Minipillarar

Mini-pillarar hava eitt hormon, sum forðar fyri at tú verður við barn.

Tá ið mini-pillarar eru serliga góðir.

• Tær tørvar fyribyrging – tí tú hevur sex og vilt ikki verða við barn.

• Tú tolir ikki VANLIGAR p-pillarar, sum hava hormonið østrogen. Mini-pillarar hava einki østrogen.

• Tú gevur bróst

Alt hetta virkar bara so leingi, tú tekur p-pillararnar, sum tú skalt. Gloymir tú at taka ein pillara, ella um tú gevst at taka teir, kanst tú verða við barn.

Hvussu?

Tú kanst fáa resept til mini-pillarar hjá kommunulæknanum. Mini-pillararnar kanst tú keypa á apotekinum. Les nýtsluvegleiðingina í pakkanum og goym tær hana.

Soleiðis virka mini-pillarar

Mini-pillarar gera slímið í lívmóðurhálsinum so seigt, at sáðkykna ikki sleppur ígjøgnum.

Slímhinnan í lívmóðrini broytist, so tað verður truplari hjá einum gitnum eggi at festa seg.

Summir mini-pillarar forða fyri, at tú fært eggloysn. Teir virka sum ein vanligir p-pillarar.

Minst til!

Mini-pillarar verja ikki fyri kynssjúkum.

So nýt eisini hít, hevur tú fingið nýggjan maka, ella hevur tú skiftandi makar.

Soleiðis verða mini-pillarar brúktir

Tú skalt taka mini-pillararnir uttan steðg hvønn dag somu klokkutíð, eisini tá ið tú bløðir.

Tekur tú fyrsta mini-pillaran fyrsta mánasjúkudag, byrjar verjan beinanvegin. Byrjar tú 2.-5. mánasjúkudag, ganga 7 dagar, áðrenn tú ert vard fyri, at gerast við barn.

Somu tíð hvønn dag

Við summum mini-pillarum er tað týdningarmikið, at tú minnist til at taka pillaran somu tíð hvønn dag. Klokkan skal ikki víkja meira enn 3 tímar frá, ella eigur tú at brúka aðra fyribyrging.

Gloymir tú?

Gloymir tú en mini-pillara, skalt tú beinanvegin taka næsta mini-pillaran í pakkanum. Halt fram við at taka pillararnar sum vanligt.

Eru meira enn 3 tímar farnir út um klokkutíðina, tá ið tú vanliga tekur pillaran (er tað Mini-Pe®), ert tú ikki vard fyri at verða við barn næstu 2 samdøgrini (48 tímar). Nýt aðra fyribyrging so leingi, t.d. hít.

Fyri mini-pillaran Cerazette® er galdandi, at eru meira enn 12 tímar gingnir, síðan tú skuldi havt tikið pillaran, kann trygdin vera minkað, og tit skulu brúka hít næstu 7 dagarnar. Les nýtsluvegleiðingina ella spyr læknan ella á apotekinum.

Ver trygg

Tekur tú mini-pillararnar eftir ávísing, er á leið 98 % vissa fyri, at tú verður ikki við barn. Mini-pillarar verja ikki fyri kynssjúkum.

Fyrimunir og vansar

Fyrimunir

• Mini-pillarar hava ikki hormonið østrogen, sum summi ikki tola .
• Mini-pillarar órógva ikki sjálva samleguna.
• Mini-pillarar eru ikki so 'mekaniskir' sum t.d. hít og pessar – verja fyri, at tú verður við barn (Hevur tú minst til at taka pillararnar).

Vansar

Mánasjúkan kann gerast óreglulig, ella hon er heilt burturblivin og plettbløðingar kunnu vera.

Summar fitna, fáa spenningar í bringuna, høvuðpínu, sinnissveiggj og ringa húð.
Flestu mini-pillarar skulu verða tiknir júst somu klokkutíð hvønn dag.