Vika sex á Skúlanum á Fløtum
5. februar 2025

Vika sex á Skúlanum á Fløtum

Í samband við viku sex fáa 7. og 8. flokkarnar í Skúlanum á Fløtum aftur undirvísing frá heilsufrøðingunum Sáru Gullfoss og Olgu Mariu Mortensen, og í ár undir heitinum "At hava tað gott í egnum kroppi".
Gransking vísir, at tað er samanhangur millum, hvussu børn og ung hava tað í egnum kroppi og teirra trivnaði sum heild.
Endamálið við undirvísingini er at varpa ljós á vitan til næmingar um ymiskar kroppar, og hvussu hesir broytast og mennast gjøgnum lívið. Somuleiðis at viðvirka til, at børn og ung fáa styrkt um førleikarnar soleiðis, at tey kunnu gleðast um og trívast í egnum kroppi.
Afturat hesum hava allir 9. flokkar fingið teirra seksualundirvísing og 4. flokkarnar fáa undirvísing í kynsligum og kropsligum mørkum.