5. oktober 2023
Góðir svøvnvanar hjá børnum og ungum
Góður svønur er ein týdningarmikil fortreyt, fyri at trívast í gerandisdegnum og fáa ein góðan skúladag.
Góður svøvnur styrkir immunverjuna, fyribyrgir strongd, ovurfita og hevur jaliga ávirkan á sinnalagið hjá okkum. Vit læra og hugsavna okkum eisini betri, tá vit fáa nógmikið av svøvni.
Fyri at sova væl, er týdningarmikið við reglusemi og góðum svøvnvanum. Fastir vanar í samband við svøvn geva eina góða døgnrytmu. Les meira á heimasíðu okkara um góðar svøvnvanar her