5. februar 2024
Vika sex - Seksualundirvísing
Heilsufrøðingar hava seksualundirvísing fyri øllum næmingum meðan tey ganga í 9. flokki. Hetta veður skipað í samráð við læraran. Tað er ikki altíð at undirvísingin liggur í viku 6.
Evnini eru kroppur, kenslur, trivnaður, familja, vinir, kynslív, seksualitetur, ”fyrstu ferð” kynsligur ágangur, persónlig mørk, samtykki, kynssjúkur og fyribyrging. Undirvísingin er fjølbroytt og viðkomandi. Harumframt hava vit eina persónliga samrøðu við hvønn einstakan næming, har høvið er at práta um sekualitet og onnur viðurskifti.
Foreldur verða altíð kunnaði, um at heilsufrøðingurin fer at hava seksualundirvísing, og kunnu tí nýta høvið at tosa við teirra barn um evnið.