Skúlanæmingurin
Heilsufrøðingurin hevur persónligar viðtalur við tann unga. Har verður millum annað tosað um, hvusu ein hevur tað og hvussu trivnaðurin er, bæði í skúlanum, heima og í frítíðini. Eisini er møguleiki fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving og vegleiðing viðvíkjandi ymiskum viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri tannáringar.
Um ein næmingur hevur eitthvørt hann/hon ynskir at tosa um ella spyrja um, er hann/hon altíð vælkomin at venda sær til heilsufrøðingin á skúlanum.
Hevur tú okkurt, sum tú ert keddur um, ella okkurt sum tú ynskir hjálp til, ella hevur tú bara tørv á at tosa við onkran, ert tú vælkomin at seta teg í samband við heilsufrøðingin, sum hoyrir til tín skúla. Undir teiginum starvsfólk ber til at síggja hvør heilsufrøðingur arbeiður á tínum skúla og har finnur tú eisini teldupostadressur og tlf. hjá teimum ymisku heilsufrøðingunum. Um tú ivast, spyr so ein lærara ella fá onkran vaksnan at hjálpa tær, tí heilsufrøðingurin er eisini til tín.