27. november 2023
Hvat ger heilsufrøðingurin í skúlanum?
Børn og ung frá 1.-9. flokk fáa tilboð um regluligar fyribyrgjandi og heilsufremjandi kanningar hjá heilsufrøðingi.
Heilsufrøðingurin bjóðar vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Umframt at gera funktiónskanningar, hevur heilsufrøðingurin eisini persónligar heilsu- og trivnaðarsamrøður við næmingin. Heilsufrøðingurin hevur bólka- og floksundirvísing í ymiskum viðkomandi evnum.
Harumframt eygleiðir heilsufrøðingurin heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum og almennu umstøðurnar fyri hesum.
Vegleiðing verður eisini veitt til foreldur og starvsfólk á skúlunum.
Arbeiðið hjá heilsufrøðinginum er lógarásett. Sí her