Eksemið svinnur vanliga við aldrinum.
Barnaormur er umleið 1 cm langur, hvítur og minnir nakað um seymitráð, og sæst væl í skarninum. Hann livir í tarmunum á barninum og gevur skriða um baktarmin (og í skeiðini hjá gentubørnum) – serliga á songartíð, tá ið barnið verður lagt at sova undir heitari dýnu. Læknin kann geva ávísing til heilivág til viðgerð, sum eigur at fevna um alt húskið, tí barnaormur smittar ógvuliga illa.
Les meira um barnaorm her
Barnasár eru ein bakteriuígerð í húðini hjá børnum, ofta um munnin og nøsina ella í einum sári ella skursli, t.d. á knænum. Sjúkan smittar heilt illa. Hon byrjar við einum lítlum reyðum bletti, ið mennist til sár við vági, møguliga undir gulari skruvu. Tá ið barnið pilkar við sárið, breiðir smittan seg umvegis hendur og negl. Síggj til at vaska hendurnar á barninum ofta, og latið neglinar vera stuttar og reinar. Læknin kann ávísa krem ella annan heilivág eftir resept til viðgerðina. Barn við barnasárum skal vera heima og ikki fara í stovn, fyrr enn sárini eru turr, og skruvurnar dotnar av.
Flestu børn fáa við hvørt reyða rumpu, tí land og skarn gera, at húðin verður sár. Summi børn verða skjótari avtikin um afturpartin.
Tann besta fyribyrgingin er at halda húðina reina og turra. Tað er ikki neyðugt at nýta krem, putur ella salvu, verður blæan ofta skift. Latið barnið liggja við ongari blæu, tá ið tað ber til. Brúkið bara milda sápu, tá ið tað er skarn, annars er vatn nóg mikið. Turkið stumpin væl og virðiliga eisini í rukkum og foyrum, møguliga luftturking t.d við fønara, men ansið eftir, at hann ikki gerst ov heitur. Roynið ikki at nýta vætulappar.
Er húðin við at irriterast, kunnu tit brúka eina vatnfirrandi sinksalvu, har sum tað sæst á húðini. Haldið fram við at skifta ofta og turka væl.
Eru útbrotini størri og væta illa, og barnið tykist at nervast av tí, tosið so við heilsufrøðingin ella læknan um tað. Tað kann vera ein soppaígerð, sum skal verða viðgjørd við serligum kremi. Brúkið ongantíð sinksalvu, er rumpan húðarleys. Roynið ikki at nýta blæur, sum eru bleiktar við klori, og latið vera við at brúka blæur, sum liggja stramt at, um barnið hevur afturvendandi blæuútbrot.
Brenning verður býtt sundur í:
Brenning á 1. stigi: roði á húðini
Brenning á 2. stigi: brendabløðrur
Brenning á 3. stigi: oyðilegging av djúpara vevnaði
Er okkurt stað á kroppinum brent, skal tað straks kølast niður við lunkaðum vatni. Tað linnar pínuna og minkar um skaðan. Tað er hóskandi, at vatnið er eini 15-20° C – tað er eitt sindur minni enn stovuhiti. Alt eftir hvar brenningin er, ella hvat er brent, kann tað brenda staðið verða kølt í eini skál við reinum vatni ella skolað yvir staðið. Snýr tað seg um størri brenningar, mást tú vera nøgdur við bara at skola yvir staðið, tí eitt kalt bað kann køla eitt barn so nógv, at kropshitin fellur, so at tað kann gerast hættisligt.
Er brenningin farin víða um, ella er hon í andlitinum, á hondunum, fótunum ella ímillum beinini, skal barnið til lækna ella í skaðastovu. Sama er galdandi, er talan um eitt pinkubarn, sama hvar brenningin er. Halt fram at skola undir flutninginum.
