P-plástur
P-plástrið er eitt plástur, sum verður sett á húðina. Plástrið loysir tvey hormon, sum forða fyri at tú verður við barn.
Tá ið p-plástur er serliga gott
• Tær tørvar fyribyrging - tí tú hevur sex og vilt ikki verða við barn.
• Tær tørvar at stilla bløðingar - ella minka tær.
• Tú hevur ofta ringa pínu í sambandi við mánasjúku og hevur tørv á annaðhvørt at sleppa undan bløðing ella hava minni pínu.
• Tú vigar undir 90 kilo.
P-plástrið er serliga gott, vilt tú sleppa undan at taka p-pillara hvønn dag.
Tú kanst fáa resept til p-plástur hjá kommunulækna. P-plástrið kanst tú keypa á apotekinum. Les nýtsluvegleiðingina í pakkanum og goym hana.
• P-plástur ger, at tú fært ikki eggloysn og tí ikki kann verða við barn.
• P-plástur ávirkar slímhinnuna í lívmóðrini, so tú ikki gerst við barn.
• P-plástur ger slímið í lívmóðurhálsinum so seigt, at sáðkykna ikki kann treingja ígjøgnum
P-plástur er næstan 100 % trygt, nýtir tú tað rætt.
MINST TIL!
P-plástrið verjir ikki fyri kynssjúkum.
Hevur tú skiftandi makar, ella makin hevur kynssjúku, nýt so eisini hít.
Tað fyrsta plástrið setur tú á fyrsta dag í mánasjúkuskeiðnum, so ert tú beinanvegin vard fyri, at tú verður við barn. Trýst kantarnar fastar, so plástrið ikki dettur av, og kanna eftir eina ferð um dagin, um plástrið situr, sum tað skal.
Eina ferð um vikuna, sama vikudag , skiftir tú plástrið og setur nýtt á. Tað gert tú í 3 vikur á rað.
Eftir tær 3 vikurnar hevur tú plástursteðg, og tá fært tú vanliga eina bløðing. P-plástrið virkar eisini hesar 7 dagarnar.
Eftir teir 7 dagarnar setur tú nýtt plástur á. Tað gert tú hvørja viku 3 vikur fram, og síðan aftur steðg.
Gev gætur!
Fært tú ikki byrjað fyrsta mánasjúkudag fyrstu ferð, tú brúkar p-plástrið, skalt tú fyrstu 7 dagarnar brúka hít. Tað er bara galdandi fyri tað fyrsta p-plástrið.
Skiftir tú frá p-pillarum, skalt tú seta tað fyrsta plástrið á tann dag, tú átti at verið byrjað við nýggjum p-pillarapakka.
Tú kanst seta tað ymsa staðni:
Á bøllarnar
Á búkin
Á yvirkroppin − men ongantíð á bringuna
Ovast á yvirarminum.
Tað er týdningarmikið , at húðin er rein og turr, har tú setur plástrið. Húðin má ikki vera øst og reyð, og tú skalt ikki hava smurt húðina við kropskremi beint frammanundan.
Tað kann vera gott hugskot at skifta millum fleiri pláss − t.d. til skiftis millum høgra og vinstra yvirarm − fyri at sleppa undan, at húðin verður øst av plástrinum. Summi eru ovurviðkvom fyri plástri.
Er plástrið losnað eitt sindur ella heilt í meira enn eitt samdøgur, er vandi fyri, at tú kanst verða við barn.
Set beinanvegin nýtt plástur á og brúka hít næstu 7 dagarnar.
Les annars nýtsluvegleiðingina ella spyr læknan ella á apotekinum.
Fyrimunir
P-plástrið virkar frá fyrsta degi, setur tú tað á sum lýst í nýtsluvegleiðingini.
P-plástrið órógvar ikki sjálva samleguna.
Tú skalt bara síggja til fyribyrging eina ferð um vikuna, nevniliga tá ið plástrið skal skiftast.
Mánaðarliga bløðingin verður reglulig, veikari og pínir minni.
Tú hevur møguleikan at útseta ella stilla tína mánaðarligu bløðing.
Vansar
P-plástrið kann – just sum p-pillarar – geva vaml, spenningar í bringuni, høvuðpínu og skiftandi hýr.
Plástrið er eitt sindur dýrari enn p-pillarar.
Húðin kann øsast, har plástrið situr. Skift kanska millum fleiri pláss
Vandin fyri at fáa blóðtøpp økist nakað
Áðrenn tú fert at brúka p-plástur, fer læknin at tosa við teg fyri at vissa seg um, at tú p-plástur hóskar til tín.
Hevur tú lyndi til allergiskar húðøsingar, fer læknin kanska at mæla til aðra fyribyrging.