Hvat ger heilsufrøðingurin í skúlanum? (1)
28. november 2023

Hvat ger heilsufrøðingurin í skúlanum?

Innskúlakanning

Áðrenn skúlabyrjan kemur barnið saman við foreldrunum til eina innskúlakanning og -samrøðu.

Kanningin fevnir um funktiónskanning viðvíkjandi sansabúning og motoriskum førleika, eygnakanning, hoyriroynd, hædd og vekt.

Samrøðan snýr seg um heilsuna, trivnaðin og menningina hjá barninum, og um tað møguliga eru serlig viðurskifti viðvíkjandi barninum, ið ein eigur at hava fyrilit fyri. Evni, ið tosað verður um eru m.a.:  Kropsliga og sálarliga heilsu, mat- og svøvnvanar, hugsavnan, sansamotorisk menning, málslig og sosial menning og skermvanar.

Arbeiðið hjá heilsufrøðinginum er lógarásett. Sí her