Barnið er føtt við ”veikum” støðum í búkveggi. Hetta kann hava við sær, at tarmurin verður pressaður fram undir húðina og sæst sum kýli. Børn kunnu hava fleiri sløg av brokki:
Røralop er brokk fyri rørunum á barninum. Hetta slagið fer vanliga ikki at nerva barnið, men sæst væl, tá ið tað grætur. Tað kemur oftast fyri hjá dreingjum, og onkuntíð verður pungurin stórur øðrumegin. Tað sæst, tá ið barnið grætur ella roynir at taka á at kukka. Røralop hvørvur sjáldan av sær sjálvum og skal skurðviðgerast fyrr ella seinni. Bara um brokkið er frammi alla tíðina og ikki kann trýstast inn aftur, ella at tað verður mislitt og pínufult, skal skurðviðgerð verða framd alt fyri eitt. Hendir hetta, fær barnið pínu og skríggjar. Vandin er lítil, men størstur hjá pinkubørnum.
Nalvabrokk situr sum ein kúla í nalvanum. Tað er viðføtt og hvørvur ofta, áðrenn barnið er ársgamalt. Tarmurin kann ikki á sama hátt sum við røralopi verða innikleimdur. Skurðviðgerð er tí sjáldan neyðug.
Vatnbrokk er flot (vatn), sum savnast í punginum um eistuni. Tað er vanligt hjá nýføddum dreingjabørnum og hvørvur av sær sjálvum teir fyrstu mánaðirnar. Skurðviðgerð er ongantíð neyðug.
Búkilska ella kolikk er navn á afturvitjandi herðindum við gráti og skríggjan hjá pinkubarninum. Við herðindunum fylgja rørslur, sum benda á magapínu.
Heitið tríggja mánaða kolikk verður ofta brúkt, tí herðindin halda sum oftast uppat, tá ið barnið er um tríggjar mánaðir gamalt.
Orsøkin er ikki kend. Tað eru mong ástøði um, hvør orsøkin er til kolikk, t.d. svongd, ovurát, luft í tarmum, óbúnir tarmar, ovurviðkvæmi, sálarligur løstur undir føðingin og mangt annað. Hvør so orsøkin annars er, er tað eitt felagseyðkenni, at barnið skríggjar um kvøldið, og tað er ikki lætt at troysta tað. Tað stendst eftir øllum at døma av, at barnið hesa løtuna er heilt nógv lívgað upp og troytt og hevur tørv á at fáa væl minni av sansaávirkan. Lat læknan kanna barnið, so at tit fáa vissu fyri, at einki annað er galið.
Tað er ein stórur meinbogi at vera foreldur at einum barni við kolikk, sum ikki er troystandi. Síggið til at fáa hjálp og veruligan stuðul. Uggið tykkum við, at standurin er ikki vandafullur fyri barnið og hvørvur, tá ið tað er um tríggjar mánaðir. Tosið við heilsufrøðingin ella læknan um støðuna, hava tit brúk fyri ráðum og vegleiðing.
Eyguni verða sjálvvirkin vætað og hildin rein við táravætu. Vætan verður leidd burtur úr eygunum gjøgnum táraræsi. Hjá nøkrum nýføðingum og smáum børnum eru táraræsini, ið eru í eygnakrókunum, trong og tippast lættliga. Tá ið táravætan verður verandi í eyganum, er skjótt, at ígerð kemur í eygað. Har savnast vágur, og eyguni kunnu klistra saman.
Skolið eygað fleiri ferðir um dagin við saltvatni. Liðugblandaður saltvatnsløgur fæst í apotekinum.
Nógv børn hava eygnabruna, ið er komin av virusi, t.d. í sambandi við krím.
Í fyrstu syftu er óneyðugt at viðgera børn við heilt lítlum sindri av vági í eygunum, eru eyguni hvørki reyð ella viðkvom fyri ljósi. Kemur roði, troti (bruni) ella eygnahvítin verður reyðflekkutur, skal barnið koma til lækna, sum metir um, um viðgerð við eygnadropum ella salvu er neyðug.
Eygnabruni smittar, verið tí umhyggin um reinførið, tá ið tit reinsa eyguni á barninum. Brúkið bara ein vattpinn o.l. bara eina ferð, og reinsið innanífrá og úteftir. Vaskið tykkum um hendurnar fyri og eftir.
