
6. februar 2025
Vika sex í Fuglafjarðar skúla
Aftur í ár fáa allir 9. floks næmingar seksualundirvísing.
Hesa vikuna hava Inga og Klara verið í Fuglafjarðar skúla.
Evnini vóru m.a. kroppur, kenslur, tannárini, kynslív, seksualitetur, persónlig mørk, samtykki, kynssjúkur og fyribyrging.
Næmingarnir vístu stóran áhuga í evninum og vóru væl við í undirvísingini.
Ígjøgnum fólkaskúlaárini veður regluliga undirvíst í hesum evnum, og tey verða tillað til aldurin.
Í 3. flokki verður tosað um kenslur, persónlig mørk og kynsligan ágang, í 5. flokki um kynsbúning og í 7. flokki m.a. um at vera tannáringur, kropp og kenslur.