P-pillarar
P-pillarar hava tvey hormon, sum forða fyri, at tú verður við barn.
Tá ið p-pillarar eru serliga góðir
• Tær tørvar fyribyrging - tí tú hevur sex og vilt ikki verða við barn.
• Tú vilt hava heilt tryggja fyribyrging.
• Tú hevur lætt við at minnast at taka ein pillara hvønn einasta dag.
• Tú hevur ofta óregluligar ella ringar bløðingar og tørvar hjálp til at stilla tær.
• Tú hevur ofta ringa pínu í sambandi við mánasjúku og hevur tørv á annaðhvørt at sleppa undan bløðing ella hava minni pínu.
Vilt tú hava p-pillarar, skalt tú fara til tín egna lækna ella annan lækna, sum tú sjálv velur. Tú kanst eisini fara á eina fyribyrgingarklinikk. Læknin prátar við teg um tørvin á fyribyrging og skrivar resept til p-pillarar, um tit eru samd um, at tað er best hjá tær. Í pakkanum liggur nýtsluvegleiðing. Les hana gjølla og goym hana, um tú fert at ivast í onkrum seinni.
• P-pillarar gera, at tú fært ikki eggloysn og tí ikki kanst verða við barn.
• P-pillarar ávirka slímhinnuna í lívmóðrini, so tú ikki gerst við barn.
• P-pillarar gera slímið í lívmóðurhálsinum so seigt, at sáðkykna sleppur ikki ígjøgnum.
Alt hetta virkar bara so leingi, tú tekur p-pillararnar, sum tú skalt. Gloymir tú at taka ein pillara, ella um tú gevst at taka teir, kanst tú verða við barn.
Ver trygg
Minnist tú at taka p-pillaran hvønn dag sum lýst í nýtsluvegleiðingini, er at kalla 100 % vissa fyri, at tú verður ikki við barn – heldur ikki í steðginum.
Minst til!
At p-pillarar verja ikki fyri kynssjúkum.
So nýt eisini hít, hevur tú fingið nýggjan maka, ella hevur tú skiftandi makar
Tú skalt taka tann fyrsta p-pillaran í sambandi við mánasjúku. Tekur tú p-pillaran fyrsta mánasjúkudag, ert tú vard beinanvegin. Á pakkanum er merkt í hvørji raðfylgju, tú skalt taka pillararnar. Tá ið tú fylgir hesi ávísing , er lættari at fylgja við, um tú hevur tikið teir.
Hevur tú tikið tín fyrsta p-pillara t.d. mánadag - og tú síðan tekur p-pillarar
í 3 vikur og hevur steðg í 1 viku – so er tað eisini mánadag, tú skalt taka p-pillararnar aftur. Tað ger tað lættari at minnast, tá ið tú skalt byrja aftur eftir steðgin, at tað altíð er sama vikudag. Tú ert eisini vard fyri, at tú verður við barn í p-pillarasteðginum. Summir pakkar hava 28 pillarar, har 2, 4 ella 7 pillarar eru ”steðgpillarar”, sum ikki hava hormon. Tá hevur tú ikki p-pillarasteðg, men setur á nýggjan pakka, dagin eftir at seinasti pillarin í fyrra pakkanum er uppi.
Fyri at minnast p-pillaran – og fyri at tryggja tær, at hann virkar – er skilagott at taka hann um somu tíð hvønn dag, t.d. um kvøldið, áðrenn tú fert í song .
Gloymir tú at taka p-pillara, skalt tú taka hann, so skjótt sum tú varnast tað. Eisini sjálvt um tað merkir, at tú skalt taka 2 pillarar sama dag.
Er meira enn hálvtannað samdøgur (t.e. 36 tímar) frá tí, at tú tókst seinasta pillaran,
verða tit noydd at brúka aðra fyribyrging næstu 7 dagarnar – t.d. hít, tí so kanst tú ikki rokna við, at pillararnir verja teg fyri, at tú verður við barn ta vikuna. Eru færri enn 7 pillarar eftir í pakkanum, tá ið tú gloymir ein , set so á ein annan p-pillarapakka og hav ongan steðg.
Fært tú leyst lív ella spýrt minni enn 3 tímar eftir, at tú hevur tikið p-pillaran, skalt tú taka ein aftrat og halda fram, sum tú ert von við.
Fyrimunir
• P-pillarar virka frá fyrsta degi, tekur tú teir, sum skrivað er í nýtsluvegleiðingini.
• P-pillarar órógva ikki sjálva samleguna.
Mánaðarliga bløðingin verður reglulig, veikari og pínir minni.
• P-pillarar virka ikki so 'mekaniskir' sum t.d. hít og pessar - verja altíð fyri, at tú verður við barn.
Tað ber tær til at seinka ella stilla mánaðarligu bløðingina
Vansar
Teir fyrstu mánaðirnar kunnu p-pillarar geva plettbløðingar, vaml, spenningar í bringuni og høvuðpínu. Amparnir hvørva vanliga, tá ið kroppurin hevur vant seg við nýggju hormonini.
Summi missa hugin til sex.
Ymist er, hvussu gentur verða ávirkaðar av hormonum, tí kunnu summar verða í ringum lag av at taka p-pillarar. Hevur tú tað soleiðis, tosa við lækna um tað.
Summar fitna nøkur kilo, aðrar klænka eitt sindur. Heldur tú tað vera ein trupulleika, tosa við læknan.
Vandin fyri at fáa blóðtøpp økist nakað, tá ið ein tekur p-pillarar. Tað tosar læknin við teg um, áðrenn tú byrjar at taka teir.
Áðrenn tú fert at taka p-pillarar, tosar læknin við teg fyri at vera vísur í, at tú tolir at taka p-pillarar. Læknin fer m.a. at spyrja , um nakar er í familjuni, sum hevur fingið blóðtøpp á ungum aldri, um tú sjálv ella onkur av tínum næstringum hava migrenu, ella um tú sjálv hevur heilsutrupulleikar, tí so kann tað vera betri , at tú fært aðra fyribyrging enn p-pillarar.
Onkur heilivágur minkar ávirkanina av p-pillarum. Tað ger t.d. sumt antibiotika, sovimedisin og heilivágur fyri epilepsi. Vilt tú fegin hava p-pillarar og samstundis tekur heilivág, skalt tú tosa við læknan um tað. Tekur tú longu p-pillarar: les eisini nýtsluvegleiðingina í pakkanum.