P-stavur (hormonstavur)

P-stavurin nevnist eisini eitt implantat ella ein hormonstavur. Tað er ein lítil plaststavur, sum verður settur inn undir húðina á yvirarminum. Her loysir hann eitt hormon, sum forðar fyri, at tú verður við barn.

Tá ið p-stavurin er serliga góður

• Tær tørvar fyribyrging - tí tú hevur sex og vilt ikki verða við barn.

• Tú tolir ikki p-pillarar, p-ring ella p-plástur, sum hava hormonið østrogen.

• Tú hevur ilt við at minnast til at taka p-pillarar ella síggja til aðra fyribyrging. Tá ið p-stavurin er settur í, tørvar tær ikki at hugsa meira um fyribyrging næstu 3 árini.

• Tú gevur bróst.

Hvussu?

Tú skalt fara til kommunulækna. Tú verður staðdoyvd, og læknin setur P-stavin inn undir húðina á yvirarminum.

Soleiðis virkar p-stavurin

P-stavurin ger slímið í lívmóðurhálsinum so seigt, at sáðkykna ikki kann treingja ígjøgnum

P-stavurin gevur frá sær eitt hormon, sum forðar fyri, at tú fært eggloysn.

P-stavurin er næstan 100 % tryggur, er hann rætt settur í.

Soleiðis verður p-stavurin brúktur

Áðrenn tú fært p-stavin settan í, tosar læknin við teg fyri at vissa seg um, at p-stavur hóskar til tín.

Stavurin verður settur í ein av fyrstu 5 døgunum, tú hevur mánasjúku. Tað tekur bara eina lítla løtu at seta stavin í, og tá ið stavurin situr, sum hann skal, skalt tú einki annað gera. Stavurin virkar í 3 ár, áðrenn hann verður skiftur. Lækni kann taka P-stavin úr aftur, tá ið tú vilt tað.

Um illa vil til

Hevur tú nógvan ampa av p-stavinum, kanst tú venda tær til lækna og fáa hann tiknan úr.

Fyrimunir og vansar

Fyrimunir

P-stavurin verjir fyri, at tú verður við barn í 3 ár.
Tær tørvar ikki at hugsa um fyribyrging, tá ið stavurin er settur.

Tá ið p-stavurin er tikin burtur, kanst tú aftur verða við barn.
Stavurin kann eisini brúkast, tolir tú ikki hormonið østrogen.

Vansar

P-stavurin kann elva plettbløðingar, vaml, spenningar í bringuni, høvuðpínu og skiftandi lag.

Summar fáa órógv í bløðingarnar sum plettbløðingar ella óregluligar bløðingar.

Tú kanst fáa ringa húð.
Kanska styttri virknað, um tú vigar ov nógv – tosa við læknan.