Snyril

Snyril

Snyrilin er ein lítil T-formaður plastikpinnur, sum læknin setur upp í lívmóðrina við at fara gjøgnum skeiðina og lívmóðurhálsin. Snyrilin forðar fyri, at ein gerst upp á vegin. Tvey snyrlasløg eru: Koparsnyrilin og hormonsnyrilin.

Soleiðis virkar snyril

Koparsnyril

Koparsnyrilin ávirkar slímhinnuna í lívmóðrini, so eitt gitið egg ikki fær fest seg. Koparið ávirkar eisini sáðkyknurnar, so tær ikki fáa gitið eggið. Koparsnyrilin kann elva til meiri mánasjúkupínu og ógvusligari bløðingar. Ein koparsnyril er, sum kvinnur, ið ikki hava átt, kunnu brúka. Koparsnyrilin virkar eini 5-8 ár.

Hormonsnyril

Hormonsnyrilin letur spakuliga frá sær eitt hormon, sum ávirkar slímhinnuna í lívmóðrini, so eitt gitið egg ikki fær fest seg. Samstundis ávirkar hormonið slímið í lívmóðurhálsinum, so sáðkyknur ikki fáa trongt seg ígjøgnum.

Fleiri sløg av hormonsnyrlum eru

Pinkusnyrlar, sum kvinnur, ið ikki hava átt, kunnu brúka. Pinkusnyrlarnir halda 3-5 ár, alt eftir merki. Hormonsnyrilin, sum er eitt sindur størri, heldur í 5 ár.

Ver trygg

Snyrilin er næstan 100 % tryggur

Minst til!

snyrilin verjir ikki móti kynssjúkum. Um tú hevur skiftandi makar,

ella drongur tín hevur tað, brúka so eisini hít.

Um illa vil til

Fá læknan at kanna, um snyrilin ikki er dottin úr í sambandi við fyrstu mánasjúku. Fá læknan at kanna aftur, um mánasjúkan einaferð seinni ikki kemur.

Hvussu?

Ein lækni førir snyrilin inn í lívmóðrina við einum lítlum innføringarhylki. Tað merkist, men tú kanst eisini fáa staðdoyving.

Snyrilin kanst tú hava í 3-8 ár, alt eftir hvat slag talan er um. Snyrilin hevur ein tunnan tráð, sum hongur eitt sindur niður í skeiðina. Hann merkist ikki, tá ið tú hevur samlegu. Tráðurin verður brúktur, tá ið snyrilin verður eftirkannaður ella tikin burtur – tað fer fram hjá læknanum.

Nakrir snyrlar eru gjørdir serliga til ungar kvinnur, sum ikki hava átt. Tosa við læknan um tað.

Tá ið snyrilin er serliga góður

• Tú tolir ikki ella fært ikki brúkt annað fyribyrgjandi

• Tú hevur brúk fyri tryggum fyribyrgjandi, sum ikki krevur uppmerksemi, tá ið tað er komið upp á pláss

• Tú gevur bróst

Um tú haraftrat hevur ógvusliga mánasjúku, ber til at fáa hormonsnyril, sum linkar bløðingarnar.