Barnið má ikki koma í dagstovn, um heilt nógvur vágur kemur út, ella um barnið týðiliga skýggjar ljós, ella um almenna støðan er soleiðis vorðin, at barnið kann ikki fylgja við í tí, sum vanliga fer fram í stovninum. Barn við hesum sjúkueyðkennum eigur at verða kannað av lækna.
Falskur barkahosti er ein ígerð í svølgrúminum, ið ger, at slímhinnurnar trútna. Tað hovnar serliga oman fyri málbondini. Tí verður røddin hás, hostin goyggjandi sum á sjóleyvu, og andadrátturin gerst tungur. Sjúkan rakar børn millum 1 og 6 ár og kemur sum oftast eftir einar tveir dagar við krími. Sjúkan kann gerast álvarsom, og neyðugt verður við innlegging, kemur barnið í andaneyð, eisini tá ið tað situr stilt og friðarligt.
Tað kann lætta um hjá barninum at sita uppi undir sær og anda svalliga luft niður í seg ella drekka okkurt kalt. Balla barnið væl inn í eina dýnu, men høvdið undan. Gloppa vindeygað, og lat barnið anda ta køldu luftina í seg, ber tað til. Lat barnið sova sitandi.
Tann vanligi kropshitin er 36-37,5° C. Fepur er eitt sjúkutekin, men fepurin sigur sjáldan nakað um, hvussu álvarsom sjúkan er.
Soleiðis máta tit hitan á barninum: So leingi barnið ikki er ársgamalt, er best at máta hitan við einum elektroniskum hitamátara í baktarminum. Smyr endan á mátaranum við vaselini og stikk hann inn í baktarmin á barninum, til litaði endin ikki sæst. Halt alla tíðina fast um hitamátaran. Les hitan av, tá ið mátarin pípar. Barnið kann liggja á liðini ella rygginum við kreptum beinum, meðan tú heldur teimum við aðrari hondini.
Tá ið barnið er meira enn ársgamalt, kunnu tit nýta elektoniskan oyrahitamátara at máta hitan á barninum við. Tann máldi hitin er tá 0,5° C lægri enn í baktarminum.
Máta hitan, tá ið barnið hevur hvílt seg i umleið ½ tíma í einum ikki ov heitum rúmi. Í vanligum spæli kann hitin á barninum fara upp á 38,0° C, og tað bagir tí einki.
Fepur kemur sum oftast av, at barnið hevur eina virusígerð – t.d. krím ella beinkrím (influensa) – og hjá børnum er tað ikki sjáldsamt, at hitin er 39-40° C.
Tú skalt altíð vera serliga ansin, fær eitt barn undir 6 mánaðir fepur, tí fepur í tí aldrinum kann vera tekin um álvarsama sjúku. Tí eiga børn undir 6 mánaðir, sum hava fepur oman fyri 38°C, at verða kannað av lækna.
Eitt barn, sum spælir, spælir telduspøl ella hyggur í sjónvarp og er burtur í tí, tað ger, er sjáldan álvarsliga sjúkt. Mótsett kann eitt barn vera álvarsliga sjúkt, hevur tað ikki hug at spæla, ikki drekka ella fara at fáast við okkurt annað, hóast hitin (fepurin) er bara eitt sindur hægri enn vanligt.
Tú skal altíð lata við teg koma, heldur tú, at sambandið við barnið ikki er, sum tað plagar at vera. Viðvíkjandi fepurkrampa, sí her.
Tá ið eitt barn hevur ilt í hálsinum, verður ofta sagt, at tað hevur hálsbruna, men oftast er ilskan liður í eini krímsjúku ella aðrari virussjúku, har sum penisillin einki maktar. Tá eru tað ofta hovnir og eymir kertlar á hálsinum. Bara í einstøkum førum kemur hálsaígerðin av eini bakteriu, sum skal viðgerast við penisillini. Læknin ger av, hvør viðgerðin skal vera við at hyggja i hálsin og møguliga taka slím við vattpinni úr svøglrúmi til kanningar fyri bakteriur.
