8. desember 2022
Snúsar tú?
Nýtslan av snúsi, tyggitubbaki og nikotinposum er blivin alsamt meira vanligt millum ung, serliga millum dreingir. Í Danmark vísa kanningar, at meira enn fimti hvør ungur í aldrinum 15 til 29 ár snúsar ella nýtir nikotinposar dagliga ella regluliga.
Hóast eingin sambærilig tøl eru í Føroyum, hevur Fólkaheilsuráðið illgruna um, at støðan í Føroyum líkist henni í Danmark.
Ert tú foreldur, so tosa við barn títt um snús. Nógv foreldur vita kanska ikki, at barnið snúsar. Av tí at tað er roykfrítt, er tað lættari at goyma, og tann ungi veit kanska ikki, hvørjar fylgjurnar av snúsnýtslu kunnu vera. Les meira á heimasíðu okkara her