Verj tey smæstu og teg sjálvan
Talið av RS virus hjá børnum er vaksandi, og kikhosti er eisini staðfestur í Føroyum.
Tað er tí umráðandi at halda frástøðu frá teimum lítlu børnunum, um vit eru forkølaði, hosta ella hava onnur sjúkueyðkennir. Sjálvandi kunnu foreldur og systkin ikki haldast burtur, men onnur vitjandi skulu hugsa seg um, áðrenn farið verður at vitja, har pinkubørn eru.
Eisini er umráðandi, at foreldur hugsa seg um, áðrenn farið verur í stórar fólkamongdir ella aðrar samkomir við sínum smáu børnum. Vandi fyri smittu er allastaðni.
Handreinføri er allarbesta smittuverjan
Vaska hendur ofta, og hvørja ferð, tú hevur havt samband við ein, sum hevur sjúkueyðkennir. Tað er eisini týdningarmikið at vaska hendurnar, áðrenn farið verður til pinkubarnið. Minnist til at biðja systkin og onnur vitjandi um at vaska hendurnar, áðrenn nomið verður við barnið.
Les meira um RS virus her.
Les meira um kikhosta her.