Sum dátuábyrgdari skal Gigni kunna skráseta, hvussu persónsupplýsingar verða viðgjørdir.
Endamál við viðger av persónsupplýsingum
Høvuðsendamálið hjá Gigni er at veita ráðgevandi og vegleiðandi heilsufrøði til børn og ung fyri:
- At fremja heilsu
- At fyribyrgja sjúku
- At avdúka møguligar trivnaðar- og menningartrupulleikar og viðgera hesar skjótast til ber
- At fyribyrgja skeivari menning, ið seinni kann elva til sosialar, heilsu- ella innlæringstrupulleikar.
Sí meira um okkara endamál her: https://www.gigni.fo/um-gigni/endamal/
Viðgerðir
Upplýsingarnir, sum verða savnaðir, eru í høvuðsheitum knýttir at:
- Ráðgeving og vegleiðing til pinku - og smábørn (0-18 mánaðir)
- Ráðgeving og vegleiðing til skúlabørn (0.- 9.flokk)
- Fosturtøkuráðgeving (navnaloynt)
- Ættleiðingarfyrireikingarskeið
Viðgerðin fer fram í manuellum skráum ella á teldupostskipan. Teldupostskipanin verður rikin av veitara, sum er dátuviðgeri hjá Gigna. Dátuviðgerðin er í Føroyum.
Viðgerð av persónsupplýsingum fer altíð fram í samráð við skrásetta ella foreldur/verja.
Tá børn verða kannaði í skúlanum, verður hetta altíð gjørt við skrivligum samtykki frá foreldur/verja.
Tú hevur til eina og hvørja tíð loyvi at taka samtykki aftur. Hetta gert tú við at venda tær til avvarðandi heilsufrøðing ella við at skriva til jdo@heilsutrygd.fo
Øll okkara viðgerð av persónsupplýsingum fer fram sambært galdandi dátuverndarlóggávu og er viðgerð heimilað í hesi lóggávu:
- Løgtingslóg nr. 63 frá 17. mai 2005 um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung.
- Kunngerð nr. 4 frá 9. januar 2019 um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung
- Løgtingslóg nr. 42 frá 30. apríl 2018 um ættleiðing
- Kunngerð nr. 117 frá 25. juli 2018 um ættleiðing
Vit goyma upplýsingar ímeðan børnini ganga í fólkaskúla, og vit hava samband við tykkum, og annars til vit ikki hava tørv á upplýsingunum longur. Upplýsingar verða tá fluttar á trygga goymslu, til hesar verða avhendar til Landsskjalasavnið, sum er álagt okkum við lóg.
Vit lata ikki upplýsingar víðari til onnur uttan so, at hetta er álagt okkum við lóg, og tá hava vit skyldu til at tryggja okkum, at ein heimild er fyri eini slíkari avhendan.
Rættindi hjá tær sum skrásettur
Sum skrásettur hevur tú nøkur rættindi, tá vit viðgera persónsupplýsingar um teg ella títt barn.
Samtykki
Tú hevur sum foreldur/verji rætt til at taka samtykki aftur.
Innlit
Tú hevur rætt til innlit í egnar persónsupplýsingar, sum vit viðgera um teg ella um barn títt.
Rætta og strika
Í summum førum, og eftir umbøn, kanst tú fáa rættað persónsupplýsingar, um tú metir, at hesar eru skeivar ella villleiðandi. Støða verður tikin til hetta í hvørjum einstøkum føri. Í sambandi við møguligar trætur ella ósemjur hevur tú sum skrásetti møguleika at kæra til Dátueftirlitið.
Mótmæla viðgerð
Tú kanst mótmæla viðgerð av persónsupplýsingum um teg. Støða verður tikin til hetta í hvørjum einstøkum føri, og verður mótmælið mett grundað, fært tú boð um hetta, og persónsupplýsingarnar verða ikki viðgjørdar.
Avmarka viðgerð
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa avmarkað viðgerð av persónsupplýsingum. Eru treytirnar um at avmarka viðgerð uppfyltar, kunnu vit bert viðgera tínar persónsupplýsingar í serligum førum.
Samband
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum við spurningum um viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Hetta gert tú við at venda tær til okkara dátuverndarfólk á:
Hevur tú aðrar spurningar kanst tú venda tær til okkara á gigni@gigni.fo
Kæra
Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til at kæra eina viðgerð.
Hetta kanst tú gera við at venda tær til Dátueftirlitið á:
dat@dat.fo ella við at ringja á tel: 30 91 00
Skrivstovan hevur opið frá kl. 09:00 til 15:00