Pessar

Eitt pessar er ein lítil gummiskál, ið verður smurd við sáðdrepandi kremi. Tá ið gentan førir hana upp í skeiðina, forðar hon sáðkyknunum at koma til eggið og gita tað.

Tá ið pessar er serliga gott

• Tú vilt ikki hava fyribyrging við hormonum og fært heldur ikki nýtt snyril.

Pessar er eitt gott, gamalt slag av fyribyrging, sum kanska kann tykjast klombrut og trupult at brúka. Tað er kortini ein góður møguleiki, um tú ikki tolir aðra fyribyrging.

Hvussu?

Um tú vilt nýta pessar, skalt tú fara til lækna, sum “tekur mál” til pessarið, so tað passar til títt undirlív og tína skeið. Tað fer fram við eini undirlívskanning. Pessar og sáðdrepandi krem kanst tú keypa á apotekinum.

Soleiðis virkar pessar

Pessarurin letur aftur fyri lívmóðurmunnanum, soleiðis at sáðkyknur ikki finna veg upp í lívmóðurina. Sáðdrepandi creme minkar um rørsluevnini hjá sáðkyknunum.

Pessar verjir fyrst og fremst móti at gerast upp á vegin, tá ið tú ikki vilt tað. Brúka hít, um tú eisini vilt verja teg móti kynssjúkum.

Soleiðis verður pessar nýtt

Smyr pessarið við sáðdrepandi kremi á báðum síðum og eftir kantinum og før pessarið inn gjøgnum skeiðina og skumpa tað uppeftir og aftureftir

Hygg at nýtsluleiðbeiningini, hvussu tú skalt gera og øva teg nakrar ferðir, áðrenn tú gerst von við tað. Ganga longri enn 2 tímar, frá tí at tú hevur sett pessarið upp, og til tú hevur samlegu, skal nýtt sáðdrepandi krem sproytast upp. Sama er galdandi, um tú hevur fleiri samlegur á rað.

Pessarið skal vera sama stað undir allari samleguni og í minsta lagi 6 tímar aftaná, so sáðdrepandi kremið fær virkað. Av reinførisorsøkum skal pessarið takast burt í seinasta lagi 12 tímar eftir samlegu. Pessarið verður tikið við at hála tað út við einum fingri.

Um tú brúkar pessarið rætt og hvørja ferð, ert tú okkurt um 90 % tryggjað móti at gerast upp á vegin.

Summir læknar bjóðar tær eina eyka viðtalu, tá ið tú hevur keypt pessarið, fyri at kanna eftir, um tú dugir at seta tað rætt upp.

Fyrimunir og vansar

Fyrimunir

• Tá ið pessarið er sett rætt, merkist tað ikki

• Pessarið kann verða sett upp 2 tímar áðrenn kynsligu samveruna, so tit sleppa undan at bróta sjálva samleguna av

• Pessarið ávirkar ikki hormonirnar í kroppinum

Vansar

• Gentan skal minnast til at seta pessarið upp áðrenn samlegu. Minst til sáðdrepandi krem

• Eyka krem á pessarið er neyðugt, um tit aftur fara í song saman skjótt aftaná

• Pessarið egnar seg ikki til gentur, ið eru ovurviðkvæmar fyri gummi ella sáðdrepandi kremi