Hosti kemur, tá ið andaleiðin ávirkast (irriterast) av eini ígerð. Tað kann vera krím, influensa, bronkitis ella lungnabruni. Hostin kann vera turrur og goyggjandi ella leysur við slími, ið verður hostað upp.
Hosti verjir andaleiðina. Tá ið barnið hostar, kemur slím upp úr lungunum, sum reinsast á tann hátt. Tí verður hostastillandi heilivágur ongantíð givin børnum. Sí eisini falskan barkahosta her.
Influensa kemur av influensavirusi og gevur nógvan fepur, eymar vøddar, høvuðpínu og turran hosta. Mótsett krími snorar barnið sjáldan, men hevur ofta magapínu og spýggju. Nógvar virusígerðir verða nevndar influensa, sjálvt um tær ikki eru elvdar av influensavirusi, men sjúkueyðkennini eru ofta tey somu. Har er eingin verulig viðgerð annað enn røkt og umsorgan.
Álvarsligt jarntrot er sjáldsamt hjá børnum. Vanligasta orsøkin er, at tað fær ikki rætta føði, t.d at barnið fær ikki kjøt ella fisk, ella tað drekkur alt ov nógva mjólk. Tá ið barnið er um 6 mánaðir, skal tað dagliga fáa jarnhavnan mat og móðurmjólk ella eftirgjørda móðurmjólk sum mjólk at drekka og í matin. T.d. skal heimakókaður greytur gerast av eftirgjørdari móðurmjólk ella møguligari móðurmjólk. Ársgomul børn, sum drekka meira enn 5 dl av mjólk um dagin, kunnu vera í vanda at fáa jarntrot, tí tey drekka seg mett og tessvegna fáa ein eintáttaðan og jarnfátækan kost.
Tit kunnu byrgja fyri jarntroti við at geva barninum ymisligan mat, sum er jarnhavin, t.d. kjøt og fisk, breyð og grýn og grønt grønmeti, og við ikki at geva barninum meira mjólk enn tilmælt er. Havið gjarna frukt omaná, hon ger tað lættari hjá barninum at taka við jarninum í matinum.
Hevur barnið jarntrot, fer tað at hava vánaligan matarlyst og vera bleikt, troytt, illa fyri og í stórum smittuvanda. Lækni tykkara kann taka eina blóðroynd, sum kann vísa, um barnið hevur jarntrot. Viðgerðin er sum oftast broyttir matvanar og jarndropar eina tíð.
Krampi eru herðindi við ávirkan á tilvitskuna og kreppingar í ørmum og beinum ella bara stuttir linkar. Vanligasta orsøkin til krampa er fepur í sambandi við ígerð. Tað slagið eitur fepurkrampi. Men krampi kann eisini koma av epilepsi og sjáldan av meningitis
Tá ið barnið hevur krampa, stívnar tað í nøkur sekund, síðani koma har vanliga í rykkjum kreppingar í ørmum, beinum og øðrum pørtum á kroppinum. Tá ið herðindini eru givin, er barnið eitt sindur í ørviti og møtt. Meðan herðindini standa við, har barnið aloftast er í óviti, dregur tað stutt bil ikki andan og blánar tí um varrarnar. Vanliga varar tað nakrar heilt fáar minuttir, men tað kann kennast ógvuliga leingi fyri tey, sum eru hjástødd. Sjálvur fepurkrampin er ikki vandafullur fyri barnið, og heilin fær ikki mein. Eftir krampan er barnið troytt, ørvitisligt ella sovandi. Andadrátturin verður tungur og eitt sindur blásandi
Eitt krampaherðindi er øgiligt at síggja, og tú kanst gerast bangin, tá ið tú sært tað fyrstu ferð. Tað kann vera so ringt, at tit halda, at barnið fer at doyggja. Hjálpið barninum, meðan herðindi stendur við, so at tað ikki slær seg ella liggur, so at tungan dettur niður í svølgrúmið. Leggið barnið á liðina, men stingið einki í munnin á tí. Farið ikki frá barninum undir herðindinum. Er hetta fyrstu ferð, barnið hevur krampaherðindi, skal tað innleggjast til nærri kanningar. Fepurkrampi kann koma aftur.
