P-spræna

P-sprænan er annar fyribyrgingarháttur til tín, ið hevur ilt við at minnast til at taka p-pillarar hvønn dag ella ikki tolir hormonið østrogen. Tað snýr seg um, at tú fært eina hormoninnspræning 3. hvønn mánað. Tað verður gjørt hjá kommunulækna.

Tá tú hevur fingið hormoninnspræningina verður hormonið verðandi í kroppinum í uml. 3 mánaðir. Ikki ber til at taka hormonið burtur áðrenn tíð, t.d. við heilivági.

P-sprænan er ógviliga trygg, men kann hava óregluligar bløðingar við sær.