26. mars 2023
Virkin saman
At røra seg er ein týdningarmikil partur av einum heilsugóðum lívi hjá børnum og vaksnum. Mælt verður til, at børn eru virkin í minsta lagi 1 tíma um dagin.
Børn røra seg einamest í spæli, og tað er týdningarmikið, at barnið kann hava tað stuttligt, meðan tað rørir seg. At spæla ymisk spøl úti er eitt gott høvið hjá børnum at hava góðan felagsskap við onnur børn eins og at menna samspæl, hugflog og sansamotorik.
Gott er, um øll familjan kann vera virkin saman við m.a. at fara ein túr í svimjihøllina ella at ganga túrar. At fara út í føroysku náttúruna er í sær sjálvum stimbrandi. Tað ber til at hoppa frá steini til stein, at vassa í áum og at ganga í haga, har bæði mosi, grót og annað lendi er. Les meira um rørslu her