Gigni søkir heilsufrøðingar / sjúkrarøktarfrøðingar at byrja í august 2024
12. juni 2024

Gigni søkir heilsufrøðingar / sjúkrarøktarfrøðingar at byrja í august 2024

Talan er um tímar á skúla- og smábarnaøkinum, har møguleiki er fyri at seta tímar saman, so talan gerst um fulltíðarstørv, lægri brøk, ella at leggja tímar afturat verandi starvi. 

32 tímar kombinerað starv, harav 16 tímar eru á skúlanum við Løkin og 16 tímar á smábarnaøkinum í Eysturoy. Hetta er eitt 1 ára royndarstarv við møguleika fyri at leingja um setanina. Tann sum verður settur fer at samstarva við hinar heilsufrøðingarnar í økinum. Skrivstovan verður í Runavík.

12 tímar í Hoyvíkar skúla. Hetta er eitt avloysarastarv skúlárið 2024/25.

24 tímar fast starv í skúlunum á Tvøroyri og Vági.

24 tímar fast starv á Vágoynni. Talan er um 16 tímar í Skúlanum á Giljanesi og 8 tímar á smábarnaøkinum.


Vit vilja eisini kunna um Lestrarstørv/praktikkavtalur: les meira niðast í hesi lýsing.

Um ongin umsøkjari lýkur treytirnar fyri vanliga setan, kann ein sjúkrarøktarfrøðingur við serligum arbeiðsroyndum verða settur í tíðaravmarkað starv at røkja part av heilsufrøðingastarvinum. 

Vit kunnu bjóða:
•    sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
•    fakligt mennandi umhvørvi
•    at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum


Førleikar og eginleikar:

Vit vænta, at tú...
•    hevur útbúgving sum heilsufrøðingur
•    hevur løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
•    hevur góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar og onnur
•    ert ábyrgdarfull/-ur og álitisvekjandi
•    ert áhugað/-ur í fakligari menning
•    gevur samtykki til, at Gigni útvegar barnaváttan um teg sambært §2 í barnaváttanarlógini, áðrenn setanin kann vera framd.


Sjúkrarøktarfrøðingar:
Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstøði at søkja størvini, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing. 

Upptøkutreytirnar eru:
•    útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði og danska løggilding
•    royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til trý ár við í minsta lagi 32 tíma arbeiðsviku – og hava royndir úr tveimum ella fleiri av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barnapsykiatri ella heimatænasta. Ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 12 mánaðir til longdar, og ein av starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi í 6 mánaðir.


Broytingar í starvinum:
Yvirskipað kann væntast, at raðfestingar og mannagongdir kunnu broytast í sambandi við
menningartilgongdir. 


Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. juni 2024.

Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun Foldbo, fakligan stjóra, solrunf@gigni.fo tlf. 562394.


Viðv. lestrarstørvum/praktikkavtalum:
Um tú ert sjúkrarøktarfrøðingur og ætlar at lesa til heilsufrøðing, er neyðugt at hava eina praktikkavtalu. Gigni kann gera praktikkavtalu við 2 umsøkjarar, sum ætla at fara undir útbúgving í januar 2025. Umsóknarfreistin til útbúgvingina er 21. August 2024. 
Les meira á: www.kp.dk/videreuddannelser/specialuddannelse-til-sundhedsplejerske