Ótryggir mátar
Summir mátar eru so ótryggir, at teir ikki verða viðmældir nøkrum sum helst.
Teir eiga bara at verða brúktir, um tú ikki hevur aðrar møguleikar. Vandin fyri at gerast upp á vegin er kortini stórur. Um tú hevur brúkt ein av ótryggu mátunum, hevur tú brúk fyri neyðfyribyrging aftaná. Og so kundi tú tað sama havt skaffað tær onkra fyribyrging alt fyri eitt.
Drongurin tekur seg úr skeiðini á gentuni, áðrenn tað gongur av hjá honum, so einki sáð kemur upp í hana. Sáð má hvørki koma á kynsgøgnini hjá gentuni ella í skeiðina. Trupult er tó at forða fyri hesum, tí so skjótt drongurin fær stívan, kann sáðvæta koma úr murtinum.
Um tit hava samlegu meira enn eina ferð, skal drongurin pissa og vaska sær millum samlegurnar. Mátin er ógvuliga ótryggur og krevur, at drongurin hevur fult tamarhald á avgongu síni. Mátin verjir ikki móti kynssjúkum.
Tryggar tíðir merkir, at ein kann hava sex uttan fyribyrging teir dagar í mánasjúkuskiftinum hjá gentuni, tá ið minst vandi er fyri at gerast við barn. Harafturímóti hevur ein ikki samlegu í tíðarskeiðnum 2 dagar undan eggloysn og 2 dagar eftir eggloysn, tá ið vandin fyri at gerast upp á vegin er størstur.
Mátin er ógvuliga ótryggur og krevur, at gentan hevur púra regluliga mánasjúku, og at hon kennir sítt mánasjúkuskifti ótrúliga væl. Kortini er eingin trygd fyri ikki at gerast við barn. Mátin verjir heldur ikki móti kynssjúkum.