Vika sex - Hvussu stuðlar tú best tínum barnið, tá tað er á veg til at gerast vaksið?
10. februar 2023

Vika sex - Hvussu stuðlar tú best tínum barnið, tá tað er á veg til at gerast vaksið?

Hvat hendir í kynsbúningarárunum?
Barnið ið er í kynsbúning, er í ferð við at slíta seg leyst frá foreldrunum. Tað verður so við og við meira sjálvbjargið og fær greiðari og sterkari meiningar um ymiskt. Sinnið og kenslurnar kunnu eisini sveiggja nógv.

Kynsbúningin kann kennast sum ein avbjóðandi tíð. Á ein hátt kann barnið hava ein longsul eftir at verða tannáringur, tí tað merkir, at tað gerst meira vaksið. Á ein annan hátt kann tað eisini vera ein torfør tíð, har barnið skal venja seg við tann broytta kroppin og nýggju kenslurnar. Onnur, sum eru rundanum, skulu eisini venja seg við, at tann ungi er í ferð við at broytast.

Viðurkenn avbjóðingarnar
At vera foreldur hjá einum barni í kynsbúningaraldri kann vera avbjóðandi. Tað kann vera torført at gjøgnumskoða, hvat barnið stríðist við. Kanska heldur tú, at tað er toført at fáast við barnið og at skilja tað.

Tað er týdningarmikið at viðurkenna kenslurnar og tað trupla, óansæð hvussu ólagaligt ella óskilligt barnið kann tykjast at vera. Stuðla barninum við at greiða frá, at kynsbúningin bæði kann vera ein trupul, men eisini ein góð tíð.

Foreldrini eru ikki fyrsta valið hjá barninum
Tað er ikki so ofta, at foreldrini eru fyrsta valið, tá tannáringurin vil tosa um kroppin og tær broytingar sum henda við kroppinum. Um tú ynskir at práta við barnið, kann tað vera eitt gott hugskot at práta um kropp og kynsbúning sum heild, og ikki beinleiðis um kroppin hjá barninum.

Tú kanst t.d. taka støði í einum filmi ella onkrum, tit hava sæð á netinum ella sjónvarpinum.

Hygg t.d. saman við tínum barni eftir hesum filminum um kynsbúning: Hvad er pubertet? - YouTube

Kelda: Hvad sker der i puberteten? | Sex & Samfund (sexogsamfund.dk)

Les meira um kynsbúning á heimasíðuni hjá Gigni her