
13. mars 2025
Sunn børn - nýggjur bóklingur
Gigni hevur givið út nýggja bóklingin “Sunn børn”, ið er ein vegleiðing til foreldur at børnum millum 0-2 ár.
Evnir ið verða umrødd eru m.a. nýføðingurin, bróstageving, svøvnur, pinkubarnarøkt, matur, menning og tað sjúka barnið.
Tú kanst ogna tær bóklingin, við at venda tær til smábarnaheilsufrøðingin í tínum øki. Kostnaðurin er 50 kr.
Tað er danska heilsustýrið, sundhedsstyrelsen, ið hevur gjørt bóklingin og Sprotin ið hevur umsett til føroyskt.