Sálarheilsan hjá ungum gerst betri, tá tey luttaka í frítíðarvirksemi
Ein nýggj ritgerð vísir á fimm táttir, ið eru við til at styrkja sálarheilsuna hjá ungum, tá tey luttaka í frítíðarvirksemi, so sum fótbólti, dansi ella tónleiki.
At kenna seg knýttan at onkrum, at menna førleikar og at kenna tryggleika og álit. Hesi fýra eyðkenni eiga, saman við øðrum, helst at vera til staðar í frítíðarfelagsskapum, ið eru mennandi fyri sálarheilsuna hjá ungum.
Hetta vísir ein nýggj ritgerð. Granskarar við statens institut for folkesundhed í Danmark hava nærlisið vísindaligar bókmentir, fyri at fáa vitan um, hvat eyðkennir skipaðar frítíðarfelagsskapir fyri ung, ið eru fremjandi fyri sálarheilsuna.
Hetta er virksemi, sum tey ungu luttaka í saman við øðrum ungum, og sum er skipað í føstum rammum, sum t.d. ávísum tíðum og støðum. Tað kann vera at íðka fótbólt í einum ítróttarfelag, dansa í einum dansiskúla ella spæla tónleik í kvøldskúla.
”Vit vita frá gransking, at luttøka í og tilknýti til felagsskapir hevur avgerandi týdning fyri sálarheilsuna og trivnaðin hjá ungum.
Eftir sum at talið av ungum, ið ikki trívast, hevur verið vaksandi seinastu árini, er skilagott at kanna, hvat ið fremur sálarheilsu hjá ungum m.a. í teirra frítíðarfelagsskapi. Tað kann nýtast til at menna væl egnað frítíðarvirksemi, við høvuðsdenti á at fremja sálarheilsu,” sigur Amalie Oxholm Kusier, sum er ein av granskarunum handan ritgerðina.
Fimm táttir.
Tilsamans hava granskararnir greinað 52 ritgerðir, ið allar hava kannað, hvat ið førir til góða sálarheilsu í frítíðarfelsagsskapum fyri ung.
”Vit koma fram til, at tað eru fimm viðurskiftir, ið eiga at vera til staðar í frítíðarfelagsskapum, um teir skulu vera fremjandi fyri sálarheilsuna hjá ungum.
Tað er m.a. at sjálvsálitið hjá teimum ungu verður styrkt, og at tey uppliva, at evnir og førleikar betrast til tað sum krevst av virkseminum. Tað hevur eisini týdning, at tey ungu luttaka av egnum huga og ikki vegna væntanir og tørvir hjá øðrum. Felagsskapurin skal helst vera eitt trygt og álitisvekjandi stað, har tú kanst vera tann tú vilt,” sigur Amalie Oxholm Kusier.
Tað er av týdningi, at tað verða knýtt vinarbond og skapað samanhald og jalig sosial sambond, millum tey ungu og við tey vaksnu, ið standa fyri virkseminum.
Ritgerðin er ment fyri Sundhedsstyrelsen.
Kelda: Ugens tal, uge 18 (sdu.dk)