Vika sex - Tosa við títt barn um deiling av myndum á netinum
8. februar 2023

Vika sex - Tosa við títt barn um deiling av myndum á netinum

Tað kann vera torført at kenna markið ímillum, hvørjar myndir tað eru í lagi at deila og ikki. Tú kanst hjálpa tínum barni við at tosa um hetta.

Tað kann ikki góðtakast at deila myndir og video av øðrum uttan teirra samtykki. Um onkur deilir eina mynd av tínum barni uttan samtykki, gera tey seg inn á rættin á teirra privatlívi. Um persónurin á myndini er yngri enn 18 ár og er nakin ella er í holt við eina seksuella gerð, kann man verða ákærdur fyri at deila barnaporno.

Øll børn og ung skulu vita, hvat góður atburður á netinum er, og hvørjar avleiðingar, tað kann hava at deila myndir ólógliga.

Í hesum sambandinum hava tit sum foreldur eina stóra ábyrgd.

Her eru 5 góð um, hvussu tú kanst tosa við títt barn um deiling av myndum á netinum:

  1. Viðurkenn at sosialir miðlar eru ein týdningarmikil partur av lívinum hjá barninum

    Sosialir miðlar og deiling av myndum eru ein týdningarmikil og samantvinnaður partur av lívinum hjá flest øllum børnum og sosialum sambondum. Tú kanst spyrja um tað góða við sosialu miðlunum, at deila myndir og viðurkenna tey svarini, sum barnið kemur við.

  2. Gev rúm fyri iva og samrøðu

    Vís tínum barni, at tað kann vera torført at halda kósini á netinum og at vita, hvat man kann, og hvat man ikki kann. Legg tí dent á týdningin av, at barnið altíð kemur til tín við sínum iva, spurningum og tvístøðum.

  3. Ver ein góð fyrimynd fyri títt barn

    Sum vaksin eigur tú at vera ein góð fyrimynd og t.d. vísa, hvussu tú sjálvu/ur deilir myndir á sosialu miðlunum. Tú kanst eisini tosa við títt barn, áðrenn tú deilir eina mynd av barniunum á netinum.

  4. Kunna teg um lógina og tosa við barnið um avleiðingar

    Set teg inn í lógirnar og etikkin rundanum digitala deiling av myndum á netinum. Tosa um avleiðingar, sum tað kann hava at deila myndir uttan samtykki.

    Avleiðingarnar kunnu bæði verða merktar av sosialum slag, hvønn týdning tað hevur fyri tey, sum tað gongur útyvir og fyri tann ótryggleikan, sum tað skapar í felagsskapinum. Tað kann eisini hava løgfrøðisligar og revsirættarligar avleiðingar við sær fyri tann, sum deilir myndir.

  5. Greið barninum frá, hvar tað kann fáa dulnevnda hjálp

    Greið barninum frá, at tað ber til at ringja til Tú- og eg ráðgevingina hjá Barnabata á tlf. 116 111, um tað ikki torir at siga frá við nakran annan.

Les meira um evnið á heimasíðuni hjá SSP.

Her er eitt videobrot, har foreldur greiða frá, hvussu tey hava tosað við síni børn. Síggj video her.

Kelda: Tal med dit barn om deling af billeder online | Sex & Samfund (sexogsamfund.dk)