Tosið við læknan um tað. Nógv børn fáa krampaherðindi bara eina ferð. Fepurkrampi verður viðgjørdur við krampastillandi heilivági, sum verður sproytaður inn í baktarmim. Læknin ger av, um barnið skal í fyribyrgjandi viðgerð.
Fepurkrampi verður ikki steðgaður við at geva barninum paracetamol næstu ferð, herðindini koma. Tað er líka so nógv sjálv ígerðin sum elvir krampan.
Vanligt krím kemur av virusígerð, sum serliga leggur seg á slímhinnurnar í nøsini, hálsinum og andaleiðini. Nøsin er tipt, og tú snorar. Hosti og ilt í hálsinum er vanligt.
Krím kann hava fepur við sær.
Hjá pinkubarninum kann krím vera álvarsamt, tí krím kann pøsa barnið so nógv, at tað orkar ikki at eta. Tú kanst dryppa kaldar saltvatnsdropar í nøsina á barninum undan máltíðum og síggja til, at barnið situr so upprætt sum gjørligt, meðan tað etur. Saltvatnsdroparnir kunnu eisini verða givnir, áðrenn tað fer at sova.
Fáa tey minstu børnini krím, so kann eisini lungnabruni koma uppí. Tá gerst andadrátturin títtur og tungur við hostaríðum. Pinkubørn við fepri ella hosta eiga altíð at verða sædd av lækna. Sama er at siga um krímfongd pinkubørn yngri enn 3 mánaðir, sjálvt um tú kanska heldur, at tað man vera óneyðugt.
Nýtið ongantíð heilivág í handkeypi til tykkara pinkubarn uttan fyrst at hava skift orð við læknan um tað.
Tað lítla barnið kann eisini fáa ígerð í landræsið. Sjúkueyðkennini kunnu vera mistrivni, spýggja ella illaluktandi land. Pinkubarnið kann eisini gerast illa sjúkt, bleikt, lint og dølskt og ongan matarlyst. Ígerðin stavar frá bakterium.
Læknin kann kanna landið. Børn yngri enn tvey ár við ígerð í landræsinum skulu viðgerast í eini barnadeild á sjúkrahúsi.
Leyst lív kann hava ymsar orsøkir. Hjá børnum undir 3 ár eru tarmarnir við hvørt ikki fullbúnir, og tí hava hesi børn ógvuligan tunnan avføring við ósodnaðum leivdum av t.d. rosinum og ertrum. Hesi børn eru ikki sjúk, og tey trívast og vaksa væl. Hetta verður nevnt Toddlers lívsýki og smittar ikki. Tarmarnir búnast av sær sjálvum. Tað kann hjálpa at skamta sukur, saft og frukt eitt sindur.
Hjá smærri børnum stavar smittandi lívsýki ofta frá virusi, men kann eisini vera komin av bakterium ella snultarum. Virus-lívsýkið breiðir seg sum farsótt. Tað er ógvuliga smittandi, og ofta hevur tað lívsýkið og síðani spýggju við sær. Ein skal tí ansa væl eftir vætujavnvágini hjá barninum. Tað er umráðandi, at barnið heldur á at drekka, sjálvt um tað er illa til passar.
Tá ið onkur hevur leyst lív í húskinum, hevur tað alstóran týdning at minnast til at vaska sær væl og virðiliga um hendurnar eftir hvørt blæuskifti fyri at kvetta smittuvegirnar av og sleppa undan at smittan breiðir seg til onnur í húsinum.
Pinkubørn, sum einans fáa bróstamjólk, kunnu hava opning ofta, men tað nýtist tó ikki at vera leyst lív. Er skarnið har afturímóti tunt sum vatn og stinkar illa, er talan um lívsýki. Pinkubarn við leysum lívi hevur sum oftast eisini spýggju/klíggj og búkilsku. Halt fram at geva bróst ella fløsku sum vant. Pinkubørn kunnu ógvuliga skjótt fáa vætuundirskot, og eitt pinkubarn við lívsýki eigur altíð at verða kannað av læknanum.
