20. september 2022
Hvat er ein heilsufrøðingur?
Tað tekur 8½ ár at gerast heilsufrøðingur.
Sjúkrarøktarfrøðingur: 4 ár
Viðkomandi praktiskar royndir: 3 ár
Víðari útbúgving í DK: 1½ ár
Ein heilsufrøðingur er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, sum umframt drúgvar arbeiðsroyndir við børnum, hevur nomið sær hálvtannað ára víðari útbúgving í Danmark innan servitan um børn, barnafamiljur, relatiónir, námsfrøði, gransking, menningarsálarfrøði, heilsufremjan og sjúkufyribyrgjan. Undir útbúgvingini hevur tann lesandi skiftivís teoretiska og praktiska frálæru.
Nakrir heilsufrøðingar arbeiða burturav við smábørnum, nakrir arbeiða bert á skúlum, meðan aðrir arbeiða bæði á skúlum og við smábørnum.
Les meira um okkara tænastu á smábarnaøkinum her!
Les meira um okkara tænastu á skúlaøkinum her!