Fyribyrging – hvat skalt tú velja?
Ætlar tú tær at hava samlegu fyri fyrstu ferð?
Hevur tú ofta ella sjáldan tørv á fyribyrging?
Gongur tú fast saman við einum, ella hevur tú ymsar makar?
Minnist tú til at brúka fyribyrging (t.d. taka p-pillaran hvønn dag), ella hevur tú tørv á onkrum, ið bara virkar, uttan at tú skalt hugsa um tað?
Bagir tær okkurt, ið ger, at tú ikki tolir onkra fyribyrging?
Tú kanst velja millum ymiska fyribyrging. Alt hevur bæði fyrimunir og vansar við sær. Tað er týdningarmikið at fáa greiðu á, hvat ið er best hjá tær.
Les her um alla fyribyrging og tosa kanska við unnustan/unnustuna om, hvat tykkum dámar best.
Tú kanst eisini spyrja kommunlæknan, sum kann ráðgeva tær. Hann hevur tagnarskyldu.
Les um fleiri sløg av fyribyrging við at velja "Fyribyrging" á breddanum omanfyri.
Kelda: Din præventionsguide, sundhedsstyrelsen 2020