Er barnið størri og tykist óávirkað, kunnu tit drála nakað og vita, hvussu fer. Gevið gætur eftir, um barnið hevur váta blæu um dagin ella náttina.
Barnið má gjarna fáa tað, tí dámar. Latið tað fáa ofta og títt smáar máltíðir. Djús og súreplasaft eiga at verða tynt helvt um helvt við vatni.
Latið altíð barnsins almenna heilsustand við tykkum koma. Setið tykkum altíð í samband við læknan í hesum førum:
Tað er eitt pinkubarn yngri enn 6 mánaðir
Tað er blóð í skarninum
Barnið er dølskt og fjart
Barnið hevur ilt í búkinum
Barnið drekkur og pissar ov lítið
Mandlur og polyppir eru gróðrarvatnsvevnaður í svølgrúminum. Tær kunnu takast burtur við skurðviðgerð, hava tær títtan, álvarsaman háls- ella oyrnabruna við sær, ella tær gera tað svárt at eta ella anda, tí tær eru so stórar. Tosið við ein oyrna- nasa- og hálslækna.
Meningitis er bruni í hinnunum, sum eru um heilan og mønuna. Meningitis stavar frá virusi ella bakterium. Tað kann vera ein eftirsjúka frá øðrum sjúkum ella knappliga komin upp av sær sjálvum. Tey mest týðandi sjúkueyðkennini er tann nógv ávirkaði almenni standurin. Barnið er dølskt, skjarrligt, vil ikki eta, drekka ella spæla. Sum oftast er nógvur hiti, og tað kann fáa fepurkrampa.
Nakkin kann vera stívur, ein kann sjálv(ur) vita og lokka barnið at hyggja niður á nalvan og síggja, um nakkin bendir og høkan kemur niður á bringuna. Í nøkrum førum eru reyð útbrot sum smáar bløðingar undir húðini, ið ikki hvørva, trýstir tú á húðina við fingrinum.
Sjúkan kann vera ring at uppdaga hjá heilt smáum børnum, tí tey einastu sjúkueyðkennini kunnu vera bleikt dæmi, dølskni, erkvisni og møguliga nakað av fepri. Øll børn, sum tað er varhugi um meningitis og stívan nakka, skulu koma undir læknahond. Hevur læknin eisini illgruna, verður barnið innlagt beinanvegin til nærri kanning.
Miðoyrnabruni er ein ígerð í tí partinum av oyranum, sum er beint aftan fyri ljóðhinnuna. Brunin breiðir seg frá svølgrúminum og er ofta ein eftirsjúka eftir krím. Smá børn eru ofta órólig, fáa fepur, gráta og taka seg til oyrað, serliga tá ið tey liggja niðri. Pínan í miðoyranum minkar, tá ið tey sita uppi.
Læknin ella oyrnalæknin gera av, hvussu sjúkan skal viðgerast. Virus er ofta orsøkin til sjúkuna, og viðgerðin verður pínustillandi heilivágur. Í nøkrum førum hevur ígerðin nógvan hita við sær og kanska setur vágur úr oyrunum. Tá kunnu tað vera bakteriur, sum eru orsøkin til ígerðina, og bakteriutýnari kann verða neyðugur. At seta hol á ljóðhinnur er sjáldan neyðug.
Pinkubarnapylsueitran er ógvuliga álvarsom eitran. Hon vísir seg við hørðum opningi, veikari súgvimegi, og møguliga er trupult at draga andan. Sjúkan stavar frá bakteriugrókornum, ið m.a. kunnu vera í hunangi. Tey kunnu menna seg og gera eitur í tí serliga umhvørvinum, sum er á sodningarleiðini hjá pinkubørnum, sum fyri tað mesta liva av mjólk. Vandin hvørvur ikki, um hunangurin verður kókaður, tí kóking í fleiri tímar skaðar ikki grókornini.
Tað verður rátt frá at geva børnum undir eitt ár hunang.
