Uppaling við hjartanum

UM MENNING OG ÓSEMJUR VIÐ SMÁUM BØRNUM

Uppaling við hjartanum gevur børnunum tryggleika og eitt gott grundarlag fyri menning.

Sum foreldur ynskja vit, at okkara børn eru glað, treyst, sjálvstøðug og hvíla í sær sjálvum. Vit ynskja eisini, at tey eru fitt at vera saman við - bæði hjá øðrum børnum og vaksnum.

Ein góð uppaling byggir á kærleika og umsorgan, sum fær barnið at kenna seg elskað og virðismett, júst sum tað er.

Men hvussu kunnu vit, sum foreldur megnað hetta, tá allar tær bestu foreldraætlanirnar bresta, og tú stendur sveittandi í støðuni til handils, í gongini, í barnagarðinum, við døgurðaborðið ella tá ið barnið skal sova – og barnið als ikki vil tað, sum foreldrini vilja.

Kelda: Opdragelse med hjertet -

Børnerådet og Komiteen for Sundhedsoplysning (2021)

Hvussu hava tit tað við barnauppaling?
Hvussu hava tit tað við barnauppaling?

Tað valdast helst so nógv ymiskt. Hvat hava tit sjálv upplivað sum børn?

Uppaling er, sum mennir barnið, leiðir tað fram á leið og stuðlar tí.

Uppaling er, sum niðurger og kúgar barnið.

Tey flestu kenna seg aftur bæði í uppaling, sum hevur verið mennandi, og uppaling, sum hevur verið kúgandi.

Spurningurin er: Hvat vilja tit geva tykkara barni?

Uppaling er:

  • at hjálpa barninum at finna sína rók í familjuni og í samfelagnum.

  • at læra barnið, hvussu tað ber seg at millum onnur.

  • at læra barnið, hvat er rætt og skeivt, hvat er vandamikið, og hvat ikki er loyvt.

Uppaling er eisini ein háttur at vísa kærleika og umsorgan við:

  • at vera saman við barninum, so at tað kennir seg elskað og virðismett.

  • at royna at skilja barnið og tess sjónarmið.

  • at góðtaka kenslurnar hjá barninum, eisini vreiði og ørkymlan.

  • at ugga og kortini standa fast við tað, tú veitst er best fyri barnið.

 

Eitt pinkubarn kann ikki uppalast.

Eitt pinkubarn kann ikki forkelast – nóg nógv! Pinkubørn hava brúk fyri eymleika, uppmerksemi, ugga, kærleika, mati og reinari blæu. Pinkubørn kunnu ikki útseta sín tørv. Pinkubørn eru ikki snúin, og tey gera ikki skálkabrøgd. Tað duga tey ikki.

Við uppaling, sum er mennandi og stuðlandi, vísa tit, at tit virðismeta barnið og gleðast um tað. Tykkara góðu vónir, viðurkenning og eggjan geva tí mót upp á lívið. Hetta fær barnið at halda fram eftir tí leiðini, og ein góð ringrás tekur seg upp.

Børn eru ymisk
Børn eru ymisk

Uppalingin skal lagast eftir lyndi og búnaskapi hjá barninum. Tað finnast treyst børn og varin børn. Tað finnast viðkvom børn og góðslig børn. Summi børn duga illa við, at ov nógv hendir í senn, og skulu fyrireikast til tað, sum fer at henda. Onnur børn handfara betur tilvildirnar í lívinum.

Flest børn hava tó brúk fyri greiðum kørmum, og at gerandisdagurin er regluligur í ávísan mun. Hvussu júst tykkara barn er, síggja tit so líðandi, tá ið tit uppliva barnið í ymiskum samanhangum.

