Babbasa spælistova
- ein leygarmorgun har pápar og børn undir skúlaaldur sleppa at vera virkin og hava tað stuttligt saman.
Leygarmorgunin 30. september kl. 10.00 – 12.00
Tað er í samband við ABC skránna hjá Fólkaheilsustýrinum, at Gigni skipar fyri Babbasa spælistovu runt um í landinum. Her ynskja vit at bjóða øllum pápum við børnum undir skúlaaldur at vera virkin og hava tað stuttligt saman við okkum.
Spælistovurnar verða staðsettar soleiðis:
- Eysturoy: Fimleikahøllin í Glyvra Skúla
- Vágar: Fimleikahøllin á Giljanesi
- Streymoy/Sandoy: Høllin á skúlanum á Fløtum
- Norðoyggjar: Fimleikahøllin á Skúlatrøð
- Suðuroy: Ítróttarhøllin í Trongisvági
Góð sálarheilsa kemur ikki av sær sjálvari. Tað er neyðugt at røkja okkara sálarheilsu fyri at trívast og hava tað gott. Gigni hevur í fleiri ár verið samstarvsfelagi hjá Fólkaheilsuráðnum fyri at varpa ljós á ABC fyri sálarligari heilsu. Í Gigni hava vit valt at leggja dent á sálarheilsuna hjá familjuni.
Ver virkin í familjuni
Barnið mennist í sampæli við onnur, og tískil er tað neyðugt, at foreldrini eru tilstaðar, eisini mentalt, tá tey eru virkin saman við børnunum.
Ver saman sum familja
Tað er sera umráðandi, at familjan verður raðfest fyri at trívast. Og fyri at familjan skal trívast, er neyðugt at brúka tíð saman.
Ver hugbundin saman við familjuni
Tað er gott at gera okkurt saman við barninum við fullum huga. T.d. leggja putlispæl, spæla borðspæl ella gera sjálvboðið arbeiði.
Leikluturin hjá pápanum hevur eisini sera stóran týdning fyri eina familju. Tað eru kanningar, sum vísa, at um páparnir virkið taka lut í uppalingini av børnunum, so fáa gentubørn færri sálarligar trupulleikar og dreingjabørnini færri atferðartrupulleikar. Harafturat er tað størri sannlíkindi fyri, at parlagið heldur.
Les meira um týdningin av pápaleiklutinum her!
Heimasíðan "Far for livet" hevur eisini nógv gott tilfar.