4. desember 2023
Hvat ger heilsufrøðingurin í skúlanum?
2. - 8. flokk.
Heilsufrøðingurin hevur persónligar heilsu- og trivnaðarsamrøður við børnini.
Harafturat verður eisini gjørd árlig eygnakanning, kannað hoyrn eftir tørvi og mátan av hædd og vekt.
Evni í bólkasamrøðum og í floksundirvísingini verða lagað eftir aldri og eru til dømis: Kenslur, trivnaður, happing, bólkar/bólkatrýst, mørk, kynsbúning, reinføri, kynsligur ágangur, skermnýtsla, rørsla, matur og svøvnur.
Í eldru flokkunum kunnu evnini harafturat vera sálarheilsa, kynslív, persónlig mørk, royking, rúsdrekka, rúsevni og sjálvskaðandi atferð.
Arbeiðið hjá heilsufrøðinginum er lógarásett. Sí her