
15. februar 2024
Mammubólkarnir kunnu nú samlast aftur
Tilburðirnir av kikhosta eru nú so mikið fáir, at mammubólkarnir kunnu samlast aftur. Hetta eru boð, sum komu frá Fólkaheilsustýrinum í gjár.
Vit eiga tó framvegis at vísa ansni og og serliga verja tey smáu.
Tað hevur eisini týdning at hava gott reinføri, og tað er nógv vit kunnu gera fyri at sleppa undan smittandi sjúkum:
- Ver heima, um tú ert sjúk/ur
- Vaska hendur ofta ella brúka hondspritt
- Ger reint, serliga á yvirflatum, sum nógv nerta við
- Lufta væl út
- Hosta og njósa í ermuna
Les meira á heimasíðuni hjá SST her.