Og foreldur eru ymisk

Tað eru illsint foreldur og ótolin foreldur. Tað eru stúrin foreldur og foreldur, sum altíð eru glað. Summi foreldur taka alt, sum tað kemur. Onnur foreldur gerast fjálturstungin og ivasom um, hvussu tey skulu bera seg at. Øll foreldur hava sítt viðføri frá barnaárunum, og hetta ávirkar, hvussu tey eru saman við sínum børnum. Og tey flestu varnast helst, at tey uttan at ætla tað endurtaka sama uppalingarhátt, sum tey ikki høvdu droymt um, at tey fóru at brúka til síni børn:

“Eg fari ikki at hótta við at koyra hann í song!” og “Eg fari so ikki at sláa!” Tá ið tey verða uppøst, ella máttloysi og møði gera um seg, kann tað vera trupult ikki at endurtaka uppalingarháttin hjá foreldrunum.

Tað er í lagi, at munur er á foreldrunum

Ein mamma og ein pápi hava ikki altíð somu fatan av uppaling. Tað hava tey heldur ikki fyri neyðini heilt niður í smálutir. Tí barnið hevur gott av at vita, at munur er á.

Men sum heild er tað ein fyrimunur at vera samd. Og tað er ongantíð gott at kjakast um barnauppaling, meðan barnið hoyrir.

Uppalingin er stuðlandi og mennandi, tá ið tit:
  • Vísa, at tit gleðast um at vera saman við barninum.

  • Læra barnið reglurnar í familjuni.

  • Vísa, hvat tit føla, hvat tykkum dámar og ikki dámar, og hvørjum tit standa fyri.

  • Eru opin og skiljandi mótvegis tí, sum barnið hevur hug til, og barnsins sjónarmiðum.

  • Virðismeta barnsins góðvild.

  • Gera greitt, hvat tit vilja hava barnið at gera og ikki at gera.

  • Vísa, at tit skilja kenslurnar hjá barninum og eru til reiðar at ugga, tá ið okkurt er áfatt.

  • Gera gerandisdagin einfaldari við at siga, hvat fer at henda um eina løtu, beint nú, og hvat er hent.

  • Skipa vanar og karmar, sum eru lættir at fata og kenna aftur

  • Minnast, hvussu tit høvdu tað sum børn, tá ið okkurt bagdi.

  • Geva barninum ábyrgd og uppgávur, sum samsvara við tað, ið barnið dugir.

  • Taka ábyrgd av tí, sum fer fram millum tykkum og barnið.

  • Brúka hugflog og skemt, tá ið ósemjur stinga seg upp.

  • Læra barnið at loysa smærri uppgávur so tíðliga sum gjørligt.

  • Vísa, hvussu menniskju sýna øðrum fyrilit.

  • Vísa, hvussu menniskju eru blíð og hjálpsom.

  • vísa, at tit kunnu mistaka tykkum og fegin vilja gera tað gott aftur.

Hetta gevur barninum

Sjálvskenslu- Sjálvsvirði - Álit á foreldrunum - Álit á heiminum - Sjálvsálit - Stoltleika - Gleði - Ábyrgdarkenslu - Umsorgan fyri øðrum - Fyrilit fyri øðrum

Uppaling, sum kúgar og forðar barninum í at mennast, er, tá ið tit:
Uppaling, sum kúgar og forðar barninum í at mennast, er, tá ið tit:
  • Finnast at barninum.

  • Halda tað fyri gjøldur.

  • Eyðmýkja tað.

  • Koma við hóttanum.

  • Lítilsvirða barnið og samanbera tað við onnur børn.

  • Sláa tað.

  • Fleingja tað.

  • Toga harðliga í armin á tí.

  • Skrykkja í barnið.

  • Læsa tað inni.

  • Venda tí bakið.

  • Revsa tað við at koyra tað í song.

Hetta kann geva barninum: Syld og skomm - Undirlutakenslur - Óvissu - Ringt sjálvsálit - Ringa sjálvskenslu - Mistrúgv - Treiskni- Angist - Øði - Hevndarhug - Hatur - Pínu - Órógv - Sorg

Tá ið uppalingin er merkt av kúgan og eyðmýking, síggja tit fyrst av øllum tað skeiva, ið barnið ger. Tit venda tykkum frá tí og revsa tað. Ringar væntanir, afturvendandi atfinningar og skeld ræðir barnið, og tað verður treiskt og missir gleðina við lívinum.

