"Babbasa spælistova" eitt væleydnað tiltak
Tað vóru nógvir glaðir pápar og spent børn, sum luttóku í "Babbasa spælistovu" runt um í landinum. Uppmøtingin var góð, og í øllum støðum var áhugi fyri at halda áfram við hesum tiltakinum. Aldurin á børnunum var 4 mðr. til 6 ár, og onkur abbi var eisini við. Børnini spældu og hugnaðu sær og fóru heim við reyðum kjálkum.
Tað vóru fleiri, sum søgdu, at hetta var júst tað, sum manglaði, og at hetta er eitt sera gott høvi hjá pápum og børnum at spæla og hugna sær saman, samstundis sum man kann fáa eitt gott prát.
Gigni fer nú at heita á allar kommunur um, at loyva pápum við smábørnum inn í fimleikarhallir leygarmorgun. Tað er gott fyri sálarheilsuna hjá bæði stórum og smáum at vera virkin, vera hugbundin og at vera saman.
Samstundis vilja vit í Gigni takka fyri vælvild frá kommununum fyri at leggja hølir til.