Undirlívskanning

Undirlívskanning

Soleiðis fer ein undirlívskanning fram

Aloftast varir ein undirlívskanning bara nakrar minuttir. Gentan skal liggja á eini kanningarlegu, sum er háttað soleiðis, at ein fær ligið við beinunum út til síðuna. Læknin kannar teg fyrst uttan og førir eitt instrument varisliga inn í skeiðina, so lívmóðurhálsurin sæst.

Tað kann spenna eitt sindur, men ein plagar ikki at fáa ilt. Læknin kann taka eina roynd við einum vatpinni fyri at kanna, um tú hevur klamydiaígerð.

At enda nertur læknin við undirlívið innan og uttan. Læknin merkir støddina á lívmóðrini, og ert tú upp á vegin, kann læknin meta nøkulunda, hvussu langt tú ert komin. Eftir eini løtu er alt av.

Um tað er fyrstu ferð

Øll, sum ikki hava verið til undirlívskanning fyrr, eru ótrygg um, hvat fer at henda. Bæði tú sjálv og læknin kunnu gera tykkara til, at tað ikki verður óunniligt:

• Fortel læknanum, at tað er fyrstu ferð, tú verður kannað í undirlívinum

• Hav eina vinkonu ella mammu tína við, um tað ger teg tryggari

• Lat teg í eina langa blusu. So følir tú teg ikki so bera, sjálvt um afturparturin er berur.

• Tøm bløðruna áðrenn kanningina, so spennir minni

• Royn at slappa av og ger afturpartin tungan