Barnið fær skuldarkenslu, men hevur ikki royndirnar til at vita, hvat rætt er at gera. Tað heldur seg ikki røkka til og fær undirlutakenslur. Ein ónd ringrás tekur seg upp.

Er okkurt, tit kundu hugsað tykkum at fingið hjálp við?

Tann, sum skal hava hjálp, má biðja um hjálp. Tit kunnu fáa hjálp frá familju og vinum, øðrum familjum ella kanska grannunum.

Tit kunnu eisini fáa hjálp við at seta tykkum í samband við

  • Heilsufrøðingin

  • Námsfrøðingin

  • Kommunulæknan

  • Barnaverndartænastuna

Tað er forboðið at sláa

Í Føroyum varð forboðið at sláa børn í 2007. (Revsirætturin varð settur úr gildi.)

Tað stendur í lógini:

”Barnið hevur rætt til umsorgan og tryggleika. Tað skal virðast fyri tann persón, tað er, og má ikki revsast likamliga ella verða fyri misboði.”

Haraftrat

At revsa barnið likamliga kann vera vandamikið; at rista í tað ella sláa tað í høvdið kann geva tí varandi mein og álvarsligan heilaskaða.

Tað er skjótt, at likamlig og sálarlig revsing vindur upp á seg, tí at barnið lurtar alsamt minni eftir, og tað kann fáa tann vaksna til at gerast harðligari.

Likamlig og sálarlig revsing gevur børnum ringa fyrimynd. Tey vaksnu eru nógv størri og sterkari. Hví skulu børnini ikki læra av teimum vaksnu og fara at sláa, eyðmýkja og revsa onnur?

Hvat gert tú, tá ið tað 2-3 ára gamla barnið ikki ger, sum tú vilt?

Barnið heldur á at nerta við stikkkontaktina. Tit standa í kø í handlinum, barnið vil hava bomm, tað skríggjar, sparkar og spýtir. Tit eru komin til hús, og barnið blakar seg á gólvið og vil einki. Barnið vil ikki við heim úr barnagarðinum og rópar “býtta mamma” ella “býtti babba”. Tit eru á veg út um hurðina, tit hava skund, men barnið tímir ikki í klæðir.

Spyr teg sjálvan

Hvat kann eg gera? Er barnið svangt? Tyst?

Troytt? Ov heitt? Ger okkurt við tað, sum tú fært gjørt okkurt við.

Sig barninum, hvat tað er, tú vilt

“Eg vil, at tú…“, “Eg vil, at vit…“, “Tað hevur týdning fyri meg, at tú…“ – ella tað øvuta: “Eg vil, at tú gevst við at…“ Tá ið tú sigur beinleiðis, hvat tú vilt hava barnið at gera, ella hvat tú ikki vilt, og tú altíð byrjar setningar við EG, so gevur tú barninum greið boð um tínar kenslur og ynski.

Tú setur eisini mark fyri, hvørjum tú finnur teg í, og barnið lærir at gera tað sama. Lat vera við at koma við álopum sum: “Tú aktar ongantíð, hví ert tú altíð so strævin?”

 

Góðtaka kenslurnar hjá barninum

Tað er eisini neyðugt at vísa, at tú skilur barnið, tá ið tað er vónbrotið og mótmælir, um tað ikki fær sín vilja. Og at tú eisini heldur tað vera spell fyri barnið, men at tað fær ikki verið øðrvísi.

Tað er tú, sum hevur gjørt av, at soleiðis verður tað. Beint nú er tað tú, sum eigur avgerðina. Tú ert tann vaksni og hevur royndirnar, og tú eigur alla ábyrgdina.