Skarlaksfepur er smittandi barnasjúka. Sjúkan kemur av bakterium og byrjar ofta við hálsbruna, nógvum fepri og spýggju. Andlitið er blóðreytt, og tungan ógvuliga reyð. Eftir heilt fáum døgum kemur eitt smáprikkut, nakað rúðrut og reytt útbrot serliga á búki, rumpu og lørum. Eftir umleið einari viku flusnar húðin av hondum og fótum. Fáið samband við lækna, er illgruni um sjúkuna, tí hon eigur at verða viðgjørd við penisillini.
Tað ganga vanliga tríggir dagar frá tí, at barnið er smittað, til sjúkan brýtur út. Barnið kann fara í dagstovn ella -røkt, tá ið tað er frískt.
Skónir eru grágulir skorpuvøkstrir í hársvørðinum. Tær kunnu breiða seg niður í pannuna og eygnabrýrnar.
Sjálvar skónirnar eru meinaleysar og nerva ikki barnið, men húðin undir skónunum er eym og sár. Har kann eisini koma sármyndan.
Skónirnar kunnu fyribyrgjast, greiða tit dagliga hárið og hársvørðin á barninum við tøttum kambi ella bust. Eru skónirnar sjónskar, kann hársvørðurin verða smurdur við olju til pinkubørn, sum gjarna kann vera liggjandi á um náttina. Síðani kunnu tit greiða hárið á barninum varisliga við einum tættkambi ella bleytari smábarnatannbust og taka skónirnar burtur. Vaskið síðani við mildari hársápu. Takið viðgerðina uppaftur, gerst tað neyðugt.
Fær barnið rivur aftan fyri oyruni, kann hjálpast upp á tað við at smyrja við olju, so at tær turru skónirnar bloytast. Síðani kunnu tit baða barninum, sum tit plaga, og turka tí væl og virðiliga við einum handklæði. Verða rivurnar sárar, ella tað vætir úr teimum, so kunnu tær vera ígjørdar (smittaðar). Tosið tá við læknan.
Skáldkoppar er ein av barnasjúkunum, ið næstan øll fáa. Barnið kann ganga við smittuni upp til tríggjar vikur, áðrenn sjúkan brýtur út. Sjúkan kemur av virusi. Skáldkoppar kunnu byrja við veikum illhirsni og hita, men útbrotið er ofta tað fyrsta tekinið. Tað byrjar sum smáir, reyðir blettir og verða seinni til smáar bløðrur við vætu. Tað kunnu vera nakrir heilt fáir skáldkoppar, ella barnið hevur teir tættar um allan kroppin. Skáldkopparnir kunnu vera allastaðni, eisini í munninum og á kynsgøgnunum. Útbrotið kann eftir 3-4 døgum breiða seg um allan kroppin. So líðandi torna bløðrurnar upp og fáa skorpu.
Barnið hevur heilt nógvan skriða. Gongur tað við blæu, eigur hon at verða skift tíðum, og stumpurin helst fáa nógva fríska luft, so at bløðrurnar torna. Í apotekinum kunnu tit fáa okkurt fyri skriða, eins og eitt bað kann virka linnandi. Ansið eftir, at bruni ikki kemur í skáldkopparnar. Sjúkan heldur uppat av sær sjálvari. Barnið smittar ikki longur, tá ið bløðrurnar torna upp, og at einar tveir teir seinastu dagarnar eru ikki komnir nýggir skáldkoppar. Barnið kann fara í dagstovn ella -røkt, tá ið tað er frískt og ikki smittar longur.
Verjið tykkara pinkubarn fyri at vera stungið av t.d. mýggjabitum við at breiða eitt mýggjabitanet yvir barnavognin, tá ið tað svevur úti. Takið broddin av einum býflugustingi burtur við pinsett og brúkið møguliga ein eitursúgvara at súgva eitrið út við. Nøkur børn kunnu fáa sterkan roða og hovna eftir skordýrabit. Stingur í svølgrúminum, munni ella hálsi krevur læknahjálp í stundini.
