Fýra nýútbúnir heilsufrøðingar
Vit eru í tí gleðiligu støðu, at hava fingið fýra nýútbúnar heilsufrøðingar í Føroyum. Tað eru Elin S. Holm, Sissel Eyðfinnsdóttir, Maiken Samson og Sváva Vang Poulsen.
Umframt eina 4 ára langa útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, skal man hava minst 3 ára royndir, áðrenn man kann nema sær útbúgving sum heilsufrøðingur. Royndirnar skulu vera frá barnadeild, føðideild, barnapsykiatri ella í heimatænastuni.
Útbúgvingin sum heilsufrøðingur er ein serútbúgving, sum tekur 1½ ár, og tað eru bert tveir skúlar í Danmark, har tú kanst taka hesa útbúgvingina, ein í Århus og ein í Keypmannahavn. Síðstu árini hevur tað verið møguligt at fingið nakað av undirvísingini á netinum. Hetta er ein fyrimunur fyri føroyingar, tí ofta eru tað sjúkrarøktarfrøðingar við børnum, sum ynskja at nema sær hesa útbúgvingina. Tá er tað ikki so lætt at fara av landinum í so langa tíð.
Vit ynskja Elini, Sissel, Maiken og Svávu hjartaliga tillukku við útbúgvingini og blíðan byr.