Á tann hátt møtir tú kenslunum hjá barninum. Tú vísir, at tað er í lagi at hava hasar kenslurnar. Og tú roynir at lýsa kenslurnar í orðum. Tú krevur ikki, at barnið skal halda kenslunum aftur. Tú krevur, at barnið ger tað, sum tú av royndum veitst er rættast at gera. Við at seta orð á kenslurnar lærir tú eisini barnið týdningin av at kunnu siga frá, hvat tað følir.

Tá ið tú leggur á barnið sjálvt

Skeldar tú hinvegin barnið við at siga við tað, hvussu illavorðið tað er, fer tað at kenna seg illa. Tað kennir á sær, at tú vendir tí bakið.

Umráðandi er, at barnið skilur, at tað ikki er galið við kenslunum ella lyndinum á tí. Tað er atburðin, tú ilskast inn á og ikki vilt góðtaka. Annars kann barnið hugsa: “Babba og mamma halda, at eg eri so strævin og dugi einki.”

Kærleiki í orðum og gerðum

Onkuntíð røkka orðini ikki til. Tað finnast løtur, tá ið tú mást flyta barnið burtur frá tí staði, har trupulleikin tók seg upp. Barnið ýlir og skríggjar. Tú heldur um barnið og stendur fast við títt. Eftir eini løtu kann tað vera gott at seta seg niður og lata barnið skelda og gráta í tínum ørmum. Tú sissar og uggar, og áðrenn tit vita av, er friður fallin á tykkum, og kærleikin er framvegis óskerdur. Saman eru tit komin ígjøgnum ósemjuna, og kanska gjørdi hetta tykkum sterkari.

Tað finnast aðrar støður, har ið tú og barnið hava gott av at leika í – hvør í sínum lagi. Eg tími ikki at vera saman við tær soleiðis. Nú fari eg inn við síðuna av.” At vera hvør fyri seg eina løtu kann gera undur, tá ið stígur er komin í.

Ein annan dag er kanska brúk fyri onkrum heilt øðrum. At tú mitt í einum ógvisligum samanbresti sleppur undan tí stóru øsingini við at brúka hugflogið og finna upp á okkurt, sum fær tykkum at steðga á, venda gongdini og finna gleðina fram.

Ósemjur, grátur og skríggj eru ein partur av uppalingini

Barnið hevur rætt til at gráta og kanska eisini skríggja, tá ið tað vil vísa sína vreiði, ónøgd og sorg. Hvussu skal tað annars bera seg at? Tað hevur jú ikki ræði á orðunum enn. Sum foreldur ræður um ikki at øsa seg og missa yvirlitið, men at sissa og ugga. Tað er í lagi at mótmæla og vera óð. Tað er í lagi at vera kedd ella vónbrotin. Tað er í lagi at vera øvundsjúk.

Ógvisligar kenslur, sum sleppa at vera har, hava lyndi til at loysast upp so við og við uttan at seta spor eftir seg, um pláss er fyri troyst og samkenslu aftaná. Kenslur, sum verða hildnar niðri, útskammaðar og fortrongdar, kunnu koma afturíaftur nógv seinni í avskeplaðum líki sum harðligari atferð, óndskapi, óvissu og fjáltri, øði og hevnisøku ella kanska tunglyndi.

Sjálvbjargni og menning

– nógvar ósemjur

Hjá øllum børnum koma tíðir, tá ið tey gera uppreistur, tá ið tey eru óð og ill í sær, og tá ið tey eru tilvitað ágangandi og frek. Tað er, tá ið tey kanna serliga gjølla, hvar markið fyri sjálvstøðu gongur.

Einki løgið er í tí, at tú viðhvørt kennir tað, sum at barnið loypur á teg. Men barnið er ongantíð tín fíggindi. Og tað er ikki listilært. Tað roynir heldur ikki við vilja at øsa teg fyri at særa teg ella gera tær ónáðir. Tað roynir bara ymisk brøgd, og mest av øllum ræður tað um, hjá barninum, at fáa samband við teg. Barnið vil merkja tína nærveru. Og í einum samanbresti, har tú verður frá tær sjálvum, merkir barnið teg sanniliga. Tí fram um alt vil tað hava eitt mótsvar.