Pinkubarni hevur veika húð og skal tí als ikki fáa sól fyrsta hálva árið. Síðani skal húðin á barninum verjast við klæði og sólhatti ella sólkremi við høgum faktori.
Sólskáldan á lágum stigi voldir roða á húðini, men har kunnu eisini koma bløðrur sum við brenning á 2. stigi.
Viðgerðin er køling, møguliga við køldum umsløgum, sí meira um brenning her. Er barnið dølskt og hevur pínu, skal samband fáast við læknan. Minnist til at geva barninum ríkiligt at drekka. Sólskáldan, sum kemur fyri aftur ferð eftir ferð í barnaárunum, økir um vandan fyri húðkrabba á vaksnamannaaldri.
Tey flestu pinkubørn klíggja meira ella minni, tá ið tey eta. Tað er heilt vanligt, og har er eingin grund fyri at stúra, hevur barnið tað annars gott og trívist væl.
Spýggja kann eisini vera tekin um byrjandi sjúku. Er barnið sjúkt, tømist magin ikki so skjótt sum vanligt. Barnið tykist vera rættiliga illa til passar og hevur ikki matarlyst. Tað spýr.
Spýr eitt pinkubarn, skal læknin kanna tað. Fær barnið bróst, skal tað halda á við tí. Smærri børn missa skjótt vætu, tá ið tey spýggja. Tí er tað umráðandi, at lata tey fáa nógv at drekka. Tey skulu fáa tað í lítlum nøgdum um botnin á koppi fleiri ferðir um tíman fyri ikki at "órógva" magan og erta fram nýggja spýggju. Tú kanst eisini royna við einum sodavatnsísi. Barnið skal fáa okkurt at drekka, sum tí dámar væl. Drekka við nógvum sukri skal tynnast við vatni helvt um helvt.
Slær barnið tenn, tanngarð ella varrar í, eiga tit at tosa við tannlækna, skaðastovu, lækna ella tannlæknavakt. Fer tað at bløða ella hovna, kann viðgerð verða neyðug. Tær komandi tenninar eru í tanngarðinum og kunnu fáa skaða av falli ella slagi. Teir flestu munnskaðarnir lekjast av sær sjálvum.
Frá 5 - 6 mánaða aldrinum kann barnið fara at hovna um tannhaldini og sleva nógv, tá ið tenninar eru við at koma undan. Einstøk børn fáa í hesi tíðini harumframt skert mótstøðuføri. Tað kann merkja, at barnið eisini fær nakað av fepri og møguliga reyða rumpu, nú tenninar koma.
Tað kann vera gott fyri barnið at hava okkurt at bíta í, t.d. leiku ella bítiring. Doyvandi salva o.t. verður frárátt, tí barnið kann svølgja heilivágin við vanda fyri, at svølgrúmið verður doyvt.
Triðjadags-útbrot er virussjúka, sum serliga 1-2 ára gomul kunnu fáa. Tilgerðartíðin er 3-9 dagar. Barnið fær nógvan fepur eini 39-40°C í 2-3 dagar, uttan at ein kann vísa á nakra orsøk. Tá ið hitin fellur, kemur har eitt útbrot av bleikreyðum blettum - mest á kroppinum. Útbrotið hvørvur aftur eftir heilt fáum døgum. Sjúkan krevur onga viðgerð.
Nógvar ígerðir sýna seg við útbroti og hita. Tað kunnu t.d. vera skáldkoppar, skarlaksfepur og triðjadags-fepur.
Meslingar, fárasjúka og reydlingar eru tíbetur sjáldsom nú, tí næstan øll børn verða koppað fyri hesar sjúkur, sum kunnu gerast ógvuliga ringar fyri barnið, og sum kunnu hava álvarsamar eftirsjúkur sum heilabruna, heilahinnubruna og deyvleika við sær.
Eitt serligt útbrot kann síggjast, tá ið tað snýr seg um meningitis. Tá eru tað smáir reyðir prikkar, ið ikki hvørva, tá ið tú trýstir á húðina við fingrinum. Sí meira um meningitis her.