P-ringur

P-ringur

P-ringurin er ein boyggiligur plastikkringur, sum verður settur upp í skeiðina. P-ringurin gevur frá sær tvey hormon, sum forða fyri at tú verður við barn.

TÁ IÐ P-RINGURIN ER SERLIGA GÓÐUR

•Tær tørvar fyribyrging - tí tú hevur sex og vilt ikki verða við barn.

• Tú vilt hava heilt trygga fyribyrging.

• Tú hevur ofta óregluligar ella ringar bløðingar og hevur tørv á hjálp til at stilla tær.

• Tú hevur ofta ringa pínu í sambandi við mánasjúku og hevur tørv á annaðhvørt at sleppa undan bløðing ella hava minni pínu.

P-ringurin er serliga góður, vilt tú sleppa undan at minnast at taka p-pillaran hvønn dag. P-ringurin skalt tú bara hugsa um 2 ferðir um mánaðin: tá ið hann verður settur í, og tá ið hann verður tikin úr í sambandi við mánaðarligu bløðingina.

Hvussu?

Resept til p-ringin fært tú hjá kommunulækna. Ringin kanst tú keypa á apotekinum og sjálv seta í. Les nýtsluvegleiðingina í pakkanum og goym tær hana.

Soleiðis virkar p-ringurin

P-ringurin ger, at tú fært ikki eggloysn og tí ikki kann verða við barn.

P-ringurin ávirkar slímhinnuna í lívmóðrini, so ikki ber til at gerast við barn.

P-ringurin ger slímið í lívmóðurhálsinum so seigt, at sáðkykna ikki kann treingja ígjøgnum

Minst til!

P-ringurin verjir ikki móti kynssjúkum.

Hevur tú skiftandi makar, ella makin hevur kynssjúku (skiftandi makar), so nýt eisini hít.

Soleiðis verður p-ringurin brúktur

Tú byrjar við at brúka p-ringin fyrsta dag, tú hevur mánasjúku. Tú skalt trýsta P-ringin upp í skeiðina. Síðan skal p-ringurin verða sitandi  í 3 vikur út í eitt.

Eftir 3 vikur tekur tú ringin úr og hevur steðg í eina viku. Í steðginum fert tú vanliga at bløða. P-ringurin virkar eisini hesa vikuna.

Eftir 7 dagar setur tú nýggjan ring í og letur hann sita í í 3 vikur o.s.fr.

Soleiðis setur tú p-ringin í

Finn tær eina góða støðu. Tú kanst liggja, húka ella standa við øðrum beininum á vesisetrinum.

• Halt p-ringin millum tummil- og fremstafingur og kroyst hann saman.

• Trýst samanlagda ringin varliga inn í skeiðina. Tað er ikki umráðandi fyri virknaðin, hvar í skeiðini hann situr.

• Kennist tað ikki væl, er p-ringurin helst ikki trýstur nóg langt inn í skeiðina. Trýst hann varliga longri upp. Eingin vandi er fyri, at ringurin verður trýstur ov langt, ella at hann hvørvur.

Soleiðis tekur tú p-ringin úr

• Ver vís í, at tú tekur p-ringin úr sama vikudag, sum hann varð settur í. Tú kanst instilla ein alarm á tínari snildfon, so tú sjálvirkandi verður mint á tað. Tú kanst eisini downloada eina app, ið gjørd til at minna á at taka heilivág.

• Bend fremstafingur inn undir ringin ella tak í hann við fremstafingri og longutong og tak  hann úr. Trýst kanska eitt lítið sindur á, sum tá ið tú ert á ves.

• Skola ikki p-ringin niður í vesikummuna. Hann kann vera við til at tippa rørini. Legg hann heldur í foliupakkan og tveit hann í ruskspannina.

Bløðingin byrjar vanliga 2-3 dagar eftir, at ringurin er tikin burtur. Fyri at verja teg fyri, at tú verður við barn, skalt tú seta nýggjan ring í eina viku eftir, at hin varð tikin úr, eisini sjálvt um bløðingin ikki er byrjað ella ikki er steðgað.

Ver trygg

P-ringurin er næstan 100 % tryggur, nýtir tú hann rætt.

Um illa vil til

P-ringurin kann kann fara úr undir samleguni. Men tað ger einki, hann skal bara verður settur í aftur beinanvegin.
Er ringurin uttanfyri í meira enn 3 tímar, svarar tað til, at ein p-pillari er gloymdur, og hít skal verða brúkt næstu 7 dagarnar.

Fyrimunir og vansar

Fyrimunir

P-ringurin virkar frá fyrsta degi, setur tú hann í sum lýst í nýtsluvegleiðingini.

P-ringurin órógvar ikki sjálva samleguna.
Mánaðarliga bløðingin verður reglulig, veikari og pínir minni.
Tú skalt bara fáa tær fyribyrging undan og eftir mánaðarligu bløðingina.
Ringurin er lættur at seta í og taka úr og merkist ikki, tá ið hann situr, sum hann skal.
Tú hevur møguleikan at útseta ella steðga tína mánaðarligu bløðing.

Vansar

P-ringurin kann í fyrstani elva plettbløðingar, útflot, vaml, spenningar í bringuni, høvuðpínu og skiftandi hýr. Hesi hjáárin minka vanliga eftir uml. 3 mánaðir.

P-ringurin er eitt sindur dýrari end p-pillarar.
Vandin fyri at fáa blóðtøpp økist nakað, tá ið p-ringur verður nýttur.

Tað prátar læknin við teg um, áðrenn tú byrjar at brúka hann.

Tá ið p-ringurin ikki eigur at verða nýttur

Áðrenn tú fært tær p-ring, fer læknin at tosa við teg fyri at vera vísur í, at p-ringur hóskar tær.
Leggur tú ikki í at brúka tampongir, skalt tú kanska velja onkra aðra fyribyrging.