Vika sex - Sum foreldur ert tú fyrimynd
7. februar 2023

Vika sex - Sum foreldur ert tú fyrimynd

Børn og ung kunnu hava nógvar tankar um seg sjálvan. Eri eg okey? Eri eg sum hini? Bagir mínum kroppi nakað?

Tosar tú við barn títt um kenslur, kropp og mørk? Gert tú tað, kann tað vera við til at minka um iva og óvissur hjá barninum, og styrkja um sjálvsvirðið.

Ver ein góð fyrimynd
Hjálp barninum at seta orð á tankar og upplivingar. Tosa opið og erligt, og lat barnið kenna, at tað trygt kann práta við teg.

Lagað eftir aldri, kunnu tit tosa um, hvssu tað ber til at merkja og vísa sínar kenslur, hvussu kroppar eru ymiskir, hvussu ein kann ansa eftir sær sjálvum á alnótini, ella hvussu ein veit, nær mann er klárur til kynsligt samlív. Tað er eitt gott hugskot, at taka støði í onkrum øðrum enn tínum barni. Tað kann vera eitthvørt, tit hava sæð í sjónvarpinum ella lisið á alnótini.

Tú ert fyrimynd. Vís barninum, at tær dámar tín egna kropp, og at tú sigur frá, um onkur fer um tíni mørk. Tað er eisini gott at hava greið sjónarmið, mørk og virðir í samveruni við barnið.

Kanska heldur tú, at vangamyndin hjá tannáringinum er ov avdúkandi. Við at siga tína hugsan og samskifta við barnið, fer tað at hugsa seg um, læra at taka rættar avgerðir og at seta mørk.

Ver til taks
Tað er trupult at forða fyri, at barnið kemur at gera mistøk ella taka óskynsamar avgerðir.

Men tað ber til at vera til staðar, tá tað hendir. Barnið eigur at kunna kenna seg nóg trygt til at koma til tín óansæð. Eisini tá tað angrar ein koss, tá tað iðrar seg um at hava luttikið í einum kjatti á alnótini ella hevur lagt eina mynd út á instagram. Ella tá tað hevur gloymt at taka p-bollan ella ikki hevur nýtt hít. Tá barnið kemur til tín við spurningum, iva og óvissum, er tað ein álitisváttan.

Kelda: Tal med dit barn om krop og grænser | Sex & Samfund (sexogsamfund.dk)