7. oktober 2022
Vanligt millum ung at taka sól?
Í januar 2022 gjørdi Krabbameinsfelagið eina kanning um vanar og hugburð hjá føroyingum til at taka sól. 500 fólk yvir 18 ár vórðu spurd.
Av teimum, ið áttu børn millum 14 og 18 ár, svaraðu 24%, at børnini høvdu roynt at taka sól einstakar ferðir, meðan 7% svaraðu, at børnini regluliga taka sól.
Av teimum spurdu, vóru 44% yngri enn 18 ár, tá tey tóku sól fyrstu ferð.
Í kanningini sæst, at 84% av føroyingum taka undir við 18 ára aldursmarki, fyri at taka sól.
Les meira á heimasíðu okkara her