13. mars 2023
Hvussu uppliva smábørn tryggleika í familjuni?
Fyri at børn kunnu trívast og mennast, er tryggleiki avgerandi neyðugt. Børn gerast trygg, tá tey kenna seg sædd, hoyrd og verða vird av teimum vaksnu umsorganarpersónunum í teirra lívi. Tað ger, at børnini kenna seg ynsktan, tey hvíla í sær sjálvum og eru trygg við sínar umstøður. Tá barnið er trygt, kann tað byrja at kanna ting og umstøður, menna seg, spæla og læra.
Á vári 2022 gjørdi danska "Børns Vilkår" eina kanning av 1153 børnum, sum vóru 5-6 ára gomul.
Børns Vilkår hevur gjørt 8 tilmælir útfrá kanningini:
- Lurta erftir tínum barni
- Slepp tær undan at skeldast, meðan barnið hoyrir
- Gev jaliga vegleiðing
- Brúka aðrar hættir enn at skelda
- Bið um umbering, um tú skeldaði barnið
- Royn so vítt sum gjørligt at sleppa undan "timeout"
- Raðfest nærveru og samveru við barnið
- Hugsa um tína skermnýtslu
Les meira um kanningina her!