Tríggir nýggir heilsufrøðingar
Tað er ein gleðilig hending, tá fleiri heilsufrøðingar verða útbúnir. Nú eru tríggir heilsufrøðingar afturat, sum hava fingið útbúgving. Tað eru Elin Stakksund, Eir á Høvdanum og Maria Neshamar.
Tað er ein long tilgongd at blíva heilsufrøðingur. Fyrst er neyðugt at verða sjúkrarøktarfrøðingur, síðani skalt tú hava minst 3 ára royndir, sum eru viðkomandi fyri fakið sum heilsufrøðingur. Tað kann t.d. vera á barnadeild, føðideild, barnapsykiatri ella í heimatænastuni. Eftir hetta tekur tað 1½ ár at nema sær serútbúgving sum heilsufrøðingur. Tað eru tveir skúlar í Danmark, sum útbúgva heilsufrøðingur, ein í Århus og ein í Keypmannahavn. Síðstu árini hevur tað verið møguligt at fingið nakað av undirvísingini á netinum. Hetta er ein fyrimunur fyri føroyingar, tí ofta eru tað sjúkrarøktarfrøðingar við børnum, sum ynskja at nema sær hesa útbúgvingina. Tá er tað ikki so lætt at fara av landinum í so langa tíð.
Elin Stakksund er sett í starv á skúlaøkinum í Norðoyggjum og smábarnaøkinum í Tórshavn. Maria Neshamar er sett í starvs á smábarnaøkinum í Eysturoy.
Vit ynskja Eir, Elin og Mariu hjartaliga tillukku við útbúgvingini og blíðan byr.