Vilt tú arbeiða sum heilsufrøðingur?
Starvið er:
24 tímar tíðaravmarkað starv á skúlaøkinum í Suðuroynni. Starvið endar tann 30. juni 2023.
Starvið verður sett frá 1. september 2022, ella eftir nærri avtalu.
Vit kunnu bjóða:
- sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
- fakligt mennandi umhvørvi
- at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum
Førleikakrøv:
- útbúgving sum heilsufrøðingur
- løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
- góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.
- ábyrgdarfullur og álitisvekjandi
- áhugaður fyri fakligari menning
Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstøði at søkja starvið, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.
Upptøkutreytirnar eru:
- útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði og danska løggilding
- viðkomandi royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til trý ár við í minsta lagið 32 tímar arbeiðsviku. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barnapsykiatri ella heimatænasta. Ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 12 mánaðir til longdar og ein av starvssetanunum skal hava verið í minsta lagið 6 mánaðir.
Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd.
Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.
Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. august 2022, kl. 12.00.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lillian B. Poulsen, varaleiðara, lillianp@gigni.fo, tlf. 562332.