Gerandisuppgávurnar
Gerandisuppgávurnar

At dekka borð, leggja ein serviett saman, taka tallerkin av borðinum, seta skógvarnar upp á pláss, vaska upp, turka tað, sum er stoytt, lata seg í og lata seg úr. Hetta eru uppgávur, sum 2-3 ára gomul duga. Tey halda enntá, at tað er stuttligt. Barnið verður tikið við í gerandislívið og í familjulívið. Tað kennir sín týdning, tað veksur í egnum eygum, tað er ført fyri at hjálpa til og vísa umsorgan. Tað er nú, at góðir vanar, hjálpsemi og ábyrgdarkenslur nørast í barninum. Og tey vaksnu sleppa undan at síggja seg sum tænarar, sum ganga til handa og rudda upp.

Gjøgnum smáu uppgávurnar í gerandisdegnum lærir barnið sjálvhjálp og tekur stór fet ímóti at gerast sjálvbjargið. Hetta er uppaling í barnahædd. Ein uppaling, sumkrevur tíð og tol frá foreldrunum, og sum ikki er hóskandi, tá ið tit hava skund og nógv um at vera.

Eingin er fullkomin, og tað ber ikki til at gera alt rætt

Øll foreldur gera og siga viðhvørt okkurt býtt og óætlað, sum tey angra.

Tann dag, tað gleppur tær av munni: “Tú ert ein lítil lortungi!” hevði tú ivaleyst

viljað kunnað tikið orðini aftur. Tí tú veitst væl, at tú hevur sært títt barn. Tú mást siga orsaka: "Tað var skeivt av mær at siga, at tú ert ein lortungi.
Eg misti tamarhaldið. Eg veit, at eg havi sært teg, og tað mást tú veruliga orsaka.“

Barn títt lærir, at øll kunnu gera okkurt, tey síðan angra og vilja bøta aftur. Tú fært eisini sagt barninum, hvussu gerðirnar hjá tí ávirka teg, og hvat hendir innan í tær. Á tann hátt lærir tú barnið eitt sindur um kenslur.

Rúm fyri undantøkum
Gerandisdagurin má hava eina fasta rútmu. Men tað er eisini gott við undantøkum. Barnið skilur væl, um tú sigur, at nú er støðan øðrvísi, so í dag gera vit eitt undantak. Tí onkuntíð kann tað vera neyðugt at útseta okkurt, um øll eru útlúgvað, ella ein óvæntað familjukrisa stingur seg upp. Á sama hátt býðst høvið onkuntíð til stuttligar løtur. Tá kann man eisini gera eitt frávik frá gerandisdegnum.

Skil tað eg sigi

Uppaling snýr seg í stóran mun um samskifti.

Skilur barnið tað, tit siga? Skilur barnið tað, tit meina? Og er barnið menningarliga sæð ført fyri at gera tað, sum tit biðja tað um?

Lítla gentan um 8-10 mánaðir vil fegin spæla við telefonina. Hon røkkur akkurát, og hini taka telefonina alla tíðina. Hon er væl umtókt og áhugaverd. Gentan vil duka hana í borðið, koyra hana í munnin og bíta hana. Mamma og babba siga nei – bæði hart og ilsliga. Men hon tekur hana kortini. Gentan er ov lítil til at stýra síni trongd til at taka telefonina. At skelda nyttar einki. Telefonin má verða flutt, so hon ikki freistar. Tú kanst byrja við at siga: “Eg vil ikki, at tú tekur hana.” Gentan skal so smátt læra at skilja mun á “ ja” og “nei”. Og tú lyftir hana burtur frá tí, sum merkir "nei". Tá ið barnið er um eitt ár, byrjar tað at skilja, at tað ikki má fara yvir til trappuna ella nema við stikkkontaktina. Enn dugir barnið ikki at stýra sínum kenslum (impulsi og hugi), so tað fer yvir hagar aftur og aftur, sjálvt um tað veit, at tað skal lata vera. Endurtak upp í saman: “Tú skalt ikki nema við stikkkontaktina!” og flyt barnið og flyt tað aftur. At rópa og skelda er ikki uppaling.

