Gigni søkir heilsufrøðingar/sjúkrarøktarfrøðingar at byrja í august 2023
Størvini eru:
20 tímar farloyvisstarv í Eiðis skúla og skúlunum í Sundalagnum skúlaárið 2023/24.
Starvið verður sett frá 1. august 2023 (ella eftir avtalu) til 30. juni 2024.
24 tímar fast starv í Tvøroyrar skúla og Vágs skúla.
Starvið verður sett frá 1. august 2023 ella eftir avtalu.
Lestrarstørv/praktikkavtalur: les meira niðast í hesi lýsing.
Møguleiki er fyri setan við størri ella minni brøki, enn lýst, og fyri samanseting av fleiri størvum, um tey tilsamans ikki fara upp um fulla normering.
Um ongin umsøkjari lýkur treytirnar fyri vanliga setan, kann ein sjúkrarøktarfrøðingur við øðrvísi arbeiðsroyndum verða settur í tíðaravmarkað starv at røkja part av
heilsufrøðingastarvinum. Arbeitt verður fyri, at sjúkrarøktarfrøðingur í slíkum føri kann fáa tær royndir, sum skulu til, fyri at fáa útbúgving sum heilsufrøðingur.
Vit kunnu bjóða:
• sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
• fakligt mennandi umhvørvi
• at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum
Førleikar og eginleikar:
Vit vænta, at tú...
• hevur útbúgving sum heilsufrøðingur
• hevur løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
• hevur góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar og onnur
• ert ábyrgdarfull/-ur og álitisvekjandi
• ert áhugað/-ur í fakligari menning
• gevur samtykki til, at Gigni útvegar barnaváttan um teg sambært §2 í
barnaváttanarlógini, áðrenn setanin kann vera framd.
Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstøði at søkja størvini, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.
Upptøkutreytirnar eru:
• útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði og danska løggilding
• royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til trý ár við í minsta lagi 32 tíma
arbeiðsviku. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og
barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barnapsykiatri ella heimatænasta. Ein av hesum
starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 12 mánaðir til longdar, og ein av
starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi í 6 mánaðir.
Yvirskipað kann væntast, at raðfestingar og mannagongdir kunnu broytast í sambandi við menningartilgongdir.
Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til
heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700-Klaksvík.
Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi týsdagin 30. mai 2023, kl. 12.00.
Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun Foldbo, fakligan stjóra, solrunf@gigni.fo tlf. 562394.
Viðv. lestrarstørvum/praktikkavtalum: Um tú ert sjúkrarøktarfrøðingur og ætlar at lesa til heilsufrøðing, er neyðugt at hava eina praktikkavtalu. Gigni kann gera praktikkavtalu við 2 umsøkjarar, sum ætla at fara undir útbúgving í januar 2024. Umsóknarfreistin til útbúgvingina er 21. August 2023. Online-kunningarfundur verður 22. mai.
Les meira um útbúgvingina her!