Inga Símunardóttir 25 ára starvsdag
Nú tað eru 25 ár síðani Inga byrjaði í starvi í Gigni, nýttu vit høvi at steðga á og lýta aftureftir eina løtu. Tað varð gjørt við einari hugnaligari samkomu, har arbeiðsfelagar og onnur vóru tilstaðar, og okkurt gott var til matna.
Tað eru ikki smávegis uppgávur, sum eru gjørdar aftaná 25 ára arbeiði, og tað eiga vit gleðast um. Tað eru óteljandi familjur sum hava fingið heimavitjan av Ingu og túsundavís av skúlabørnum, sum hava havt samband við hana hesi 25 árini. Tað eru eisini fleiri heilsufrøðingar, sum eru blivnir upplærdir av henni, tá teir eru byrjaðir í starvi.
Inga starvaðist fleiri ár í Sundalagnum sum heilsufrøðingur. Seinastu árini hevur hon arbeitt við skúlabørnum í Eysturkommunu, Fuglafjarðar skúla og Tofta skúla. Sum persónur er Inga ógvuliga lítillátin og hugsar altíð um onnur fyrst. Hon arbeiðir í tí stilla, og tað skal nógv til, áðrenn hon sigur frá, at okkurt ikki er nóg gott. Hon er kend fyri at vera still og trúføst og røkir sítt arbeiði við einum serligum nærlagni og ábyrgd. Tá tað eru børn, sum stríðast í hennara øki, hevur tað alt at siga, at tey fáa ta hjálpina, sum tey hava tørv á. Har strekkir hon seg langt og tekur fegin eitt eyka tak fyri at hjálpa teimum á rætta kós.
Inga hevur verið ein ómissandi partur av Gigni alla hesa tíðina, hon hevur starvast í skipanini. Í Gigni vilja vit takka Ingu fyri hennara trúfesti og stóra arbeiði. Vit gleða okkum til at síggja, hvat framtíðin hevur at bjóða, og vit vóna, at hon heldur fram við at vera ein partur av hópinum í mong ár afturat.
Við hesum verður ynskt hjartaliga tillukku við starvsdegnum og alt tað besta framyvir!