Allir mammubólkar niðurlagdir árið út
Í løtuni hava vit eina kikhostafarsótt við høgum smittutali. Vit hava tí valt at niðurleggja allar mammubólkar árið út. Hetta er eftir tilmæli frá Landslæknanum.
Gigni heitir eisini á foreldur, um ikki at hava privatar mammubólkar og ikki fara í stórar samkomur ella aðrastaðni, har vandin fyri smittu er stórur.
Børn, sum eru 5 mánaðir ella yngri eru serliga sárbær fyri álvarsamari sjúku, um tey ikki hava fingið tvær koppsetingar fyri kikhosta. Eisini verður tilmælt serliga at ansa eftir børnum undir 2 ár.
Sundhedsstyrelsen hevur 5 góð ráð fyri at fyribyrgja smittu:
- Ver heima, um tú ert sjúk/ur
- Lufta út javnan við at opna fleiri vindeygu og hurðar, so luftin verður skift út
- Vaska hendur og nýt hondspritt
- Ger reint - serliga yvirflatir sum nógv nerta við
- Hosta og njósa í ermuna
Nærri frágreiðing her.
Hvat er kikhosti?
Kikhosti er ein ígerðarsjúka í andaleiðini, sum kemur av eini bakteriu (Bordella pertussis). Ígerðin kann koma allar tíðir á árinum, men við heldur fleiri tilburðum í aðru hálvu. Farsóttir síggjast serliga við 3-5 ára millumbili. Eftir at ein er vorðin smittaður, eru fyrstu sjúkutekini sum við krímsjúku, síðani verða sjúkutekini hosti, tá kann ein fáa ógvuslig og drúgv herindi av hosta við møguligari spýggju. Tað kann verða trupult at fáa luft undir hostaherindunum, og andadrátturin (at anda inn) í sambandi við eitt hostaherindi kann hava eitt ýlandi ljóð (kikka eftir ondini).
Tíðarskeiðið við hostaherindunum kann vara í fleiri mánaðir, men ein smittar bert tær 3-4 fyrstu vikurnar av sjúkuni. Hjá teimum flestu børnunum kann hostaherindi ávirka andadráttin, so neyðugt kann verða við innlegging á sjúkrahúsi. Pinkubørn fáa ikki altíð sjúkutekin við hosta,
men høvuðssjúkutekinini kunnu vera, at tey viðhvørt missa ondina og blíva blá í húðini.
Kikhosti kann verða ein álvarsom og lívshættislig sjúka hjá teimum heilt smáu børnunum, serliga áðrenn tey sjálvi eru nóg gomul at verða koppsett ímóti kikhosta. Øll børn fáa bjóðað koppseting í barnakoppsetingarskránni, tá tey eru 3, 5 og 12 mánaðir og aftur við 5 ára aldur. Kikhostakoppseting av barnakonum verjir pinkubarnið ímóti kikhosta teir fyrstu mánaðirnar í lívinum hjá barninum, og tíbetur hava nógvar barnakonur tikið ímóti tilboðnum um ókeypis koppseting í 2. ella 3. trimestri.
Les tíðindaskriv frá Landslæknanum her.