Forvitni mennir, men kann vera strævið

Forvitni og hugurin eftir at kanna er íborið og neyðugt fyri menningina hjá barninum. Tað fevnir um hyljar og runu, um tað, sum er í skuffum og skápum, og freistingarnar í baðirúminum. Fyri foreldur finst

ein hárfín javnvág millum at stuðla hesum forvitni og gleðast um tað (tí barnið verður jú klókt og dugnaligt av sínum royndum) og so at steðga tí, vinaliga, men avgjørt, tá ið kanningarferðin skal halda uppat: “Ja, eg síggi, at tú heldur, at tað er keðiligt, at tú ikki kanst spæla meira, og eg síggi, skilji væl, at tú mótmælir, men nú er nóg mikið fyri í dag.”

At tosa saman og at vera saman
At tosa saman og at vera saman

Uppaling er eisini at siga frá sínum upplivingum, at tosa saman í frið og náðum, at lesa bøkur saman, at lurta eftir tónleiki, at geva sær stundir til góðar løtur saman uttan at verða órógvað av eitt nú fartelefonini. Tí hvussu skal barnið læra at fordjúpa seg, um henda dýrabara samveran støðugt verður avbrotin av onkrum, sum hevur “størri týdning”?

At sýna umsorgan og fyrilit

Nógv uppaling sníkir seg inn í barnið við at gera sum onnur. Børn myndast nógv meira av tí, sum foreldrini gera og vísa, enn av tí, tey siga. Sær barnið, at foreldrini sýna øðrum fyrilit, eru vinalig og hjálpsom? Sær barnið, at foreldrini eru tollynt og skiljandi?

Hvussu er og ikki, so eru foreldrini stóru fyrimyndirnar.

Varandi ósemjur kunnu eitra huglagið í heiminum og merkja barnið. Hinvegin duga flestu børn væl at handfara, at tey vaksnu eru ósamd, skeldast og verða væl aftur. Men umráðandi er at siga børnunum, at ósemjurnar millum foreldrini einki hava við tey at gera, tí børn hava tað við at átaka sær skyldina.

Gleðin

Øll børn duga at halda gleim og gang. Øllum børnum dámar at flenna, eisini vaksnum. At síggja tað lívsjáttandi, tað stuttliga, tað skeiva og tað øra og at brúka eitt og hvørt høvi til at skapa gleði er eitt týðandi grundarlag í uppalingini.

At hugsa um og skifta orð um

  • Hvussu vórðu tit sjálv uppald?

  • Hvat vilja tit við tí uppaling, tit ætla at geva tykkara barni?

  • Hvat kunnu tit brúka frá tykkara egnu uppaling?

  • Hvat vilja tit ikki brúka?

  • Hvussu kunnu tit skipa gerandisdagin, so at samveran verður so góð sum til ber?

  • Hvar seta tit markið fyri, hvussu nógv barnið brúkar fartelefon, teldu og sjónvarp?

  • Hvussu hava tit tað viðvíkjandi fólkaligum atburði, og hvat vænta tit av tykkara barni?

  • Hvat ger hin parturin, tá ið annað av tykkum hevur ósemju við barnið?

  • Er tað í lagi at hava ymiskar meginreglur sum foreldur?

  • Er okkurt, sum tit ikki kunnu góðtaka við mátanum, sum hin parturin uppalir eftir?

  • Hvat sleppur barnið, tá ið tað er í dagrøkt ella á dagstovni?