
Mammubólkarnir mugu bíða við at samlast
Gigni hevur fingið boð frá Fólkaheilsustýrinum um, at tilmælið enn er galdandi um, at vit ikki kunnu samlast í mammubólkum. Hetta er fyri at fyribyrgja, at børnini fáa kikhosta. Vit fáa nýggja fráboðan fyrst í februar.
Boðini ljóða soleiðis:
Fólkaheilsustýrið vil við hesum vísa á, at tilmælið frá Landslæknanum frá 29. nov. 2023 stendur við. Fólkaheilsustýrið, sum síðani 1. jan. 2024 er avvarðandi myndugleiki á økinum, heitir tí á GIGNI og Bláa Kross um framvegis at avlýsa mammubólkar orsakað av smittutølum fyri kikhosta.
Eisini verður heitt á foreldur um at verja børn undir tvey ár við ikki at fara í stórar samkomur við børnunum. Ansast skal serliga eftir børnum, sum ikki eru liðugt koppsett.
Smittutølini fyri kikhosta eru tó lækkandi. Nýggj fráboðan kemur fyrst í februar.